Lýsing
MAZE OF DEATH
Skotin í Klaksvík, James Blames, gevur við hesum út fyrsta staklagið av frumfløgu síni. Sangurin hevur íblástur úr framtíðarskaldsøgu við sama navni: Maze of Death eftir kenda rithøvundan Philip K. Dick. Hóast søgan tykist vera ein vanlig “morðgáta” (murder mystery), viðger hon nógv áhugaverd evni, eittnú einangran, tykisveruleika og tilverukreppu. Soleiðis dámar James eisini at mynda sangir sínar – við teksti, sum áhoyrarar kunnu tulka sum teimum lystir. James Blames (James Paul Clarke) býr í Klaksvík, er ættaður úr Skotlandi og uppvaksin í Connecticut. Hann lýsir seg sjálvan sum sjálvlærdan ikki-tónleikara og er í Føroyum mest kendur fyri at spæla “noise”. Men í hesum føri er talan um “populist rock”, sum er heitið á komandi fløguni. Hettar er fyrsta almenna einstaklingaútgáva hansara, hóast hann hevur hollar royndir við at framføra live, serliga í Amerika. Maze of Death-lagið er yrkt, sett saman og framført av James sjálvum. Dámar tær tónleikabólkar sum Hawkwind, Chrome og The Stooges, hoyrir Maze of Death óivað til á tínum playlista. Ert tú fjeppari av 70-unum kann tónleikurin hjá James avgjørt viðmælast.
Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, osfr.).
Lurta her: https://bfan.link/maze-of-death