Sjóborgin – Simona Paula

Katalognummar: HJF654d
Útgávuár: 2024
Sangir: 1

Vørunummar: HJF654b-1-1 Bólkar: ,

Lýsing

Sjóborgin

“Sjóborgin” er navnið á bátinum, sum sakk 2. apríl í 1998. Eg var góðar tveir mánaðar gomul um tað mundi, systir mín 1 ára gomul og beiggi mín 3 ára gamal. Hesin lagnudagur, hevði við sær, at eg misti pápa, abba og mammubeiggja mín. Hóast eg bert var ein óviti, hevur sorg, ótti og ikki minst hópin av ósvaraðum spurningum altíð ligið í bakgrundini. Sum árini hava gingið, havi eg serliga sitið við spurningum um, hvussu mamma hevur megnað at givið mær og mínum systkjum eitt so gott lív. Alt okkara lív, hevur hon stríðst fyri okkum og hevur sett sín egna tørv til síðis. Hon er tann sterkasta, eg kenni, og mín varði gjøgnum allar tíðir. Hon hevur ikki eina ferð gramt seg um sína hørðu lagnu frammanfyri okkum. Tó veit eg, at fleiri tankar og kenslur sita aftanfyri eina so harða lagnu, sum eg ikki tori at spyrja hana um; tí um hon brotnar, so brotni eg við.

Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, osfr.)
Lurta her: https://bfan.link/sjoborgin

Sjóborgin

orð & lag: Simona Paula á Fríðriksmørk

Lagnan var hørð
Sum ein stormur uttan náði
Men tú stendur her
Sum ein varði
Ið aldrin fellur 

Tað er tungt at bera
Eina óbodna sorg
Ja, hvussu hevði verði
Um hon ikki
Var komin inn

Hann bíðar eftir tær
Hann bíðar eftir mær

Eg tori ikki at spyrja
hvussu tú hevur tað
tí um tú nú brotnar
ja, so brotni eg við

Borgin á sjónum
sigldi inn í himmalhavn
har hvílir hann seg
og bíðar
eftir okkum

Hann bíðar eftir tær
Hann bíðar eftir mær 

Credits

Composers and Authors

Musicians

Ari Johannesen

(eyka gittarar)

Harald Fonsdal Johannesen

(klaver & bass & trummur)

Production

Hans Poulsen

(frumbland)

Harald Fonsdal Johannesen

(framleiðsla & ljóðbland)

Other products by artist