111 góðir dagar – hettarher

Katalognummar: FKT086
Útgávuár: 2024
Sangir: 13

Lýsing

111 góðir dagar

Plátan, sum eingin visti, at øll hava bíðað eftir. Hon bleiv funnin til útgrevsturin av jørðini undir Strúkijarninum á Reyni, nú húsini standa í umvæling, og fornfrøðingar hava varliga pussað støvið av vinylinum, sum tó er ov illa viðtikið at massaprodusera. Tí verður hon einans útgivin digitalt í fyrstu atløgu. Talan er sjálvandi um 111 góðir dagar – the soundtrack! Føroyski kultfilmurin frá 2021 eftir Trygva Danielsen hevði nevniliga monsterfeitan originaltónleik, sum hettarher (Torleik Mortensen og Andreas T. Restorff) skrivaðu og upptóku í Hoydølum. Teir nýtulkaðu føroyskar slagarar og framleiddu nýggj løg – eisini við serkønari hjálp frá Mariu Ljósá og Per I. Højgaard Petersen á einstøkum løgum. Tað er eisini Per I., sum hevur ljóðblandað, meðan Hans Poulsen hevur meistrað løgini.

Sangir:
1. Ber mær eitt blómublað eina
2. Interludið
3. Til Havnar vit fara
4. Fagra blóma
5. Meditatiónin
6. Dóttir mín
7. 15 ár, kom og dansa!
8. Mær leingist
9. Ragnar lykkja
10. Dreymurin
11. Nólsoyartripp
12. 1000 & einasta vaktin
13. Grand Finale

Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her: https://bfan.link/111-godir-dagar

 

Credits

Composers and Authors

Andreas Tykjær Restorff

(lag á 2, 5, 10, 11, 13)

Torleik Mortensen

(lag á 2, 5, 10, 11, 13)

Annika Hoydal

(lag á 11)

Maria Ljósá

(lag á 11)

N.P. Hartelius

(lag á 1)

Gunnar Dahl-Olsen

(týðing á 1)

Traditional

(lag á 3, orð & lag á 9, lag á 12b)

Hermann Jacobsen

(lagt til rættis á 3)

Fred Rose

(orð á 4)

Poul F. Joensen

(týðing á 4)

Kurt Foss

(lag á 6)

Reidar Bøe

(lag á 6)

Gunnar Hoydal

(týðing á 7a)

Paul Secon

(lag á 7a)

Robert Lelievre

(lag á 7a)

Bela Jenbach

(orð á 7b)

Leo Stein

(orð á 7b)

Franz Lehár

(lag á 7b)

Christian Holm-Isaksen

(týðing á 7b)

Nicolina av Kamarinum

(orð & lag á 8)

Jóan Jakku Guttesen

(orð & lag á 12a)

Harry Birtilíð

(orð á 12b)

Musicians

Andreas Tykjær Restorff

(sello, elektronikkur)

Torleik Mortensen

(kontrabass, klaver, elektronikkur)

Maria Ljósá

(sang á 3-6, 11-13)

Tróndur við Á

(sang á 9)

Annika Hoydal

(sang á 11)

Production

Andreas Tykjær Restorff

(framleiðsla, lagt til rættis)

Torleik Mortensen

(framleiðsla, lagt til rættis)

Trygvi Danielsen

(framleiðsla, lagt til rættis)

Per Ingvaldur Højgaard Petersen

(ljóðbland, lagt til rættis á 9)

Mentanargrunnur Landsins

(fíggjarligur stuðul)

Other products by artist