nú æt eg Brúðardrongur / Traðardrongur – Silvurdrongur

Katalognummar: HJF694d
Útgávuár: 2024
Sangir: 2

 

Lýsing

nú æt eg Brúðardrongur / Traðardrongur

Tvey tey seinastu stakløgini av komandi plátuni “nú æt eg eftir ánni” hjá Silvurdrongi eru nú leyslatin: Brúðardrongur og Traðardrongur. Talan er um tvey staðbundin løg, sum viðgera ávís hugløg á tveimum støðum í Havn: Undir Brúnni og í plantasjuni. Brúðardrongur snýr seg nemliga um barndómsgrannalagið hjá Silvurdrongi, Undir Brúnni, her nýggja plátan eisini varð upptikin. Í tvey áratíggju hevur ein brúgv staðið hálvbygd har uppi, sum Sundsvegurin endar. Nú verður tað arbeiðið endiliga gjørt liðugt, og húsini verða rivin niður, har tónleikurin er upptikin, so at brúgvin kann gerast heil. Ringrásin er fullkomin. Traðardrongur er ein klubbutur bangari, sum snýr seg um plantasjuna um náttina, tá hassjarir, blottarir og heksin í skóginum eru leys og lúra millum trøini. Hartil hoyrir sjálvandi eisini ein tilsiping til Eitt sunnukvøld í Plantasjuni. Ein tilsiping, ið leggur dent á tað lúrandi og tráfylgjandi, sum býr í føroyska fólkaklassikaranum. Hetta eru sum sagt tvey seinastu løgini av plátuni “nú æt eg eftir ánni”, sum fæst til keyps sum LP vinylpláta í Tutl 17. juli. Tað er Eyðfinn B. Lamhauge, eisini kallaðar Ayphin, sum hevur framleitt plátuna í samstarvi við Trygva Danielsen.

Sangir:
1. Brúðardrongur
2. Traðardrongur

Útgivið:
Á plátu og talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her: https://bfan.link/brudar-tradardrongur

nú æt eg Brúðardrongur / Traðardrongur

1. Brúðardrongur / Traðardrongur

Orð: Trygvi Danielsen
Lag: Trygvi Danielsen, Eyðfinn B. Lamhauge

shout out til dreingjakórið undir brúnni
ein hálv brúgv undir brúnni, drongur

summum reiðrum flýgur mann aldrin úr
innan fyri ein siamesiskan múr
her stendur ein brúgv
undir brúnni, drongur
ein hálv brúgv undir brúnni, drongur

her búði lefty, her búði úwli, her búði høminga, her búði geir
um eg nevni fleir, so kennir tú eisini teir

her stendur ein brúgv
hálvgjørd og sjálvgjørd
moldførd
dagførd
kalibrerað
til mín barndóm
eitt wasteland
fylt við lærdómi
uttan filtur til mín manndóm
tað er so fucking random
øll minnini off the dome

lowkey
lo-fi
high five
weird vibes
mítt stað
grannalag
gamlar gøtur
góðar løtur
ein brúgv
úr ongum
inn í einki

eg drekki minnini hon skeinkir
hon er bygd á míni fótafet
í tíðini áðrenn internet
hálv brúgv
heilag kúgv
hvít lygn
eat shit
suck a dick
bandakríggj
sova í telt
stjala jolly úr ternubúðini
stjala deodorant í mylnuni
og seta eld á mínar fretar
robin hood
robbin’ season
to be jolly

oh de lally
oh de lally
golly sikken en dag

uh
hálv brúgv undir brúnni drongur
her stendur ein hálv brúgv undir brúnni drongur

her búgva ayphin, her búgva jasmin, her búgva jesus, her búgva buddha
og heðin, tú kemur niðan her at rudda

her búgva danny, her búgva róar, her búgva stinki, her búgva róaldur
uppi í fjøllinum, man
her koma ongar flóðaldur

og bóndin sproytar tøið
á silvurbrúdleypsgrannalagið
her fólk við plastikposum heinta soppar
ikki hundalortar
vatnbrunnar og sólareygað
vøllurin og spæliplássið
hauntology vibes

2. Traðardrongur

Orð: Trygvi Danielsen
Lag: Trygvi Danielsen, Eyðfinn B. Lamhauge

mungi eftir chips
mungi eftir frelsu
hungri eftir ljósi
gangi eftir myrkum gøtum
inn í svartar skógar
har ótilvitið svevur
ótilvitaminir
ótilvitin blinkar

ósjónligt ógjørligt óveruligt
ódjórið er ótilfress
við tíni fótafet
óendaliga ljóðleys
lurta lurta lurta lurta

ger
hatta tingið betri
annars fer
tað bara at blíva verri
her
er tað síðsta træið
er tann síðsta vónin
er tað síðsta rótin

gólvið er frítt
orðið er títt
einki er býtt
einki er skeivt
sig hvat tú vilt
eg lurti
eg lurti
eg lurti eftir gloppinum millum ljóðini
inni millum trøini
sært tú eyguni lýsa?
har liggja blottarir
har liggja hassjarir
tú hoyrir teir teska

lurta lurta

áh góða áh góða
kom og set her hjá mær
áh góða áh góða
kom nú meðan eingin sær

eitt sunnukvøld í plantasjuni
eg gangi yvir í effo at keypa blandabomm
chips og dipp
eg veit at heksin rennur eftir mær
men eg tori ikki at venda mær við
eg veit at heksin rennur eftir mær
men eg tori ikki at venda mær við

eg veit at heksin kemur

Credits

Composers and Authors

Musicians

Eyðfinn B. Lamhauge

(samples & beat)

Trygvi Danielsen

(sang & samples & synth)

Production

Trygvi Danielsen

(samframleiðsla)

Eyðfinn B. Lamhauge

(framleiðsla)

Jens L. Thomsen

(ljóðbland)

Hans Poulsen

(frumbland)

Other products by artist