Lýsing
longsils andarhald
Útgivið:
Á fløgu, plátu og talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her: https://bfan.link/longsils-andarhald
Katalognummar: HJF663
Framleiðslu ár: 2024
Sangir: 1
Útgivið:
Á fløgu, plátu og talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her: https://bfan.link/longsils-andarhald
Orð: Elin á Rógvi
Lag: Elin Dagbjartsdóttir
Veingjabreiði títt
vernd og skjólið mítt
eingin røkkur mær,
tá eg eri hjá tær
Tá bládýpið sá
orð, tey eru fá
eru hvør í sær,
men hvat so við mær?
Hvar ert tú farin nú?
Einsamøll eg, heilt uttan teg
Luftin eitt lognbrá
helt teg kundi ná
vakran ynskidreym
um hjartað eri eym
Hví ert tú farin nú?
Einsamøll eg, heilt uttan teg
Elti eg silvurfótafet
támið, tað tettist sum eitt net
Hví ert tú farin nú?
Einsamøll eg. Heilt uttan teg
Fekk eg teg í tal
løtan, hon var sæl
trái hetta vald
longsils andarhald
(kór)
(framleiðsla & ljóðbland & frumbland)