Lýsing
Sleðurokk (feat. Ævintýraferðin)
Hesin jazztrýkleyvarin hevur tikið alt Føroyar á bóli seinastu árini og til jólar ynskja tey at vælsignað hvørja stovu við teirra útseting av vælkenda jólalagnum “Sleðurokk”, sum Regin Djurhuus Patursson hevur skrivað og framført upprunaliga.
Tær hava fingið Ævintýraferðina at hjálpa teimum við at stýra sletuni, tí brekkan er brøtt og sleðan gongur skjótt!
Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her: https://bfan.link/sledurokk
Sleðurokk
Orð: Regin D. Patursson
Lag: Siðbundið
Lat teg væl í
Tak sleðuna við
Skjótt fara vit omaneftir á glið.
Halt fast (tí tað rýkur so illa tá)
Í mær (annars liggja vit eftirá)
Brekkan er brøtt,
og sleðan gongur skjótt,
hon flýgur sum ein rakett.
Eru øll her,
Sum starturin er?
Nú ræður um at fáa sær ferð.
Jarðrokk og blues
kitlandi brús,
bert kuldakrákur
fara til hús.
Koma á mál
við róp og skrál. – Jaaa!
Klárt nummar eitt –
Hendan sletan er hál.
Onkur datt av.
Vit rendu útav
og eftir høvdinum
øll undir kav.
Halt fast (tí tað rýkur so illa tá)
Í mær (annars liggja vit eftirá)
Brekkan er brøtt,
og sleðan gongur skjótt!
Hon flýgur,
hon flýgur
sum ein rakett
sum ein rakett!
Rakett, rakett, rakett rakett,
rakett, rakett, rakett rakett!