Jólastress – Jólasoul & jazzygold & ayphin

Katalognummar: HJF788f
Útgávuár: 2024
Sangir: 1

Lýsing

Jólastress

Jólastress er eitt samstarv millum Jazzygold, Ayphin og Marius DC. Lagið varð skrivað eina summarnátt saman við Eyðfinni og Marius, har tey fingu íblástur frá tí hvíldarloysinum, sum nógv kenna í jólahøgtíðini. Eyðfinn hevur eisini framleitt lagið, og hevur eitt serligt feature á lagnum.

*jólastress* lýsir ta kaotisku og til tíðir tunglyndu kensluna, ið fylgir við jólunum, tá alt følist sum eitt jag eftir gávum og tíð, meðan peningurin tryppar og prísirnir hækka. Við einum serligum poetiskum setningi og einum djúpum og fangandi ljóðlendi tekur lagið okkum við á eina ferð gjøgnum kenslur av pressi, streyvu og jólafrustratión.

Hetta lagið er ein speisk endurspeglan av jólunum, har hvítar flykrur falla, men samstundis hækka prísirnir, og jólini verða meira ein byrða enn eitt hugnaligt samanspæl. Við humoristiskum, men samstundis álvarsligum tónleikaligum løtum, verður ljósið sett á hvussu jólini kunnu følast sum heimsins longsti mánaði – har tú hevur ov nógv at gera, men alt ov lítið av tíð og peningi.

Við hesum lagnum vóna tey at skapa eitt tónaheim, ið bæði kann geva eitt smíl á varrar, men eisini fáa fólk at kenna seg sædda, serliga tey sum hava kenna til hetta stressið, ið fylgir við jólahøgtíðini.

*jólastress* – eitt lag, sum lýsir jólini frá eini nýggjari og veruligari síðu.

Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her: https://bfan.link/jolastress

Jólastress

Orð & lag: Jasmin Mote, Eyðfinn Bogason Lamhauge & Marius Dam Christophersen

Húsaleigan goldin
bilurin goldin
tryggingin goldin
men alt er verri enn so goldið

Tey syngja
føgur er foldin
dýrdarríkur himin
keypt gávu til mammu
men eg mangli enn rest

Hvítar flykrur falla
prísirnir teir hækka
ongar pengar eftir
og enn einki keypt til babba

Tey renna runt um træið
eg gangi runt og mali
tað heila kennist strævið
og tað gevur mær stress

at altíð hava skund
veturin kemur við kulda og skuld
hugsi um alt tað eg burdi og skuldi
so gjøgnum vetur og kava eg buldri
eg eftir glerinum detti
og einki av jólahumørinum eftir
ja, hetta her lýsir mær jólini best

– og tað gevur mær stress

Um eg kann keypa tíð
hví kann eg ikki selja hana
eg leggi meg, steðgi
eigi ikki saltið til eggið

Eg mangli gávu til mammu
men hevur tú sæð mína íbúð
eg mangli gávu til babba
men hevur tú sæð mítt ur

Øll sum eg kenni havi pengar til gávur
øll hava tíð til jólafrokostar sum ongantíð áður
onkur bleiv liðugur við gávurnar í november
eg kenni ein sum var liðugur í mars

Eg hevði ynskt
at øll dugdu at lesa mínar tankar
eg hevði ynskt
at eingin tømdi sínar bankar
eg hevði ynskt
at eg aldrin bleiv vaksin
líka sum Peter Pan
tí tað gevur mær stress

Heimsins longsti mánaður
eg eigi einki
eg bara láni
svøvnleysar nætur
har eg bara liggi og gáni

Hvítar flykrur falla
prísirnir teir hækka
tað heila kennist strævið
og tað gevur mær stress

Credits

Composers and Authors

Musicians

Production

Eyðfinn B. Lamhauge

(framleiðsla)

Ari Johannesen

(framleiðsla & ljóðbland)

Finnur Hansen

(frumband)

Hanna Vang

(myndatøka)

Other products by artist