Lýsing
Vit vita ikki, hví tað er
Sangurin snýr seg um at góðtaka, at lívið ikki altíð er so lætt, og soleiðis er tað bara. Saman er tað tó lættari, tá man skiftist um at hjálpa hvørjum øðrum. At fáa eina kenslu av, at tað nokk skal ganga. “Tað skal nokk ganga” eru einføld orð, sum ein av røttum ikki kann lova hinum, men ímillum okkum liggur okkurt størri aftanfyri, sum leggur ein frið yvir okkara órógv.
Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her: https://bfan.link/vit-vita-ikki-hvi-tad-er
Vit vita ikki, hví tað er
orð & lag: Simona Paula á Fríðriksmørk
Kanst tú vísa mær
Hvat eg skal gera
Tí eg veit ikki
Hvat eg skal
Kanst tú siga mær
At alt fer at ganga
Tí eg veit ikki
Um tað fer
Tað er eitt myrkur
sum býr í mær
Ja, tað kemur
Og tað fer
Og eg veit ikki
Hví tað er
Eg vil vísa tær
Hvat tú skalt gera
Tá tú ikki veitst
Hvat tú skalt
Eg vil siga tær
At alt fer at ganga
Tá tú ikki veitst
Um tað fer
Tað er eitt myrkur
Sum býr í tær
Ja, tað kemur
Og tað fer
Og tú veitst ikki
Hví tað er
Okkurt størri goymir seg
Millum orðini
Allar óttarnir fána burt
Friðurin leggur seg
Tá tú sigur tað gongur nokk
og eg góðtaki at
Eitt myrkur býr
Í mær og tær
Ja, tað kemur
Og tað fer
Og vit vita ikki
Hví tað er