nú æt eg Apudrongur / Mánadrongur – Silvurdrongur

Katalognummar: HJF694c
Útgávuár: 2024
Sangir: 2

Lýsing

nú æt eg Apudrongur / Mánadrongur

Silvurdrongur er aftur á gátt við nýggjum stakløgum frá komandi plátuni.

Hesi bæði, Apudrongur og Mánadrongur, kundi illa verið meira ymisk. Apudrongur er eitt garvilt og ágrýtið lag við gorriluknurri í beatinum og einum gestaversi frá Ayphinni, sum eisini hevur framleitt lagið. Seinna lagið er eymt, melodiøst og upplyftandi við fangandi tekstum um at gerast eitt heilt menniskja. Tað er Karl Andrias Stórá, sum hevur framleitt Mánadrong, meðan Eyðfinn B. Lamhauge hevur framleitt restina av plátuni í samstarvi við Trygva Danielsen.

Nú eru seks stakløg av plátuni komin út, og tvey afturat kunnu væntast, áðrenn heildarútgávan verður til sølu í Tutl mitt í juli. Øll eru tey rættiliga ymisk, og tó hava tey okkurt til felags, sum skapar eina merkisverda heildarútgávu.

Sangir:
1. Apudrongur (feat. Ayphin)
2. Mánadrongur

Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her: https://bfan.link/apudrongur-manadrongur

nú æt eg Apudrongur / Mánadrongur

1. Apudrongur

Orð: Trygvi Danielsen, Eyðfinn B. Lamhauge
Lag: Trygvi Danielsen, Eyðfinn B. Lamhauge

nostradamus segði altíð at hetta fór at henda
alt sum hevur byrjan hevur eisini ein enda

tú mást seta eld á teg sjálvan
við at brenna allar bøkur
sum kunnu senda teg til helvitis
at reinsa tína sál

eystanfyri mala tíðirnar í ring
her vesturi er løtan komin til at pakka síni ting

stilla familjuna í sirkul og syng
hosianna
syng hosianna
til vár guð og kong

eg mangli olju á hesari lampuni harri
eg vil sleppa at seta eld á ting

men fucking bensin kostar 20 kr. liturin

eyðfinn?

(Ayphin)
eg eri ein nútímans blanding av Dilla og Dylan
við idylliskum
darrandi
dundrandi trummum
við orðum sum líkjast teimum hjá dalai llama
eg skanni hendingar við litríkum brillum

og í mínum brillum sært tú dummur út
um tú letur sum um
at har er nakar vegur rundanum
so blanda teg uttanum
prátið um hvør er bestur
tí alt brestur
tá eg sigi frá øllum sum sker
í millum
himmal og jørð

mín toppmadrassa er betri enn tín boksmadrassa
miðalgóður til lívið
komponseri tó við at vera Føroya besti rappari
svangari enn Swangah
RSPiparnøtur
barnamatur
eg eri meir enn DCent
noyðist eg at siga nakað um Silvurdrong?
mr. næst-best
(fokk jú, Eyðfinn)
toga fingurin út
og sutta tummilin
tú fært onki omaná frá mær
tú fært bara av at vita

2. Mánadrongur

Orð: Trygvi Danielsen
Lag: Trygvi Danielsen, Karl Andrias Stórá

royni at blíva ein betri maður
ella hvat fuck er tað eg sigi
eg royni fyrst og fremst at blíva til ein mann
til eitt menniskja
tað er ikki so lætt í dag
eg føli trýstið í dag
eg føli pressið í dag

eg føli at saman hava vit bygt hetta
í felag hava vit evnað okkar arvasynd
vit hava arvað synd
vit produsera synd
men kanst tú gera eitt sindur við tað
kanst tú reisa teg at vitna
um hvat er sum ger teg skitnan
hvat fyri helviti tú skalt hitta fyri at reinsa teg
eg meini ikki pussa gloriuna
koyr hana í skrell
eg meini
hvat tað er sum ger teg menniskja

hvat tað er sum ger teg menniskja
er tað tú sum ger meg menniskja?
er tað eg sum geri teg menniskja?
saman eru vit komin her fyri at doyggja
saman eru vit komin her fyri at skeldast
fyri at hata
fyri at øvunda og misunna
saman eru vit komin her fyri at øsa okkum
fyri at sløsa alt burt
fyri at spilla hesa jørðina
sum vit øll hava fingið
í føðingardagsgávu
ja

hugsa um allar tínar forfedrar
eg meini ikki bara ommu og abba
og langommu og oldurabba
heilt aftur til afrika
eg meini tey sum grulvaðu úr havinum
so at tú kundi ganga í fjøllunum

hvat høvdu tey sagt um tey sóu teg í dag
spákandi eftir gøtuni
í deprimeraðum lag
við høvdinum undir arminum
sinnið eitt annað stað
hvat skal eg gera við mítt lív
hvussu skal eg hava ráð til at búgva
havi eg yvirhøvur hug til at liva?
hvat kann eg gera fyri at blíva til eitt menniskja
í harmoni við mítt umhvørvi
kants kategoriska imperativ
eg mangli terapi
eg mangli jung
eg mangli nietzsche
nah
eg mangli ikki fleiri deyðar hvítar menn
eg mangli at fiksa mínar tenn
ringja til mín besta vin
drekki eitt sindur vín
diskutera alt og einki
og alt í senn

tað er tað sum ger meg menniskja
tað er tú sum ger meg menniskja
tað eri eg sum geri teg menniskja
saman eru vit komin her fyri at klemmast
saman eru vit komin her fyri at minnast
fyri at hjálpa
fyri at elska so gott vit kunnu
saman eru vit komin her fyri at blóma
fyri at trívast
og fáa lívið til at nørast
har vit eru

saman eru vit komin her fyri at blóma
fyri at trívast
og fáa lív at nørast
har sum vit eru

that’s it

shalala shalala baby
i wanna shalala baby
everybody shalala baby

stop it (Heðin)

 

Credits

Composers and Authors

Musicians

Production

Trygvi Danielsen

(co-samframleiðsla)

Eyðfinn B. Lamhauge

(samframleiðsla á 1)

Karl Andrias Stórá

(samframleiðsla á 2)

Jens L. Thomsen

(ljóðbland)

Hans Poulsen

(frumband)

Other products by artist