Fylg mær heim – Simona Paula

Katalognummar: HJF654a
Framleiðsluár: 2024
Sangir: 1

Lýsing

Fylg mær heim

Hetta lagið, sum er tað fyrsta á heildarútgávuni, snýr seg um tað at gerast troyttur og yvirfyltur av øllum tí, sum heimurin propppar inn í høvdið á tær. Tá eg skrivaði sangin, ímyndaði eg mær eitt friðsælt stað í náttúruni, har eg var umgyrd av stórum trøum, sum fjaldu meg frá heimunum. Útsýnið av einum vatni, hoyra tutlið frá eini á og smáfuglarnar láta, meðan eg siti við guitaranum í føvninginum. Tá eg spæli sangin, fari eg í hugaheimurin meg aftur til hetta staðið. Har leggi eg einki í, hvat onnur vænta av mær. Eg royni ikki at vera nakað annað, enn tað, eg eri.

Útgivið:
Á fløgu, plátu og talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her: https://bfan.link/fylg-maer-heim

Fylg mær heim

orð & lag: Simona Paula á Fríðriksmørk

Leið meg til eitt stað, eingin veit um
Bara eg og eingin meg skilja skal
(Hey)

Ongar væntanir verða av mær
Eitt loynistað, eg altíð kenni meg væl
(Hey)

Kanska hoyra tutlið frá ánni
Eg kann spæla ein sang, sum eg kenni
Stór trø, sum fjala meg frá vindinum

So fylg mær heim
Fylg mær heim
Eg eri troytt nú
Fylg mær heim

Eg eri troytt av mínum feilum
Og tá eg skuffi tey, eg elski mest
(Hey)

Nógvir tankar mala í mær
Dag um dag, men í kvøld vil eg hava frið
(Hey)

Man tað ikki vera í lagi
Tá eg einaferð komi til staðið
Og fuglalátur dregur meg frá larminum

So fylg mær heim
Fylg mær heim
Eg eri troytt nú
Fylg mær heim

Credits

Composers and Authors

Musicians

Production

Harald Fonsdal Johannesen

(framleiðsla & ljóðbland)

Hans Poulsen

(frumbland)

Other products by artist