Lýsing
Lati akker falla
Hesin sangurin, sum er tann seinasti á plátuni, snýr seg um at finna eitt stað, har eg veruliga kenni meg heima. Óansæð hvørjar avbjóðingar stinga seg upp í framtíðini, so kann einki bróta meg heilt, tí staðið, eg tosi um, er innaní. Tað er ein innari friður, sum eg nú kann finna mitt í ódnini, og tað er nakað, sum eingin kann taka frá mær. Nú eg endiliga eri komin her, geri eg mær eisini greitt, at tað ikki bara eri eg, sum havi tørvir og avbjóðingar, og tí kann eg ikki bara lena meg afturat – heimurin snýr seg ikki bara um meg.
Útgivið:
Á fløgu, plátu og talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her:
Lati akker falla
orð & lag: Simona Paula á Fríðriksmørk
Eg leitaði eftir einum stað
Eg haldi at eg nærkist tí
Her er gott
Og fjálgt
At kroka
Gjøgnum allar aldurnar
Veit eg nú hvønn veg eg skal
Fyri at
Koma fram
Til silvitni
Andi inn
Finni fram
Til mín
Innara frið
Tað er ikki nakað
Nakar kann taka frá mær
Hóast stormarnar
Lati akker falla
Fyri at merkja hvar tú ert
Úti har
Eg plagdi bert at síggja meg
Nú hómi eg eitt neyðarróp
Tað er tíð
Hjá mær
At leita út til tín
Andi inn
Finni fram
Til mín
Innara frið
Tað er ikki nakað
Nakar kann taka frá mær
Hóast stormarnar
Lati akker falla
Fyri at merkja hvar tú ert
Úti har
Tað er ikki nakað
Nakar kann taka frá mær
Hóast stormarnar
Lati akker falla
Fyri at merkja hvar tú ert
Úti har