Lýsing
Lat okkum droyma
Staklagið “Lat okkum droyma” av nýggju heildarútgávuni hjá Jólasoul er eitt inniligt og nostalgiskt jólalag, sum viðger bæði hitan og kuldan í jólatíðini. Við einari blanding av jaligum og meir neiligum tankum, vil forteljarin fokusera meir á tær positivu løturnar, vit gleða okkum til ella leingjast eftir – at vera ung í hjartanum, at halda jól saman við okkara kæru ella at njóta ein hugnaligan kopp av heitum kakao, meðan úti er ódn.
Kórið roynir eisini at minna okkum á at sleppa teimum minni gleðiligu løtunum – kavastormar, streymslit og trýstið av at altíð “spæla” vaksin. “Lat okkum droyma” javnar hesar mótsetningar og bjóðar eina vakra og relaterandi hugleiðing um upp- og niðurtúrar í jólatíðini. Tað eggjar okkum at halda fram at droyma, eisini mitt í storminum.
Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her: https://bfan.link/lat-okkum-droyma
Lat okkum droyma
Orð: Marianna W. Nagata, Katrina Olsen, Eyðfinn B. Lamhauge & Marius Dam Christophersen
Lag: Marianna W. Nagata, Katrina Olsen & Ari Johannesen
(Ayphin)
Nógv at gera, ongar pengar
nógvar jólaperur, stuttir dagar
líka hugnaligt sum tað plagar
gleðilig jól, gleðilig jól, gleðilig jól
Nógv gløgg er drukkið
ikki øll hava ráð til gucci
heimabundnar troyggjur
eru heitari kortini
enn heitari eru visakortini hjá øllum
mammum og pápum
og ommum og abbum
Stundin er nú komin til handa
at samlast um jólatræið
kaffið er klárt
ketilin kókar
stór og smá opna gávurnar
stórar og smáar
dýrar og bíligar
bleytar og harðar
Ingi fær eitt playstation 12
katrin eina iphone 6000
rúni eina ferð til mars
frida eina plátu frá bruno
tú fært einar hálvhosur
tað er tankin sum telur
Lat okkum gloyma
sjúku penganeyð og gávurnar
Lat okkum droyma
at eg fekk mandluna og muss frá tær
Lat okkum gloyma
at allur kavin smeltar burtur
Lat okkum droyma
at mín omma enn er her hjá mær
(Marius DC)
Har er bara ein tíð, eg ikki rappi
um pengarnar eg havi, og tað er tá
tað einasta tú sær er smíl og kavi
siti við familjuni fyrsta jóladag
øll hugna sær við einum góðum jólalag
Vaknaði um náttina
svav ikki fyri brakinum
kundi hatta verið jólamaðurin á takinum?
tosa um sjúkar rapparar
so veitst tú eg eri nevndur
mín flóð er ísakøld sum glerpípur í desember
Áin hon er fryst, vindeygað fær døgg
pápin drekkur jólaøl, mamman drekkur gløgg
flowi hart til showi, tað er einki at vera flóvur um
mín rappgáva kann ikki finnast á norðpólinum
Og um tú ikki kennir meg
so er navni DC
alt eg ynski mær á jólum
er ein Lamborghini
og kaldan kava
og frið í okkara verð
tey fylgja jólastjørnuni
men stjørnan hon er her
Lat okkum gloyma
streymslit, kavastorm og jólablues
Lat okkum droyma
heitt gløgg, góðaráð og jólabrús
Lat okkum gloyma
at altíð spæla vaksin
Lat okkum droyma
at vit enn eru ung