Lýsing
Jólaperur
Jólaperur er ein sangur um ein ráðharra, sum ikki loysir trupulleikar, í staðin fríðkar um býin fyri at fjala heimloysi, hvussu rík gerast ríkari, og hvussu fólk við tveimum størvum ikki megna at gjalda leigu sína. Hansara ætlan er at fríðka býin við jólaljósum fyri at tryggja, at alt sær vakurt út á yvirflatuni.
Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her: https://bfan.link/jolaperur
Jólaperur
Orð: Einar Tórstún
Lag: Einar Tórstún
Fleiri heimleys
meiri flottar gøtur
fleir og fleiri illa fyri
úti standa nøkur
Teir goyma heimleysheitina,
við at pynta Havnina
Byggja eina Havnará,
bústaðarneyð nú ongin sá
Um tú ongan góðan hevur,
Her eru nakrar jólaperur,
Um tú manglar tak og song,
Sært tú mína longutong?
Hví heldur tú, at eg valdi anarkismu
Hví heldur tú, eg við systemið sigi: kyss meg
Hví heldur tú, at systemið hevur mist meg
Fleiri heimleys
Fleiri hugnaløtur
fleir og fleiri illa fyri
úti standa nøkur
Teir goyma heimleysheitina
við at pynta Havnina
Byggja flottar minnisvarðar
Minst nú til at Heðin var her
Um tú ongan góðan hevur
Her eru nakrar jólaperur
Onki heim og sjálvmorðstankar?
Jamen, tað er títt egna ansvar
Hví heldur tú at eg valdi anarkismu
hví heldur tú, eg við systemið sigi: kyss meg
Hví heldur tú, at systemið hevur mist meg