Onki úrslit at finna.
Search by

Plátufelagið Tutl
Niels Finsensgøta 9c
100 Tórshavn
Føroyar
V-tal: 596736
Telefon: +298 314504
Teldupostur: [email protected]

GJALDING
Á tutl.com kanst tú gjalda við hesum gjaldskortum: Visa og Mastercard, umframt Paypal.
Allir prísir eru í DKK við MVG, uttan so at annað er tilskilað.
Vit taka fyrivarni fyri prísbroytingum, prentvillum og útseldum vørum.
Við gjalding við gjaldskorti skulu kortnummar, útgongudato og trygdarkoda upplýsast, og
við hesum gevur tú loyvi til, at Plátufelagið Tutl kann taka upphæddina av kortinum.
Allar transaktiónir verða viðgjørdar dulnevndar, so eingi kortdata eru sjónlig.

VØRUR OG BÍLEGGINGAR
Á tutl.com kanst tú keypa fløgur, plátur, klæðir o.a. tónleikarelaterað. Tá ið bílagt verður, skulu allar neyðugar upplýsingar fyllast út í teigunum. Ein bíleggingarváttan verður send á upplýstu teldupostadressuna.
Er vøran ikki á lagur, verður tú kunnaður um hetta umvegis telefon ella teldupost.
Gávukort kunnu ikki býtast um til reiðan pening.

ÚTBERAN / AVHEINTING
Plátufelagið Tutl sendir bíleggingar við Posta ella øðrum veitingarfelag. Væntaða útberingartíðin er 5–14 dagar.

Vørur kunnu eisini heintast eftir bílegging í handli okkara í Niels Finsensgøtu 9c, Tórshavn. Send okkum eina bílegging umvegis teldupost á [email protected] ella ring til okkum á +298 314504, so leggja vit tína bílegging klára at heinta og gjalda í handlinum

Iðranarrætt

Vit veita 14 dagar fullan iðranarrætt, um tú angrar eitt keyp ígjøgnum okkara heimasíðu. Hetta er treytað av, at vøran ikki er latin upp, er í upprunaligum pakkanum, og ikki hevur verið handfarin í stríð við vegleiðingina innan 14 dagar frá móttøku.
Plátufelagið Tutl rindar ikki fyri afturbering av vørum í sambandi við iðranarrættin. Iðranin skal fráboðast okkum í seinasta lagi 14 dagar eftir keypið, og vøran skal sendast aftur seinast 14 dagar eftir, at tú hevur boðað frá at tú ynskir at nýta tín iðranarrætt.
Boð um iðranina skal sendast til [email protected] og tað skal tyðiliga upplýsast, at tú ynskir at nýta tín iðranarrætt, og at tú ynskir at senda vøruna aftur.

ENDURGJALD
Iðrar tú keypið, fært tú upphæddina aftur, ið tú hevur goldið. Í førum har ein virðisminking er, sum tú hevur ábyrgd av, verður hetta trekt frá keypsupphæddini.

Um tú brúkar rættin til at angra keypið, endurgjalda vit allar upphæddir, sum tú hevur goldið, uttan óneyðugt drál og í seinasta lagi 14 dagar frá tí degi, vit hava móttikið fráboðan um títt val at angra keypið, og vøran er latin inn aftur. Vit brúka sama gjaldshátt, sum tú nýtti til upprunatransaktiónina, uttan so at annað verður avtalað.

Vøran skal sendast til:
Plátufelagið Tutl
Niels Finsensgøta 9c
100 Tórshavn
Føroyar

Fylgjandi vørusløg eru undantikin frá iðranarrættinum:
– Vørur, sum eru gjørdar eftir ynski hjá keyparanum ella hava fingið eitt serligt persónligt
brá.

KÆRUMØGULEIKI
Um tú vilt kæra títt keyp, skalt tú venda tær til [email protected]. Um tað ikki eydnast at finna eina loysn, kanst tú senda eina kæru til viðkomandi brúkaraumboð.