Lýsing
Jólasoul
Góðu jólamenn og kvinnur!
Seinastu fýra árini hava vit verið so hepnar at framføra fyri nógvum av tykkum á Reinsarínum og í Norðurlandahúsinum, og tað hevur glett okkum at sæð hvørt einasta smíl og tár í salinum til konsertirnar. Í ár – í 2024 – fegnast vit um at framføra Jólasoul fyri fimtu ferð. Tað hevði ikki borið til uttan tykkum, og tí vildu vit takka tykkum, við at innspæla hesa plátuna og geva tykkum hana í jólagávu.
Hendan plátan, sum tú heldur í, er eitt úrslit av tí huglagnum, vit royna at skapa til konsertirnar hvørt ár. Sangúrvalið er burturav á føroyskum. Sumt hava vit yrkt, annað hava vit týtt, og okkurt hava vit lænt. Løgini skifta millum allar hugsandi sjangrur, men hava øll eitt til felags, og tað er kærleikan fyri kórsangi og sterkum solosangi. Tað, ið tit hoyra, er avrikið hjá eini rúgvu av dugnaligum tónleikarum og tónaskøldum, sum hvør sær hava arbeitt hart fyri, at gera eitt savn av hugnaligum, áhugaverdum og jólaligum sangum, sum tit kunnu njóta saman við familjuni í tykkara stovum.
Verkætlanin hevði ikki borið til uttan allan stuðulin, sum vit hava fingið, frá Mentanargrunni Landsins, Tórshavnar kommunu, Nes kommunu, SMS, Koda-FO, Gramex-FO, Advokat-skrivstovuni, Sókn Advokatum og Sendistovuni. Tað hevði heldur ikki borið til uttan okkara dugnaligu og arbeiðsomu tónleikarar og framleiðarar. Heldur ikki uttan tey, sum á ymiskan hátt hava hjálpt okkum á hesi jólaferðini. Takk fyri, Ranja, Krista og Sólvør fyri lán av húsinum, har vit høvdu myndatøku. Takk, Hanna Vang, fyri flottu myndirnar og Malene hjá Omaná fyri lekru køkurnar.
Takk, Ari Johannesen, at tú hevur brúkt dag og nátt alt summarið (!) at framleiða plátuna. Takk, deiligu gestasangarar og tónleikarar, sum hava signað okkum við tykkara gávum á ymisku løgunum. Síðst men ikki minst: Takk tit øll, sum hvørt ár koma á okkara konsertir. Tit gera alt arbeiðið tað vert. Vit vóna, at tit fara at njóta plátuna líka nógv, sum vit hava notið at gjørt hana.
Gleðilig jól!
Raðfylgja:
- Jól í Føroyum
- Hygg Kavin (Sway)
- Føgur er foldin (Marianna Winther & Ragnar Finsson)
- Jólastress (jazzygold & Ayphin)
- Eg kom til at mussa jólamann (gówa)
- Nissumamma og nissupápi (Sway)
- Sleðurokk (Sway)
- Jólaklokkan aftur ringir (Dania O. Tausen)
- Tað, ið dimt er (Katari)
- Vátakavi
- Lat okkum gloyma
Útgivið:
Á fløgu, plátu og talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her: https://lnk.to/jolasoul
Jól í Føroyum
1. Jól í Føroyum
Orð: Gunnfríð Gunnarsdóttir Guttesen
Lag: Maria Guttesen
Stilt so kalt og norðanvindur
ein fuglur flýgur seint framvið
vælkavaklæddur er hvør tindur
men kanska rákið vendir við
Í býnum kavin kvirrur liggur
brátt nátt til loyniliga gongd
í móti morgni púra stillur
nýggjur dagur sær sítt ljós
Stórar glerpípur glitra á rað
prýða ein slíkan merkisdag
fólkið spákar nú heim
inn í lon ein og ein
vindur tagnar, og nú er jól
Í brekku skreiða børn so fegin
ein stirdur drongur hann fer heim
í barnahjørtum økist gleðin
ein vøkur sjón, hvør fonn so rein
So stilt so kalt og norðanvindur
ein fuglur flýgur seint framvið
vælkavaklæddur er hvør tindur
men kanska rákið vendir við
2. Hygg, kavin hann er komin
Orð: Johannes Andreas Næs
Lag: Siðbundið
Útseting: Katrina Olsen
Hygg, kavin! hann er komin,
kjúlala hey! fitt flyksingur fúkandi fleyg.
Hygg, kavin, hann er komin nú!
Øll brekkan klødd við kava,
kjúlala hey! fitt flyksingur fúkandi fleyg!
Øll brekkan klødd við kava er!
Kom, vinur, niðan brekku,
kjúlala hey! fitt flyksingur fúkandi fleyg!
Kom, vinur, niðan brekku, kom!
So hilla vit og skreiða,
kjúlala hey! fitt flyksingur fúkandi fleyg!
So hilla vit og skreiða har!
Áh, vinur, kom so, skunda,
kjúlala hey! fitt flyksingur fúkandi fleyg!
Áh, vinur, kom so skunda tær.
3. Føgur er foldin
Orð: Bernhard Severin Ingemann (Translated by Jákup Dahl)
Lag: Slesiskt lag
Útseting: Marianna Winter, Ragnar Finsson
1. Føgur er foldin,
dýrdarríkur himin,
sæl er sálanna jorsalferð,
um allan heimin,
um allar ævir tað syngjandi at himni ber.
2. Øldirnar fara,
øldir munnu koma,
ætt eftir ætt
søkkur undir mold.
Onga tíð tagnar
ljóðið av himni,
sum gleðir sálir her á fold.
3. Einglar tað kvóðu
jólanátt for hirðum,
mann eftir mann
hoyrdist sama lag:
Friður á foldum,
menniskja frø teg,
tær føddur frelsari er í dag.
4. Jólastress
Orð & lag: Jasmin Mote, Eyðfinn Bogason Lamhauge & Marius Dam Christophersen
Húsaleigan goldin
bilurin goldin
tryggingin goldin
men alt er verri enn so goldið
Tey syngja
føgur er foldin
dýrdarríkur himin
keypt gávu til mammu
men eg mangli enn rest
Hvítar flykrur falla
prísirnir teir hækka
ongar pengar eftir
og enn einki keypt til babba
Tey renna runt um træið
eg gangi runt og mali
tað heila kennist strævið
og tað gevur mær stress
at altíð hava skund
veturin kemur við kulda og skuld
hugsi um alt tað eg burdi og skuldi
so gjøgnum vetur og kava eg buldri
eg eftir glerinum detti
og einki av jólahumørinum eftir
ja, hetta her lýsir mær jólini best
– og tað gevur mær stress
Um eg kann keypa tíð
hví kann eg ikki selja hana
eg leggi meg, steðgi
eigi ikki saltið til eggið
Eg mangli gávu til mammu
men hevur tú sæð mína íbúð
eg mangli gávu til babba
men hevur tú sæð mítt ur
Øll sum eg kenni havi pengar til gávur
øll hava tíð til jólafrokostar sum ongantíð áður
onkur bleiv liðugur við gávurnar í november
eg kenni ein sum var liðugur í mars
Eg hevði ynskt
at øll dugdu at lesa mínar tankar
eg hevði ynskt
at eingin tømdi sínar bankar
eg hevði ynskt
at eg aldrin bleiv vaksin
líka sum Peter Pan
tí tað gevur mær stress
Heimsins longsti mánaður
eg eigi einki
eg bara láni
svøvnleysar nætur
har eg bara liggi og gáni
Hvítar flykrur falla
prísirnir teir hækka
tað heila kennist strævið
og tað gevur mær stress
5. Eg kom til at mussa jólamann
Orð & lag: Tomie Connor
Umsett: Peturbjørg Jensen & Malan Eyðunsdóttir
Umskrivað: Anna Sofía Skoradal
Eg kom til at mussa jólamann
í gjárkvøldið undir mistilteininum
kanska tí tað var so myrkt
at eg einki hevði skilt
tá hann meg um miðju tók
var tað skeggið sum var fyrst
Og eg sá, at eg hevði mussað jólamann
føldi búkin tá hann hjá mær stóð
eg reyða búnan hevði sæð
í skápinum nú ein dag
ups, eg kenni jólamann
Á, jólamaður
eg haldi eg…
havi sæð teg fyrr?
ups!
Eg kom til at mussa jólamann
í gjárkvøldið í myrku gongini
eg hevði havt ein langan dag
so glað at hann megnaði tað
at sjálvt um eg helst vildi leggja meg
fekk hann eitt smáflenn úr mær
Haldi eg eri sindur góð við jólamann
tað kennist sum hann sær ígjøgnum meg
sum um vit hava kenst í alla tíð
haldi veruliga hann er mín
á, eg haldi
eg elski jólamann
Ho ho ho, kom til at mussa jóla-,
ho ho ho, kom til at mussa jóla-,
ho ho ho, kom til at mussa jólamann
ja, hann er mín!
6. Nissumamma, nissupápi
Orð og lag: Siðbundið / M. Madsen
Útseting: Dania O. Tausen
Nissumamma, nissupápi,
nissugenta, -drongur
Nissubøkur, nissuborð, nissufólkakongur
Tjúkka nissa og klæna nissa
og stutta nissa og langa nissa
Stjørnurnar tær glampa
Allar nissur trampa
Reyða húgvu, hosur gráar allar nissur eiga
Renna so um jólatræið og hvønn annan leiða
Troyggjan reyð og skjúrtið grátt
Á, sum nissan hon er flott
Stjørnurnar tær glampa
Allar nissur trampa
Rísingreyt og ræstan fisk, bomm og stóran pakka
Nissubørn tey ynskja sær, og tey bara snakka
Tjúkka nissa og klæna nissa
og stutta nissa og langa nissa
fitta nissa og strævna nissa og kera nissa
og vaksna, smurda og skitna og tunga og lætta
Stjørnurnar tær glampa
Allar nissur trampa
7. Sleðurokk
Orð: Regin D. Patursson
Lag: Siðbundið
Útseting: SWAY
Lat teg væl í
Tak sleðuna við
Skjótt fara vit omaneftir á glið.
Halt fast (tí tað rýkur so illa tá)
Í mær (annars liggja vit eftirá)
Brekkan er brøtt,
og sleðan gongur skjótt,
hon flýgur sum ein rakett.
Eru øll her,
Sum starturin er?
Nú ræður um at fáa sær ferð.
Jarðrokk og blues
kitlandi brús,
bert kuldakrákur
fara til hús.
Koma á mál
við róp og skrál. – Jaaa!
Klárt nummar eitt –
Hendan sletan er hál.
Onkur datt av.
Vit rendu útav
og eftir høvdinum
øll undir kav.
Halt fast (tí tað rýkur so illa tá)
Í mær (annars liggja vit eftirá)
Brekkan er brøtt,
og sleðan gongur skjótt!
Hon flýgur,
hon flýgur
sum ein rakett
sum ein rakett!
Rakett, rakett, rakett rakett,
rakett, rakett, rakett rakett!
8. Jólaklokkan aftur ringir
Orð: Jakob Jakobsen
Lag: Hans Jacob Højgaard
Kórútseting: Dania O. Tausen
1. Jólaklokkan aftur ringir, kallar øll til kirkju brátt;
lat nú alt, sum hjartað tyngir, hvørva burt sum myrka nátt.
2. Stjørnur yvir okkum lýsa bjart sum hina jólanátt,
vilja okkum vegin vísa til Várharra ljósa slott.
3. Jesusbarnið føtt í fjósi barnaeygað sær so bjart,
jólaboðið, jólaljósið treingja gjøgnum hjartað hart.
4. Gongur tú á trongum vegi, bangnir tankar treingja inn,
einki kann sum jólagleði lýsa upp títt myrka sinn.
5. Hoyr hin væna einglasongin ljóða við hvørt klokkuslag,
tá skal vónin lætta veingin rætt sum fyrsta jóladag.
9. Tað, ið dimt er
Orð: Katrina Olsen
Lag: Katrina Olsen, Ari Johannesen
Flykrur seta seg á
Hvørt eygnahár, eg blundi
Og sólin strálar á
Hvíta sjógvin, eg vakni
Trøini stirðna
Dagarnir kvølda
Makur eldur
Kastar neistar
Tað, ið dimt er
Tekur meira
Tað, ið dimt er
Tekur meira
Enn tað, ið bjart er
Moldin tekur um blað
Sum fellir til jarðar, eg sakni
Og kuldin heilsar blítt
Tað kavar av møkum, í kvirru
Síggi tað sum var
Eingin annar sær
Tað, sum er eftir
Í lívd av myrkri
Tað, ið dimt er
Tekur meira
Tað, ið dimt er
Tekur meira
Enn tað, ið bjart er
Enn tað, ið bjart er
10. Vátakavi
Orð: Katrina Olsen
Lag: Katrina Olsen
Vátakavi
várið farið
Samanspæl
vetur og heyst
árstíðir flúgva so leyst
litirnir renna saman
og skapa ælabogan
Veturin vorðin heitur
og summar vorðið kalt
alt tað nú hongur saman
alt er í harmoni
tíðin steðgað er á
ber til at binda frið
Heimurin leingist
eftir mongum
eftir tonkum
sum at vilja hava frið
Tú mást ei fara
tá har bara
eru menniskju
í harmoni
Vátakavi
várið farið
11. Lat okkum droyma
Orð: Marianna W. Nagata, Katrina Olsen, Eyðfinn B. Lamhauge & Marius Dam Christophersen
Lag: Marianna W. Nagata, Katrina Olsen & Ari Johannesen
(Ayphin)
Nógv at gera, ongar pengar
nógvar jólaperur, stuttir dagar
líka hugnaligt sum tað plagar
gleðilig jól, gleðilig jól, gleðilig jól
Nógv gløgg er drukkið
ikki øll hava ráð til gucci
heimabundnar troyggjur
eru heitari kortini
enn heitari eru visakortini hjá øllum
mammum og pápum
og ommum og abbum
Stundin er nú komin til handa
at samlast um jólatræið
kaffið er klárt
ketilin kókar
stór og smá opna gávurnar
stórar og smáar
dýrar og bíligar
bleytar og harðar
Ingi fær eitt playstation 12
katrin eina iphone 6000
rúni eina ferð til mars
frida eina plátu frá bruno
tú fært einar hálvhosur
tað er tankin sum telur
Lat okkum gloyma
sjúku penganeyð og gávurnar
Lat okkum droyma
at eg fekk mandluna og muss frá tær
Lat okkum gloyma
at allur kavin smeltar burtur
Lat okkum droyma
at mín omma enn er her hjá mær
(Marius DC)
Har er bara ein tíð, eg ikki rappi
um pengarnar eg havi, og tað er tá
tað einasta tú sær er smíl og kavi
siti við familjuni fyrsta jóladag
øll hugna sær við einum góðum jólalag
Vaknaði um náttina
svav ikki fyri brakinum
kundi hatta verið jólamaðurin á takinum?
tosa um sjúkar rapparar
so veitst tú eg eri nevndur
mín flóð er ísakøld sum glerpípur í desember
Áin hon er fryst, vindeygað fær døgg
pápin drekkur jólaøl, mamman drekkur gløgg
flowi hart til showi, tað er einki at vera flóvur um
mín rappgáva kann ikki finnast á norðpólinum
Og um tú ikki kennir meg
so er navni DC
alt eg ynski mær á jólum
er ein Lamborghini
og kaldan kava
og frið í okkara verð
tey fylgja jólastjørnuni
men stjørnan hon er her
Lat okkum gloyma
streymslit, kavastorm og jólablues
Lat okkum droyma
heitt gløgg, góðaráð og jólabrús
Lat okkum gloyma
at altíð spæla vaksin
Lat okkum droyma
at vit enn eru ung