Resterne af Rigsfællesskabet

Katalognummar: FKT097
Útgávuár: 2024
Løg: 2

Lýsing

Resterne af Rigsfællesskabet

Resterne af Rigsfællesskabet (Leivdirnar av ríkisfelagsskapinum). Elektroniskur tónleikur møtir Inuit trummudansi. Tøknin møtir náttúruni. Viðurskiftini millum hini londini í danska ríkisfelagsskapinum og seinasta landið, sum lýsti sjálvstýri, kannast. Listaliga gjøgnumlivandi improviseraðar tónleikaframførslur. Resterne af Rigsfællesskabet er Heðin Ziska Davidsen (FO), Jesper Pedersen (DK/IS) og Miké Thomsen (GL). Trioin sameinir ljóðini av modulsynthesizarum við nútímans tulkingum av inuit-trummudansi og hálssangsiðvenjuni. Bólkurin kannar møguligu tónlistarligu frígeringina og listarliga frælsið innan karmarnar um royndan
elektroniskan tónleik og Inuit-framførslu og frásøgn. Teir leita eftir at skapa eitt nýtt tónleikaligt mál, sum fevnir um bæði fortíðar-, nútíða- og framtíðarljóðúttrykk og at taka hendan tónleikin til sonevnda útjaðaran av Ríkisfelagsskapinum. Sjálvnevnda fløgan varð sett saman úr ymiskum upptøkum av live framførslum í Føroyum og Íslandi. Hon inniheldur tvey spor, sum hvør fylla eina síðu á plátuni. Sløgini umboða eina tónleikaliga ferð, sum kannar eitt felags grundarlag millum teir tríggjar tónleikararnar. Ein opin samrøða.

Sangir:
1. Dunu
2. Adâseq

Útgivið:
LP, talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, osfr.)
Lurta her: https://bfan.link/resterne-af-rigsfaellesskabet

Credits

Composers and Authors

Heðin Ziska Davidsen

(tónasmiður)

Jesper Pedersen

(tónasmiður)

Miké Thomsen

(tónasmiður)

Musicians

Heðin Ziska Davidsen

(modulan synth, elektronikk)

Jesper Pedersen

(modulan synth, elektronikk)

Miké Thomsen

(vokal, qilaat)

Production

Heðin Ziska Davidsen

(framleiðsla, ljóðbland)

Jesper Pedersen

(framleiðsla, ljóðbland)

Miké Thomsen

(framleiðsla)

Stuðul

(Koda Kultur, Mentanargrunnur Landsins, Gramexgrunnur Føroya, Felagið Føroysk Tónaskøld)