Onki úrslit at finna.
Search by

Innleiðsla

TUTL hevur tørv á at savna og brúka ávísar upplýsingar um einstaklingar.

Talan kann vera um kundar, veitarar, vinnulig sambond, starvsfólk og onnur fólk, sum fyritøkan hevur samband við ella kann hava tørv á at seta seg í samband við.

Hesin politikkurin lýsir, hvussu hesar persónsupplýsingar skulu savnast inn, handfarast og goymast fyri at lúka dátuverndarnormarnar hjá felagnum — og fyri at halda lógina.

Hví hesin politikkur er til

Hesin dátuverndarpolitikkurin tryggjar at TUTL:

Lóg um dátuvernd

Løgtingslóg um verju av persónsupplýsingum (Dátuverndarlógin) Ll. 80 tann 7. juni 2020 regulerar, hvussu føroyskar fyritøkur og stovnar skulu savna inn, handfara og goyma persónsupplýsingar.

Hesar reglur eru galdandi uttan mun til, hvussu dátur verða goymdar.

Fyri at halda lógina skulu persónsupplýsingar savnast inn og nýtast rættvíst, goymast á tryggan hátt og ikki latast víðari ólógliga.

Dátuverndarlógin er grundað á átta týðandi meginreglur. Hesar siga, at persónsupplýsingar skulu:

Hesin politikkur er galdandi fyri:

Dátuverndarváði

Hesin politikkurin hjálpir til at verja TUTL móti nøkrum sera veruligum dátutrygdarváðum, m.a.:

Ábyrgd

Øll, sum arbeiða fyri ella hjá TUTL, hava sum ábyrgd av, at dátur verða savnaðar, goymdar og handfarnar á hóskandi hátt.

Hvørt toymi, sum umsitur persónsupplýsingar, skal tryggja, at tær verða handfarnar og viðgjørdar í tráð við hendan politikkin og dátuverndarreglurnar.

Hesi fólk hava tó høvuuðsábyrgdarøki:

Almennar starvsfólkaleiðreglur

Dátugoymsla

Hesar reglur lýsa, hvussu og hvar dátur skulu goymast á tryggan hátt. Spurningar um at goyma dátur á tryggan hátt kunnu beinast til KT-leiðaran ella dátueftirlitið.

Tá dátur verða goymdar á pappíri, skulu tær goymast á einum tryggum stað, har óviðkomandi ikki kunnu síggja tær.

Hesar leiðreglur eru eisini galdandi fyri dátur, sum vanliga verða goymdar elektroniskt, men av onkrari orsøk eru prentaðar út:

Dátunýtsla

Persónsupplýsingar hava einki virði fyri TUTL, uttan so at virkið kann gera brúk av teimum. Tað er tó, tá persónsupplýsingar verða atkomuligar og nýttar, at tær kunnu vera í størsta vanda fyri missi, spilli ella stuldur:

Dátuneyvleiki

Lógin krevur, at TUTL tekur rímilig stig til at tryggja, at dátur verða goymdar rætt og dagførdar.

Jú týdningarmiklari tað er, at persónsupplýsingarnar eru rættar, jú størri orku eigur TUTL at leggja í at tryggja rættleikan.

Tað er ábyrgdin hjá øllum starvsfólkum, sum arbeiða við dátum, at taka rímilig stig til, at tær verða goymdar so rættar og dagførdar sum gjørligt.

Evnisatgongdarfyrispurningar

Allir einstaklingar, sum eru evni í persónsupplýsingum, sum TUTL hevur í varðveitslu, hava rætt til:

Um ein persónur setir seg í samband við felagið og biður um hesar upplýsingar, verður hetta kallað evnisatgongdarfyrispurningur.

Evnisatgongdarfyrispurningar frá einstaklingum skulu sendast við telduposti, sum verða sendir til dátueftirlitið á [email protected]. Dátueftirlitið kann veita eitt vanligt áheitanarblað, hóast einstaklingar ikki noyðast at brúka hetta.

Dátueftirlitið fer at miða eftir at veita viðkomandi dátur innan 14 dagar.

Dátueftirlitið fer altíð at kanna samleikan hjá øllum, sum biðja um atgongd til evni, áðrenn hann letur nakrar upplýsingar.

At lata dátur av øðrum orsøkum

Undir ávísum førum loyvir dátuverndarlógin, at persónsupplýsingar verða latnar rættarmyndugleikum uttan samtykki frá tí skrásetta.

Undir hesum umstøðum fer TUTL at lata umbidnar dátur. Dátuábyrgdarin fer tó at tryggja, at áheitanin er lóglig, og søkir hjálp frá nevndini og frá løgfrøðiligu ráðgevunum hjá felagnum, har neyðugt er.

At veita upplýsingar

TUTL hevur til endamáls at tryggja, at einstaklingar eru tilvitaðir um, at teirra dátur verða viðgjørdar, og at teir skilja:


Til hesi endamál hevur felagið eina persónsupplýsingaryvirlýsing, har ásett verður hvussu dátur, sum hava við einstaklingar at gera, verða nýttar av felagnum.