Far væl sorgarstríð – Ásbjørn Berthelsen

Katalognummar: HJF665a
Útgávuár: 2024
Løg: 1

Lýsing

Far væl sorgarstríð

Í Lamba situr ein maður og skrivar. Hann skrivar yrkingar av ymsum slagi. Okkurt leggur hann út á Facebook. Hinumegin Skálafjørðin loftar ein strandingur eini yrking og setur lag til. Hetta var í 2017 og nú – 7 ár seinni – er sangurin endiliga innspældur og útgivin. Sangurin er um fyrsta kærleikan og fyrstu hjartasorgina. Lagið er lætt og undirbyggir ásannanina at hetta var tá, og er nú ein farin tíð.

Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her: https://bfan.link/far-vael-sorgartid

Far væl sorgarstríð

Orð: Edmund Williamson
Lag: Ásbjørn Berthelsen

Eg standi við gluggan og síggi eitt æl,
ið ferðmikið rekur framvið,
mær untist at elska teg, tá alt var eitt spæl,
men nú er alt farið í frið.

Tú visti, at kærleikin ektaður var,
tú kortini fót setti á,
vit fylgdust eitt skifti sum elskandi par,
men brátt vendi burtur tú brá.

So far væl sorgarstríð,
eg brent havi allar brýr,
og eg græt meira, enn nakar trýr,
tó tú fór, og tó eg græt so sárt um teg eina tíð.

Og tíðin er tíðin, hon lekir øll sár,
ið lívið mær veitir á veg,
og tíðin brátt turkar hitt seinasta tár
úr eygum, sum bert sóu teg.

Í dag ert tú bert eins og roykur, eg sá,
eitt tám í fjarari nánd,
á vøku eg minnist, at alskur og trá
er burtur, og loyst eru bond.

Credits

Composers and Authors

Musicians

Production

Harald Fonsdal Johannesen

(framleiðsla, ljóðbland)

Hans Poulsen

(frumband)