døgurðaslang (stripped from HOYMA)
1. ballast millum maðkar
Orð: Eyðfinn B. Lamhauge, Trygvi Danielsen, Dania O. Tausen
Lag: Eyðfinn B. Lamhauge, Trygvi Danielsen, Dania O. Tausen
vit eta døgurðaslangur
og loyva teimum leysum
tær skríða runt inni í búkunum
gera tað ómøguligt at vakna
vit halda døgurðaslangum
durva okkum vakin
halda vakt og gníggja eygu
eg havi onki at goyma
eg eri eitt víðagitið
víðaspent reyvarhol
eg gevi tol
grønt gajol, aperol spritz
pilka linsurnar úr
áðrenn vit fara á sandin at ganga túr
eg fái mær morgunlúr, døgurðaslang
uppi um næturnar
eg burdi hildi uppat við at bara standa og hyggja at
eg stóð jú bara og stardi meðan tú sat og græt um slaturin
sum tú hoyrdi í dag gekk
jú mona hevur vunnið í gekkinum
ja hákun hevur flættur í skegginum
mhm
sjónvarpið spælir djass í steðginum
nei, slappa av
eg fari bara at koyra skrellið vekk
vit gleða okkum sum smábørn
til silvurlittað hárið
so vit fáa frið at sova
tað veksa hagasóljur úr reyvagreinini
pubishárini fjaðrar
eygnavippurnar summardáar
tornarunnir tankar
bringuhárini berjalingur
æðrarnir soppar
neglirnar úr trøllakambi
nøsin er ein boppa
lat meg í títt graslíki
lat meg hýsa tínum vespum
seti meg niður í plantasjuna
at ballast millum maðkar
at ballast millum maðkar
at ballast millum maðkar
at ballast millum maðkar
2. treo
Orð: Eyðfinn B. Lamhauge, Trygvi Danielsen
Lag: Eyðfinn B. Lamhauge, Trygvi Danielsen
eitt tjúkt hvítt tám hevur lagt seg á míni minnir
lurti eftir pffinum frá treo í hesum glasinum
undir vatninum
undir surrinum
í heilanum
er summarljósið ein glassplint í eyganum
og tú kallar meg
men eg balli meg
kilometrar undir jørðini í íslendskum lavadýnum
við lavalampuni og ælaboganum
og marakesh í huganum
allir litir sum eg minnist
á, treo
mín brúsandi gloymskunnar gudinna
hjálp mær at minnast
alt sum liggur fjalt
undir vatninum
inni í vatninum
pjyvir vatninum
á, treo
mín brúsandi gloymskunnar gudinna
hjálp mær at minnast
alt sum liggur fjalt
gersovæl gersovæl
renn renn mikkjal thomassen
eg vil fegin handa tær mítt hjarta
og vænta mær alt tað bjarta
men tað gagnar ongum
tí mítt gula tapur móti tínum svarta
hey ho eg keypi bonustíð frá kronos
kirvi frá poseidon
trampi tranuber við dionysus
tað var soleiðis jesus gjørdi
tá hann gjørdi vínið sum eg skeinki mær
og mínum í umberingsgávu
hevði tað bara verið so væl
at eg bara gjørdi ilt verri
eg geri eisini gott ringt
eg geri eisini gott ringt
gersovæl
takki fyri gersovæl
tú meinar tað ikki ringt
men eg taki tað illa upp
gersovæl
orsaka
gersovæl
3. anita slap in the face
Orð: Eyðfinn B. Lamhauge, Dania O. Tausen
Lag: Eyðfinn B. Lamhauge, Dania O. Tausen
hvør skapti sápurnar
suppurnar
superman
hvør skapti sopparnar
gud í himlinum
ein lyngnalvasoppur
ein snjóflugusoppur
ein reyðsnúin soppur fram við havnará
“hey”
“hey”
“hey”
við grábrúnum hatti
og flipputari flætti
klárur at heinta nú úr bóndagarð
“hey”
“hey”
“hey”
anita kom og ger mær eina suppu
anita blámusoppasuppu
anita dollar og suppu sum bara anita ger
anita slap in the face with a chair
eg fekk hug at bjarga einum djóri í dag
eg eri naturist uppá tann mátan
at eg tosi við slangur
útzooming
innzooming
kom og suga eitrið úr mær
uuh anita
kom og gev mær heita soppasuppu
kom og leitið eftir eiturkoppum
anita
smátungusoppur
moyggjarvakssoppur
mosahjálmssoppur
tøðfinnusoppur
grannsvávulssoppur
bøslipusoppur
lyngnalvasoppur
snjóflugusoppur
summir soppar eru etandi
summir soppar eru eitrandi
æðrasoppar eru hvørgan av teimum
4. vit eru moyr
Orð: Eyðfinn B. Lamhauge, Dania O. Tausen, Trygvi Danielsen
Lag: Eyðfinn B. Lamhauge, Dania O. Tausen, Trygvi Danielsen
ja man
føli meg nokkso fresh
akkurát komin aftur úr berlin
funnið ein sjúkan jakka
og einar buksur sum passa mína weird ass mjødn
nú kann summarið bara koma
lova tí inn
lova mær inn
fara at ganga runt í býnum og vita um eg finni ein gamlan vin
at heilsa uppá
at taka ein kaffi
kanska eina øl
hvussu hevur tú havt tað?
nær skal hon eiga?
ja man
tað ljóðar sjúkt
opna eina kafé? opna eina barr?
gera eitt spælistað? keypa ein barnavogn?
byggja eina kirkju? planta ein skóg?
skapa eina mentan? byggja eitt heim?
ja man
vit burdu gjørt tað
kom avstað
vit gera tað í dag
vit kunnu meir enn vit halda vit halda til
vit eru meir enn vit síggja
vit síggja meir enn hvat eyguni halda til
vit eru meir enn vit hoyra
kom og la’ um’ ah
kom og la’ um’ ah
kom og … um, um um (dansið mmm syngið)
kom og la’ um’ ah
kom og la’ um’ ah
kom og … um, um um (dansið mmm syngið)
kom og latið sum um at eingin hoyrir
kom og latið sum um at eingin sær
eg dugi meir enn eg haldi
tú dugir meir enn tú heldur
vit kunnu øll meir um vit bara lata sum um
vit kunnu meir enn vit halda vit halda til
vit eru meir enn vit síggja
vit síggja meir enn hvat eyguni halda til
vit eru meir enn vit hoyra
vit duga meir enn vit halda vit hoyra til
vit eru meir enn vit duga
vit røkka longri enn armarnir røkka til
5. peterplyssblús
Orð: Eyðfinn B. Lamhauge, Trygvi Danielsen
Lag: Eyðfinn B. Lamhauge, Trygvi Danielsen
kanst tú bjóða mær eina søgu í kvøld
um hvussu eg plagdi at vera fyrr
eg elski at tú minnist meg
fortel mær um mína peterplyssblus
fyrsta dagin í barnagarðinum
*vroom vroom*
“bro bro brille
klokken ringer elleve
kejseren står på sit høje hvide slot
så hvidt som krit
så sort som kul
fare fare krigsmand
døden skal du lide
den som kommer allersidst
skal i den sorte gryde”
vit eru blivin eldri nú
vit síggjast ikki líka ofta nú
eg skrivi bara fyri at siga at eg sakni teg
eg minnist teg
eg elski at vit hava deilt tíðina millum okkum
break?
briggedibriggedibriggedibriggedi breeeeaaaaaak!!!
(klokken ringer elleve)
(kejseren står på sit høje hvide slot)
(så hvidt som krit)
(så sort som kul)
(fare fare krigsmand)
(døden skal du lide)
(den som kommer allersidst)
(skal i den sorte gryde)
6. hann sjálvir <3
Orð: Eyðfinn B. Lamhauge, Trygvi Danielsen, Dania O. Tausen
Lag: Eyðfinn B. Lamhauge, Trygvi Danielsen, Dania O. Tausen
hey abbi
nú er tað ein løta síðan seinast
hey abbi
hvussu er veðrið har uppi?
er tað betri enn her niðri?
eg elski teg
eg hevði ynskt eg hevði sagt tað við teg fyrr
og nakað oftari
tú visti altíð okkurt gott og okkurt nýtt at fortelja mær
ein mildur, fittur, stuttligur maður
eyguni spurdu altíð inná
hvussu eg hevði tað
og tú syrgdi fyri at øll vóru glað
eg eri tann eg eri í dag
og tað er takkað vera tær abbi
tú vart límið í familjuni
sætti juni nítjanhundraðogfimmogfjøruti
skriva dato’ið niður
tú ert mín fyrimynd
tú ert mín hetja
tú ert mín abbi
er tað nakar í heiminum sum hevur uppiborið ein sang
ja, so er tað tú abbi
hvussu nógv hava ikki gingið í sunnudagsskúla
ivast og spurt inn til sín átrúnað
hvussu nógv hava ikki mussað ein av sama kyni?
hvussu nógv hava ikki grátið við einum vini?
eg hopi vit øll
seta ferðina niður
hyggja úr telefonunum
og hyggja eftir menniskjum
sum veruliga liva
tosa við tey og siga: heeeeey
eg bleiv frelstur tá eg lærdi at elska
tá eg sá hvussu kærleikin megnar at bjarga
at vísa teimum vilstu á røttu kós
at traðka úr holunum og út í dagsljós
eg bleiv ríkur tá eg lærdi at ignorera
at lata sum luft tá hatrið blásti við fullari megi
viðhvørt at venda hin kjálkan til
viðhvørt at koppa borðinum tá órættvísi er
vit missa ofta mótið
tað er einki at siga til
men vit reisa okkum aftur
tann sum torir og vil
lat teg bara í hosurnar
kom út og gang ein túr
fáa fríska luft til tankarnar
so fáa vit okkum ein lúr
tað er so lætt
tað er so lætt
tað er so lætt at vera til
tá kærleikin er sterkur
og hjartað tað vil
at góðtaka og fyrigeva
ja man
tað er so stutt
tað er so ringt
men tað er so lætt at vera til
havi bara hug at siga:
hey! hvusssu gongur?
nú? hvussu er skilið?
hey, hann sjálvur!
ja, man