Lýsing
nú æt eg Spælidrongur / Shamandrongur
Hesi bæði løgini eru bæði dansivinarlig og klubbut í stíli, hóast tey eru heilt hvør sítt lag. Spælidrongur nýtir heilabráðnandi synthljóð og vatntrummur, sum byggja upp eitt sterkt klimaks, meðan róputi vokalurin snýr seg um ein spælandi, rennandi, syngjandi og dansandi Guð. Shamandrongur er meira jarðbundin við tí støðuga beatinum og grønlendska sangaranum, sum stuðlar uppundir. Tó fer lagið sanniliga eisini á flog, meir enn so, í tveimum umførum, tá tað rytmiska spælið eksploderar, og vit fáa nýggjar samplingar inn í ljóðmyndina, m.a. av syngjandi hvalum.
Alt í alt tvey merkisverd løg við sterkum eksperimenterandi stílum, ið noyða tann forvitna lurtaran at geva sær far um ljóðmyndirnar. Silvurdrongur kallar stílin m.a. Extinction Punk, Doomer Pop, Haunted House og Art Rap.
Tað er Eyðfinn B. Lamhauge, eisini kallaðar Ayphin, sum hevur framleitt plátuna í samstarvi við Trygva Danielsen. Fleiri stakløg kunnu væntast næstu mánaðirnar, áðrenn heildarútgávan verður til sølu í Tutl í juli.
Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her: https://bfan.link/spaelidrongur-shamandrongur
nú æt eg Spælidrongur / Shamandrongur
1. Spælidrongur
Orð: Trygvi Danielsen
Lag: Trygvi Danielsen, Eyðfinn B. Lamhauge
MÍN GUÐUR SPÆLIR
MÍN GUÐUR FLENNIR
MÍN GUÐUR HOPPAR
MÍN GUÐUR RENNUR
MÍN GUÐUR DANSAR
2. Shamandrongur
Orð: Trygvi Danielsen
Lag: Trygvi Danielsen, Eyðfinn B. Lamhauge
tað finnast 1000 ymsir mátar at krossfesta ein mann
men bara ein grund til tað at gera tað
ein grund til at gera tað
lyft hann upp
tað finnast bara tríggir mátar at brenna eina heks
og bara ein grund til at gera tað
ein grund til at gera tað
lyft hana upp
tað finnast 100.000 mátar at høgga niður ein skóg
men bara ein grund til at gera tað
ein grund til at gera tað
lyft tey upp
mín samvitska er ein hvalur sum svølgir meg
mín samvitska er ein ormur sum bítur meg
mín samvitska er eitt súrepli sum svíkir meg
mín samvitska er mín pápi sum ofrar meg
mín samvitska er bókin sum skrivar meg
lyft tey upp
tey sum sova
men hvørki hvíla
ella lekja
lyft tey upp
tey sum detta
og aldrin lenda
men altíð brotna
lyft tey upp
tey sum geva
og mugu stjala
ella geva upp
lyft tey upp
lyft tey upp
lyft tey upp
lyft tey upp
tey sum stríðast
tey sum royna
at vera sonn
lyft tey upp
tey sum syngja
tey sum biðja
tey sum lyfta
lyft teg upp
tú sum stríðist
tú klárar tað
lyft teg upp
tí tú kanst ikki
krógva teg
lyft tey upp
lyft teg upp
lyft tey upp
lyft teg upp
lyft teg upp
tú sum roynir
at finna tað
lyft teg upp
tí tú mást ikki
missa tað
lyft teg upp
tí tú elskar
at gera tað
lyft teg upp
tí tú gert tað
av kærleika
lyft tey upp
tí tú gert tað
av kærleika
fuck eg angri at eg ikki drap teg tá eg hevði kjansin
men um ábel drap káin
rann blóðuta áin
enn breidri enn gjógvin
sum kloyvdi
hin skøltin
sum rann út á sjógvin
har áin hjá káin
bleiv grøvin
hjá ábel
ein samvitskusandwich
við fortíð og angran
hvar fórt tú
vit fanga hann
við blaka hann
í fongslið
vit døma hann
við framtíð
sum ikki er komin
vit drepa hann
við hondini
sum ikki hevur hol
enn breidri enn gjógvin
er reiðrið hjá spógvinum
sum svølgdi hin ormin
ið skapti tann stormin
sum druknaði jørðina
við samvitskufjøruna
har tú fangaði krabbar
við spannuni hjá abba
krossfest hann
brenn hana
tey skulu ikki kenna tað
líkið
sum finna tað
í skóginum
hon gandaði
í gávuni
hon handaði
drep hana
hon andaði
hong hann
hann saltaði
vegin
við sandin
har
aldurnar
skola upp
sannleikan
samvitskan
etur meg
morgun og
kvøld
lyft meg upp
lyft meg upp
lyft meg upp
lyft meg upp
lyft meg upp