Eg kom til at mussa jólamann – Jólasoul & gówa

Katalognummar: HJF788c
Útgávuár: 2024
Sangir: 1

Vørunummar: HJF788c Bólkar: , , , , Tags: ,

Lýsing

Eg kom til at mussa jólamann

Eitt lag kent av mongum, hoyrt á fleiri málum og ótalligum sangarum, er nú her frá einum nýggjum sjónarmiði. Hesuferð er sangurin týttur av Onnu Sofíu Skoradal (gówa) og tónleikin
hevur Ari Johannesen staðið fyri.
‘Eg kom til at mussa jólamann’ er ein nýggj tulking av kenda jólahittinum, har vit fáa innlit í, hvussu mamman veruliga hevur tað, tá ið hon verður mussað av jólamanninum. Eit stuttligt, sensuelt og jólaligt lag við trumpetum og heitum tónum frá Onnu Sofíu, sum uttan iva fær teg beint í jóla hýri!

Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her: https://bfan.link/eg-kom-til-at-mussa-jolamann

Eg kom til at mussa jólamann

Orð & lag: Tomie Connor
Umsett: Peturbjørg Jensen & Malan Eyðunsdóttir
Umskrivað: Anna Sofía Skoradal

Eg kom til at mussa jólamann
í gjárkvøldið undir mistilteininum
kanska tí tað var so myrkt
at eg einki hevði skilt
tá hann meg um miðju tók
var tað skeggið sum var fyrst

Og eg sá, at eg hevði mussað jólamann
føldi búkin tá hann hjá mær stóð
eg reyða búnan hevði sæð
í skápinum nú ein dag
ups, eg kenni jólamann

Á, jólamaður
eg haldi eg…
havi sæð teg fyrr?
ups!

Eg kom til at mussa jólamann
í gjárkvøldið í myrku gongini
eg hevði havt ein langan dag
so glað at hann megnaði tað
at sjálvt um eg helst vildi leggja meg
fekk hann eitt smáflenn úr mær

Haldi eg eri sindur góð við jólamann
tað kennist sum hann sær ígjøgnum meg
sum um vit hava kenst í alla tíð
haldi veruliga hann er mín
á, eg haldi
eg elski jólamann

Ho ho ho, kom til at mussa jóla-,
ho ho ho, kom til at mussa jóla-,
ho ho ho, kom til at mussa jólamann
ja, hann er mín!

Credits

Composers and Authors

Musicians

Ari Johannesen

(gittar & bass & trummir)

Katrina Olsen

(sang & saksofon & klarinett)

Production

Ari Johannesen

(framleiðsla & ljóðbland)

Finnur Hansen

(frumband)

Hanna Vang

(myndatøka)

Other products by artist