Lýsing
Where’s The Trauma?
Hesin sangurin kom, tá vegleiðarin hjá Annu spurdi: “Hvar liggur traumaið?” í samband við hennara masterritgerð í tónleiki á Listaháskúla Íslands.
“Trauma, skaldskapur, fuck Jante-lógin – kreativitetur sum yvirlivilsismiðil” Hon hevði skrivað nógvar yrkingar, men eingin teirra vendi sær til fílin í rúminum – Trauma.
Hesin spurningurin fekk hana at hugsa um hennara veru, tá hon gekk heim úr skúlanum. Hvar liggur traumaið? hugsaði Anna við sær sjálvari, at hon kendi seg ørkymlaða og øðiliga, meðan hon rann upp trappurnar til kamarið hjá sær.
“Eg skal vísa henni, hvar traumaið liggur”, rópti Anna fyri seg sjálva. Hon fór skundandi at skriva orð niður, sum lýstu vreiði, hon kendi av at verða provokerað til at opinbart møta spurninginum um at gera vreiði til list.
Tað var tað skumpið, sum Anna hevði brúk fyri at yrkja sín fyrsta rútmiska elektroniska dansisang við einum banging dansislag. Soleiðis dansaði Anna við sínum trauma og dansaði pínuna burtur sum í eini transu, har bara tónleikur var til, meðan kroppurin og føturnir gjørdust eitt hjartaslag.
Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, osfr.)
Lurta her: https://bfan.link/wheres-the-trauma