ja/nei – og restin av vikuni – Dania O. Tausen

kr. 103kr. 199

Producer catalogue: HJF641
Production year: 2023
Tracks: 13

Lýsing

About ja/nei – og restin av vikuni (LP/CD)

ja / nei – og restin av vikuni (yes / no – and the rest of the week) is Dania O. Tausen’s second album. Like on her first album, Dania collaborates with her cousin, multi-instrumentalist and producer Benjamin Djurhuus. This time they also invited talented songwriter and musician Ragnar Finsson (Horrse, Raske Drenge) to join them on the journey. An album dedicated to diving into the ordinary (shopping, working, traveling) and researching how it leads us onto bigger subjects (absurd reality, electronics in nature, unconsciousness, toxicity, making the right choices). To clear things up, the album is divided into two halves: the yes-side and the no-side. “The rest of the week” is a way of saying that there are many grey areas in between.

Tracklist:

A/ja:
1. at siga ja er nei (+Ragnar Finsson)
2. eg gleði meg at sakna teg
3. eg burdi keypt mær hús í bergen
4. kann eg hava armin soleiðis her?
5. heimlig ljóð (+Cantabile)
6. við mána afturvið (+Cantabile)
7. og tað er bara tað (+Son of Fortune)

B/nei:
8. eg eri ein mynd
9. nú eru vit tvey fólk
10. tú pjøvist ikki at leggja alt tú hugsar á facebook (+Cantabile)
11. aftan á ein langan arbeiðsdag
12. vit bíða at breyðið skal poppa
13. eg vil frysta løtuna (+Ragnar Finsson)

Released on the following formats
LP with detailed partially handmade booklet and cover, handwrapped CD, and digitally on all major platforms (Spotify, Apple Music, etc.). You can check it out on with this link: https://bfan.link/ja-nei

Watch Music videos:

Meiri kunning

VektN/A
Product

CD, LP

ja/nei – og restin av vikuni

1. at siga ja er nei (+ Ragnar Finsson)

Words: Dania O. Tausen, Ragnar Finsson
Music: Dania O. Tausen, Ragnar Finsson

eg kundi tumlað meg gjøgnum alt evropa
lisið eina bók í montréal
eg kundi gingið á smølum gøtum
etið fruktir beint av einum træ

eg kundi sjoppað til alt árið
sólað mær við ísi á sacré cæur
eg kundi sitið á einum toki
staðið á einum heyggi í athen
riðið á einum hesti

eg síggi mínar óttanir
eg hugsi alt for nógv
eg taki mínar ætlanir
og kasti tær á sjógv

eg havi aldrin dugað
at bara fara við tí sum sker
hví er tað so ógjørligt
at bara vera í tí sum er?

eg kundi klatrað meir í fjøllum
farið stimitúr og fiskað í fleiri tjørnum
etið skinsakjøt
gjørt sátur í hvørjum haga
eg kundi generelt hoppað meir í havið

og hægri útbúgving!
nøkur børn
í minsta lagið tvey
eitt grundstykki á leynum
kundi biðið meir til gud
vitjað tey gomlu
og tey sum eru í neyð

at siga – at siga ja
er nei til okkurt annað

at siga – at siga nei
ger pláss til enn meir

2. eg gleði meg at sakna teg

Words: Dania O. Tausen
Music: Dania O. Tausen, Arnold Ludvig

eg gleði meg
at sakna teg
tá ið sólin sær á tína síðu
av songini
og eg rembi mær
uttan at hugsa um
hvat eg ljóði sum
og síggi út

eg leingist so
eftir at sakna teg
tá eg veit
nær tú seinast helt um meg
og orðini hanga á rað
uttast á tunguni
millum mítt
og títt fornermaða lag

vit hava góða tíð
sært tú tað blómar enn
tá ið grasið gulnar hesumegin
kunnu vit flenna í senn

hyggja afturá
sært tú tað blómar enn?
eg við hjartanum í lummanum:
“er tað ov tíðliga enn?”

eg gleði meg
at sakna teg
tínar hendur á mínari síðu
síggi fyri mær
at tú keypir inn
eitt lítið grundstykki
og ein kaffikopp
við havramjólk í

3. eg burdi keypt mær hús í bergen

Words: Dania O. Tausen
Music: Dania O. Tausen, Benjamin Djurhuus

at vakna á eini oyggj
er ikki altíð á einum sandi
at liggja og sveiggja í eini koyggju
og drekka saft undir parasol

at liva á eini oyggj
verða föddur og eisini doyggja
har øll tú kennir tey vaksa upp
og koyra langt undir 80 í tunlum

at standa í eini handli
við vátum jakka og gomlum sjeiki
í einum busskýli, í eini bíðiröð
í forhøllini hjá TAKS

at ganga á eini oyggj
har hvør ein rørsla hon verður eygleidd
har lítlar broytingar taka ævir
og øll tey ganga í somu klæðum

at búgva á eini oyggj
og royna at lenda á henni í stormi
síggja fólkini vinka har niðri
meðan tú í luftini situr og hugsar:
eg burdi keypt mær hús í bergen
eg burdi keypt mær hús

at vakna
og liva
at ganga
og búgva
at vera
og standa og finna seg í

fyri summi er her oyðið
fyri onnur er her fult
fyri summi er náttúran har úti onkustaðis
og ikki innaní

at vera av eini oyggj
er at halda at tú ert serlig
at eingin annar er heilt sum tú
og øll tey kenna teg har tú stendur

at standa á eini oyggj
á brotnum flaka við ongum árum
ein leysur klettur í átjan pettum
á opnum havi
við øðrum fólki
sum øll eru sum eg og tú
sum øll eru sum eg og tú

at vakna
og liva
at ganga
og búgva
at vera
og standa og finna seg í

fyri summi er her lítið
fyri onnur er her stórt
fyri summi er náttúran har úti onkustaðni
og ikki innaní

4. kann eg hava armin soleiðis her?

Words: Dania O. Tausen
Music: Dania O. Tausen, Ragnar Finsson, Benjamin Djurhuus

kann eg hava armin soleiðis her?
millum meg og tómrúmið
flúgva vit
í ymiskum førum
vakna vit

skýggini tey hvíla seg
og liggja vit
á hvør sínum herðum
blíva til
í ymiskum verðum

kann eg hava armin soleiðis her?
kann eg hava armin soleiðis her?
ella vilt tú heldur halda um meg?

eg havi longu avgjørt tað
verða vit
eg sakni teg longu

eg haldi bara gott um teg
eg hopi tú
veitst hvar vit fara

kann eg hava armin soleiðis her?
soleiðs her?
kann eg hava armin soleiðis her?
ella vilt tú heldur halda um meg?

veit ikki hvør eg eri enn
men eri til
í tínum eygum
renna vit
í móti hvørjum øðrum

kann eg hava armin soleiðis her?
kann eg hava armin soleiðis her?
kann eg hava armin soleiðis her?
kann eg hava armin soleiðis her?

5. heimlig ljóð (+ Cantabile)

Words: Poul Jóhan Djurhuus
Music: Dania O. Tausen

Heimlig ljóð mær koma í oyrað
Hugnaligt í sinninum fellur
fuglur seyður og áarsangur
ei vakrari lag kann eg hoyra

Ein vælkomstkvøða spælir í sinni
nú aftur eg finna skal rætta stevið
í ringinum vinirnar finni
so kennist tað ikki so strævið

6. við mána afturvið (+ Cantabile)

Words: Dania O. Tausen
Music: Dania O. Tausen, Benjamin Djurhuus

við mána afturvið
dagur sökkur niður
við te í munninum
undarligur friður
fyrsti dagur í mánaðinum
eg sólseturin njóti
– við mána afturvið
og leni meg á mótið
at aftur blíva við

dagur rökkur niður
til mín í andanum
sum oftast heldur tigur
enn sleingir orð við vindinum
eg sólseturin njóti
– við mána afturvið
og venji meg við ljósið
sum aftur fer fram við

dagur sökkur niður
og eg í teppinum
taki dagin niður
og livi hann um í dreyminum
og sólseturin njóti
– við mána afturvið
og leni meg á mótið
at aftur blíva við

7. og tað er bara tað (+ Son of Fortune)

Words: Dania O. Tausen, Benjamin Petersen
Music: Dania O. Tausen, Benjamin Petersen

sóljugular søgur
nøvn á ymsum blómum
sum eg aldrin minnist navnið á
men eg veit hvat tær lukta av

havi ongan penn
tí eg hugsaði um alt í senn
bilin sum ikki slapp gjøgnum sýn
og nú leingist eg heim til tín

murri eitt lag – og tað er bara tað

maltøl á kaiini
hárið hongur leyst
gloymi tíð og stað
blaki jakkan í eitt neyst

um onkur hevði funnið meg
hevði tað verið børnini
sum gorra eins og likkur
og aldrin vilja heim

murri eitt lag – og tað er bara tað

kanska tað klárnar í
einki er í alla tíð

vit liva á jørðini
farteldur í fjørðini
gittarar á lørini
murra eitt lag – og tað er bara tað

8. eg eri ein mynd

Words: Dania O. Tausen
Music: Dania O. Tausen, Ragnar Finsson

eg eri ein mynd
ímyndi aðra mynd
í rammu við ongari mynd
eg eri ímynd

eg eri ein mynd
ímyndi aðra mynd
í rammu við ongari mynd
eg eri í myndini

9. nú eru vit tvey fólk

Words: Dania O. Tausen
Music: Dania O. Tausen, Ragnar Finsson

eg haldi tú venur teg av við meg
fyllir dagin uttan meg
eg geri tað sama

eg royni at klára meg uttan teg
so longsul ikki rakar meg
livi lívið skjótari

nú eru vit tvey fólk
sum ikki vita hvussu hin hevur tað

eg haldi tú sært hvat er úti har
og svarar øllum uttan mær
eg geri tað sama

og venji meg við tankan uttan teg
har onki minnir teg um meg
livi lívið skjótari

nú eru vit tvey fólk
sum ikki spyrja
hvussu hin hevur tað

og uttanfyri rútin
nærkast øll vit ikki hava mött

men tey eru eisini fólk
sum kunnu gloyma
hvussu tú hevur tað

10. tú pjøvist ikki at leggja alt tú hugsar á facebook (+Cantabile)

Words: Dania O. Tausen
Music: Dania O. Tausen

tú pjøvist ikki
at leggja alt
(sum) tú hugsar
á facebook

11. aftan á ein langan arbeiðsdag

Words: Dania O. Tausen
Music: Dania O. Tausen

aftan á ein langan arbeiðsdag
fýrakantað eygu
eg renni heim at leggja meg
tí tað er tankamildrutíð

aftan á ein langan gongutúr
orðini tey flúgva
aftan á ein drekkamunn við tær
telduskermarí

aftan á eitt skeldarí við tær
veruleikin kallar
sveittabrot og rennitúr frá tær
kuldagýsningar

aftan á ein rusjubanatúr
eg vil bara sita (eg vil bara sita nú)

aftan á eitt tíðarskeið frá tær
tankameldur í

eldur í, eldur í
eldur í, eldur í

aftaná tú gevur mær eitt smíl
tankameldrarfrí

12. vit bíða at breyðið skal poppa

Words: Dania O. Tausen
Music: Dania O. Tausen, Benjamin Djurhuus, Ragnar Finsson

hetta rúmið í morgunljósi
ein mynd á einum savni
ein sena í einum filmi
vit bíða at breyðið skal poppa

hetta prátið við morgunborðið
har útvarpið hevur orðið
tú lesur á míni blusu
og bíðar
at teksturin matjar
við munninum
sjónin klasjar
við ljóðinum

tú sært ikki bara meg
tú sært tað sama sum eg
sært hesu somu verð
sært tað sama sum eg

hetta rokið í tínum hári
tað lurtar og eg forklári
eg fangi teg í eitt bílæt
vit tvætla
og sjónvarpið flennur
til tónleikin
sum tú kennir

tú sært ikki bara meg
tú sært tað sama sum eg
sært hesu somu verð
sært tað sama sum
eg
stari meg niður í koppin
og hugsi meg inn í kroppin
eg regni í tínar hendur
tú smílir og tú forstendur
tú steðgar í mínum túni
og hálar meg heim í rúmið
vit bíða at breyðið skal…
(poppa)
(hjartað hoppa)

13. eg vil frysta løtuna

Words: Dania O. Tausen
Music: Dania O. Tausen, Ragnar Finsson, Benjamin Djurhuus

eg leyp avstað
at møta øðrum fólki
eg visti ikki hvat tað fór at enda við
men nú eru vit her
men nú eru vit her

sig mær hví vil eg vita alt um teg?
síggja teg allatíð
renna inn í teg á gøtuni
sita uppi og tosa við teg um næturnar

eg vildi læra
av fólki eg ikki kendi
hvussu kann eg nakrantíð fara aftur heim
nú tá eg eri her
nú tá vit eru her

sig mær
hví vil eg vita alt um teg?
hevur tú tað líka
ella vilt tú heldur rýma
er tað bara eg?

sig mær
hvat hendir tá vit vita alt?
hava svarað øllum spurningum
tosað til ljósnar
kann tað enda so?
eg vil bara vita hvat tú heldur um…

verðina
er hon góð
ella hon ring
jørðina
er hon við at skrambla saman
er hon okkara ting
sum vit tosa um alla náttina

kann eg taka mynd av tær
í hesi einu løtuni
tá vit bara sóu tað
góða í báðum eygum

eg vil frysta løtuna
eg vil ikki hon skal enda

Credits

Composers and Authors

Dania O. Tausen

(author & composer)

Ragnar Finsson

(author & composer on track 1; composer on tracks 4, 8-9, 12-13)

Benjamin Petersen

(author & composer on track 7)

Poul Jóhan Djurhuus

(author on track 5)

Arnold Ludvig

(composer on track 2)

Benjamin D. Djurhuus

(composer on tracks 3-4, 6, 12-13)

Musicians

Dania O. Tausen

(vocals & choir arrangements)

Benjamin D. Djurhuus

(bass & guitars & synth & programming; choir on tracks 1-3, 7-9, 11-13)

Ragnar Finsson

(bass & guitar & banjo & percussion & synths & programming; vocals on tracks 1, 13; choir on 1-3, 7-9, 12-13)

Hjørtur Pætursson Háberg

(drums on tracks 1-2, 4, 9, 13)

Ari Johannesen

(choir on tracks 1, 7-9, 12; guitar on 7, 12)

Elin Maria Hansen

(choir on tracks 1, 7-9, 12; bass on 7, 12)

Vár Miðberg

(choir on tracks 1, 7-9, 12; drums on 7, 12)

Kristian Pauli Ellefsen

(piano on tracks 2, 6)

Stine B. Djuve

(hardanger on tracks 3, 8-9)

Cantabile

(choir on tracks 5-6, 10)

Benjamin Petersen

(vocals on track 7)

Production

Dania O. Tausen

(production & graphic design)

Finnur Hansen

(mastering)

Ragnar Finsson

(production)

Other products by artist