Lýsing
Føgur er foldin
Allir føroyingar kenna hugnaliga lagið Føgur er foldin. Hóast teksturin upprunaliga ikki er ætlaður sum jólalag, er hann fastur táttur í kirkjum og til jólahald í desembur mánaða, eins og flestu familjur helst syngja hann, tá farið verður kring jólatræðið.
Nýggja útgávan hjá hjá Marionnu Winter og Ragnari Finsson, er ein roynd at blása nýtt lív í kenda klassikaran. Alt er upptikið í lítlu íbúðini hjá unga parinum, sum longu hava gjørt tónleik saman í nógv ár. Akustiska og fólksliga tulkingin blandar atmoferisk ljóð, sokallaðan vocoder klang, yndisligar kórsamansetingar, og eitt ótal av ymiskum gittarum. Úrslitið er ein nýmótans, men innilig ljóðmynd.
Tað heilt serliga við útgávuni er eisini, at tey hava brúkt fleiri gerandisting sum ljóðføri. Ein skólissa á einum pinni varð brúkt at spæla á banjo við, og úrslitið gjørdist ein næstan stálkendur tóni. Óvanligu hjálpitólini geva sanginum eitt jørðbundið og heimagjørt ljóð, sum hitar stovurnar hesa køldu tíðina.
Hendan útgávan av Føgur er foldin skal minna okkum á at løtan er stokkut. Men samstundis hava vit øll ymiskar sannleikar, sum veita okkum støðugleika.
Nýskapandi samansetingin fangar djúpa andliga boðskapin í sanginum við einum frískum og kensligligum ljóði.
Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her: https://bfan.link/fogur-er-foldin-1