Lýsing
FUCK EVERYBODY
Joe & The Shitboys hátíðarhalda pride á lagnum ‘FUCK EVERYBODY’.
Vegansku kvir shitpunkararnir spæla á pride fyri fyrstufer tann 27. juli 2024, og hava valt at útgeva lagið ‘FUCK EVERYBODY’ til høvið.
Lagið er upprunaliga frá Mike Angelo & The Idols, og snýr seg um at vera tann man er, og rætta longutong ímóti øllum, sum ikki dáma at man er undarligur. Teksturin hevur altíð hóska sær væl til boðskapin hjá bólkinum, og við einum niðurlagið, sum bæði er pakka við illbønum og er lætt at syngja við til, so hevur tað bert verið ein spurningur um tíð áðrenn bólkurin valdi at útgeva ‘FUCK EVERYBODY’ til øll at hoyra. Bólkurin hevur framført lagið á flest øllum sínum konsertum síðan teirra konsert á Spæliplássinum á G! Festivalinum í 2019, og hevur brúkt lagið sum eina pausu frá tí annars hartsláandi punkinum, sum eyðkennir Joe & The Shitboys.
Útgivið:
Á fløgu, plátu og talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her: https://bfan.link/fuck-everybody