Kennir tú hesa tíð
1. Kennir tú hesa tíð
Orð og lag: Beinir Troest Rasmussen
Kennir tú hesa tíð, tá kavi er í líð
Tað kavar, alt tykist nýtt, alt er so pent og frítt.
Tá øll børn gleða seg, tað er ein sum er á veg
hann gongur runt um fjøll, og gávur fáa øll
Nú eru jól
Børnini tey gleða seg
Nú eru jól
Á, eg gleði meg
Nú eru jól
Børnini tey gleða seg
Nú eru jól
ja, nú eru jól
Kom og bygg við mær, kom og spæl og hugna tær
Stóran kavamann, sum smílast og flenna kann
Keypt er jólatræ, vit fara at pynta tað
Gleða okkum nú, og vónandi eisini tú
Hendan myrka stund, tá øll hava skund
Og nú er tíð at gleða seg
Julius kemur skjótt, hevði honum vilja møtt
Tí vil eg aftur hugna mær
Vit fara at klippa
Vit fara at líma
Vit fara at rappa
Vit fara at ríma
Alt verður so gott hesa jólanátt, tí fell ikki fátt
Eg veit, at tað virkar sum um, feilur í jólakalendaranum.
Nú eru jól
Børnini tey gleða seg
Nú eru jól
Á, eg gleði meg
Nú eru jól
Børnini tey gleða seg
Nú eru jól
ja, nú eru jól
Nú sita vit aftur her, familjan við borðið er
Hugnalligt er tað henan jóladag
Eg eri ei liðugur enn at syngja um jólamenn
Tí eg veit, at alt verður gott, at jól vera aftur brátt
Nú eru jól
Børnini tey gleða seg
Nú eru jól
Á, eg gleði meg
Nú eru jól
Børnini tey gleða seg
Nú eru jól
ja, nú eru jól
2. Góða mamma
Orð: Signar í Homrum
Lag: Jens Marni Hansen
Góða mamma, veist tú hvat eg havi hugsað um?
hvat man finnast í teim vøkru jólapakkunum
Eg havi hugsað hvat eg finna kann uppá til tín
okkurt sera serligt, tí at tú ert mamma mín
Lítla fitta hjartað mítt, eg eigi onki svar
tú ert stórsta gávan nakrantíð varð givin mær.
Og skuldi eg sett ynski fram, var eittans ynski tað
at einans stórstu eydnu tær í fylgi er hvønn dag.
Góða mamma, hatta ber jú slettis ikki til
Hvussu kann eg pakka eina slíka gávu inn.
Í gávu band og pappír, so hon tekur seg væl út
soleiðis skal jólagávan jú helst síggja út.
Góða fitta barnið mítt, tú sigur tað sum er
okkurt skal í eskjuna, sum undir træðið fer
tak ein stóran sleinkimuss, og pakka hann væl inn
So tá eg pakki pakkan upp, hann flýgur á mín kinn.
3. Hoppa, dansa
Orð og lag: Hjørdis Johansen
Hoppa dansa
fjasa svansa
renna runt um træið
Á tað er so spennandi
og sera gott er lagið
Tjumm faderi faderullaley
Tjumm faderi faderalla
Tjumm faderi faderullaley
Tjumm faderi faderalla
Stórir pakkar smáir pakkar
og ein púra rundur
ikki pilka ikki lúra
so teir detta sundur
Tjumm faderi faderullaley
Tjumm faderi faderalla
Tjumm faderi faderullaley
Tjumm faderi faderalla
4. Ring til Julius
Orð: Signar í Homrum
Lag: Jens Marni Hansen
Sig mær, Kann eitt teppi flúgva,
hvussu kann tað bera til?
Og um so er, at tað kann flúgva
Eitt slikt eg hava vil
Eg veit ikki um eitt teppi flúgva kann,
Ring til ein og spyr tú hann
Ring til Julius
Kann man ynskja bláan himmal
At sólin skínur hvønn ein dag?
Og er onkur man kann spyrja
Sum kann fáa tað í lag?
Hatta hava so mong altíð undrast á
Svarið kanska ein kann fá
Ring til Julius
Ber tað til hjá mær at biðja,
At heimsins børn øll eiga part
Og tey glað øll kunnu siga
Frælsisvónin lýsur bjart
Framtíðin er fyri øllum okkum huld
Men hjá einum ikki duld
Ring til Julius
ååååååååååå
Stórsta ynskið til mín rennur
At babba í tí stóru verð
Kærleikan frá mær hann kennur
Og at hann fer ongan veg
Góða barnið, onga løtu ivist eg
At hann hugsar bert um teg, Men…
Ring til Julius
5. Huff nú eru aftur jól
Orð: Signar í Homrum
Lag: Jens Marni Hansen
Nú eru jólini aftur í ár.
Tað er sum vit tóku alt pyntið niður í gjár.
Og so skulu vit aftur ígongd við at rokast
Um kapp við øll hini, tuska og trokast.
Huff, sigi eg bara, nú er aftur jól.
Tað er tað sama, jú, ár eftir ár
Í gjaldskortið grivið eitt øgiligt sár
Keypa ov nógv, sum vit ei fara at brúka
Eitt øgiligt jag, øll bidda og júka
Huff, sigi eg bara, nú er aftur jól.
Hvør hevur funnið uppá hetta her?
At alt skal koyra við so nógvari ferð
Ongin fær tíð til at njóta tað góða
Kanska frá mær okkurt annað skal ljóða
Tí, sigi eg bara, nú er aftur jól
So komið øll út í býin við mær
Vit fara saman og eru hvør øðrum nær
So keypa vit okkum kaka og ein bolla
Nú er tann stundin at tvætla og fjolla
Juhu, sigi eg bara, nú er aftur jól.
6. Tendra ljósini í dag
Orð: Signar í Homrum
Lag: Jens Marni Hansen
Kom nú góða jólatræ, nú skulu vit teg pynta
Í alskyns litum prýða teg og teg vakurt sminka
Fyrst í fótin seta teg og spenna teg væl fastan
Kanska styttast má eitt vet so longdin passar til
Kom nú góða jólatræ, tíðin hon er komin
Stóra vakra jólatræ, tendra ljósini í dag
Vit fara øll á loftið upp og bara alt so niður
Eitt rennarí og mikið rok, her verður ongin friður
Fyrst vit taka einglarnar og blankar jólakúlur
Síðan stavarnar av sukri, sum jú skulu við
Fløggini ei gloyma vit, Merkið okkum kæra
Stóra vakra jólatræ, tendra ljósini í dag
Pappírskramarhúsini vit ikki mugu gloyma
Piparnøtirnar vit baka, skulu í tey goyma
Glimmurketuna vit mugu røkja upp so fína
Ringiklokkurnar sum eiga sjálvandi sítt pláss
Nissumammu, nissupápa børn øll vilja hava
Stóra vakra jólatræ, tendra ljósini í dag
Nú træðið vakra sær gott út, enn manglar høvd á kroppi
Stjørnan gylta er jú tann sum krúnan er á toppi
Pakkarnar at enda vit øll leggja undir træðið
Vakrari eitt jólatræ, ei verður sætt í bræði
Kom nú góða jólatræ, tíðin hon er komin
Stóra vakra jólatræ, tendra ljósini í dag
7. Julius er á veg
Orð og lag: Beinir Troest Rasmussen
Sjóhvítar flykrir detta himli av
Smáttan í Likkudali er undir kav
Inni situr Julius við eldstaðin og smíðar
Við hugskotum í hugnanum hann eftir jólum bíðar
Tá hvíta kavadýnan legst at dalinum
Fer Julius at stuttleika sær í kavanum
Letur seg væl í og gevur øllum børnum frí
Tí nú er løtan komin til at njóta hesa tíð
Tit kenna hann, tað er Julius
Hann fær okkum at smílast og at hugsa um
At jól nú nærka seg, so tú kanst gleða teg
Tí Julius er á veg eeeeeeehhhhhhh
Julius hevur sína verksmiðju
Har hann gongur runt og pakkar gávur inn.
Leikur, klæðir, smykkur, alt sum eyga sær.
Eitt ljóðføri, eitt kelidjór sum tú ynskti tær
Tit kenna hann, tað er Julius
Hann fær okkum at smílast og at hugsa um
At jól nú nærka seg, so tú kanst gleða teg
Tí Julius er á veg eeeeeeehhh
Julius er á veg eeeeeeeeh
Julius er á veg eehhhhhh
Julius er á veg eeeehhh
…
Julius er á veg
8. Míni lítlu jól
Orð og lag: Beinir Troest Rasmussen
Minnist tú jólini í 85?
Tá kalendarin var etin burt áðrenn 5. desembur
Minnist tú? Tá báðir fingu sukursjokk
Vit høvdu ikki megi og mátt
Til at bíða longur
Men lívið broyttist
Sum tíðin leið
Vit gerast eldri
Men vættrar gerast ei
Míni lítlu jól
So góð, so góð
Ja, alt var betri tá
Míni lítlu jól
So góð, so góð
So bjørt at líta á
Míni lítlu jól
Fylgja mær enn
Geva mær minni um gleði og ró
Míni lítlu jól
Minnist tú kavakríggj í dalinum?
Tá vit sletaðu í kavanum
Frá morgni til myrkurs?
Og lívið broyttist
Sum tíðin leið
Vit gerast eldri
Men vættrar gerast ei
Míni lítlu jól
So góð, so góð
Ja, alt var betri tá
Míni lítlu jól
So góð, so góð
So bjørt at líta á
Míni lítlu jól
Fylgja mær enn
Geva mær minni um gleði og ró
Míni lítlu jól
Aaa aa aa aa
Míni lítlu jól
Lítlu jól
Aaa aa aa aa
Míni lítlu jól
Lítlu jól
Míni lítlu jól
So góð, so góð
Ja, alt var betri tá
Míni lítlu jól
So góð, so góð
So bjørt at líta á
Míni lítlu jól
Fylgja mær enn
Geva mær minni um gleði og ró
Míni lítlu jól
9. Eg og mínir vættravinir
Orð og lag: Beinir Troest Rasmussen
Reyða húgvu, langan tút
Kaldar kjálkar, fittan búk
Sig mær – sært tú meg?
Tað er Lítli!
Rundar brillur, flottar tenn
Sterkur, skjótur – alt í senn
Sig mær – sært tú meg?
Tað er Lítli!
Og eg reiki víða hvar
Ja, so langt sum eygað sær
Um eg ikki siti á loftinum hjá tær
Gangi eg runt og mali
Langt burturi
uppi í Likkudali
Eg smíði
Eg pakki
gávur í túsundtali
Eg og mínir vættravinir
Í leðurskóm og knæbuksum
Raskastur í heiminum
Sig mær – sært tú meg?
Tað er Lítli!
Og eg reiki víða hvar
Ja, so langt sum eygað sær
Um eg ikki siti á loftinum hjá tær
Gangi eg runt og mali
Langt burturi
uppi í Likkudali
Eg smíði
Eg pakki
gávur í túsundtali
Eg og mínir vættravinir
Rætta mær ein pakka
Pakka pakka pakka
Pakka nú tað rætta
Rætta rætta rætta
Fylgið við, statt ikki í frið
Kom allir vættrar lið um lið
Pakka pakka pakka
Pakka pakka pakka
10. Kom við í Likkudal
Orð og lag: Beinir Troest Rasmussen
Eg veit eitt stað
Vakrari enn alt, eg havi sæð
Har fólk og fæ
Hjálpast at og syngja sama lag
Tey standa saman
Øll sum ein Ja – miðal, stór og smá
og gott er tað
Skunda tær, so fara vit avstað
Kom við í Likkudal
Her er so gott at vera
og so hugnaligt um jólini
Kom við í Likkudal
Her er so nógv at gera
Til tey vaksnu og til børnini
Oh ja
Nananana
Kom við í Likkudal
Um tú ert stúrin hevur tú ein vin at líta á
Minst til at Julius er á veg,
so skjótt tú sigur frá
Hóast vit eru ymisk
Finna vit stevið hvønn dag
Hetta er okkara stað
Kom við í Likkudal
Her er so gott at vera
og so hugnaligt um jólini
Kom við í Likkudal
Her er so nógv at gera
Til tey vaksnu og til børnini
Oh ja
Nananana
Nananana
Nananana
Kom við í Likkudal
Leingi er at bíða til 24.
Eg veit at tað er ringt,
men vit mugu njóta tað
So komið øll vaksin, børn – eg veit um eitt stað
Har jólaperur lýsa og øll eru glað
Kom við í Likkudal
Her er so gott at vera
og so hugnaligt um jólini
Kom við í Likkudal
Her er so nógv at gera
Til tey vaksnu og til børnini
Oh ja
Nananana
Nananana
Nananana
Kom við í Likkudal
Vit kunnu alt
Sanna kennir alskins jólaspøl
Og Jónas, hann er raskastur at byggja kavamann
Um tú vil sleta
Leita eftir Rudi Mariann
Og lítla Greta
Dugir best við spaka og við spann
Kom við í Likkudal
Her er so gott at vera
og so hugnaligt um jólini
Kom við í Likkudal
Her er so nógv at gera
Til tey vaksnu og til børnini
Oh ja
Nananana
Nananana
Nananana
Kom við í Likkudal
Nananana
Nananana
Nananana
Kom við í Likkudal
11. Gran Canaria
Orð og lag: Beinir Troest Rasmussen
Burtur frá øllum kava og fjøllum, gangi eg
Í shortsi og brillum, uttan eitt einasta ørindi
Her er heitt og fjált
Ikki kalt og hált
Pápar njóta hvørt sekund
Meðan børnini spæla sær í sandinum
Eg vil til
Gran Canaria
At dyppa tær við strondina
Eg vil
Í tað ókenda
Kom tú við mær
í sólina
Eg vil tilGran Gran Gran Canaria
So kom til
Gran Gran Gran Canaria
Eg vil til
Gran Gran Gran Canaria
Kom tú við mær
í sólina
Tá tænarin spyr meg “Do you need something else, señor?”
Tá svari eg glaður “una cerveza por favor”
Her er heitt og fjált
Ikki kalt og hált
Pápar njóta hvørt sekund
Meðan børnini spæla sær í sandinum
Eg vil til
Gran Canaria
At dyppa tær við strondina
Eg vil
Í tað ókenda
Kom tú við mær í sólina
Eg vil til
Gran Gran Gran Canaria
So kom til
Gran Gran Gran Canaria
Eg vil til
Gran Gran Gran Canaria Kom tú við mær
í sólina
Aaa aaa aaa aaa aa
Aaa aaa aaa aaa aa
Aaa aaa aaa aaa aa
Aaa aaa aaa aaa aa
Her er heitt og fjált
Ikki kalt og hált
Pápar njóta hvørt sekund
Meðan børnini spæla sær í sandinum
Eg vil til
Gran Gran Gran Canaria
So kom til
Gran Gran Gran Canaria
Eg vil til
Gran Gran Gran Canaria
Kom tú við mær
í sólina
12. Føroyar, besta stað
Orð og lag: Beinir Troest Rasmussen
Tú droymir teg vekk í desembur
Langt burt til eitt heitari stað
Men babba, eg havi ongantið sæð
eitt pyntað pálmatræ
Tú sigur at alt verður betri
Tá havið og strond eru nær
Men babba, eg havi ongantíð sæð
ein Julius sóla sær
So eg sigi “nei takk”
Eg vil vera heima
Hvussu kanst tú gloyma
at nú á jólum er
Føroyar besta stað í verð
Her vinirnir møtast við sleðum
Her perurnar lýsa myrkrið upp
Og babba, eg ynski mær einki meira enn
at vera verandi
Her um jólini
So eg sigi “nei takk”
Eg vil vera heima
Hvussu kanst tú gloyma
at nú á jólum er
Føroyar besta stað í verð
Aaaa aaa
Aaaa aaa
Aaaa aaa
Aaaa aaa
So eg sigi “nei takk”
Eg vil vera heima
Hvussu kanst tú gloyma
at nú á jólum er
Føroyar best í veerð
So eg sigi “nei takk”
Eg vil vera heima
Hvussu kanst tú gloyma
at nú á jólum er
Føroyar besta stað í verð