nú æt eg Sóljudrongur / Miðjørðdrongur – Silvurdrongur

Katalognummar: HJF694a
Útgávuár: 2024
Sangir: 2

Lýsing

nú æt eg Sóljudrongur / Miðjørðdrongur

Silvurdrongur er afturkomin. Við manér. Hann útgevur nevniliga tvey stakløg frá komandi plátuni “nú æt eg eftir ánni”, sum verður útgivin í summar. Tvey tey fyrstu løgini kallast Sóljudrongur og Miðjørðdrongur, og tey umboða væl rásarúmið, ið finst á plátuni.

Sóljudrongur er eitt fleirdimensionelt lag, sum byrjar við látinum hjá útdeyða Kauaʻi fuglaslagnum og stigvíst umskapar seg við ymiskum ljóðmyndum, ið ferðast úr ró til ágrýtni til sorgblídni og aftur til illsinni. Miðjørðdrongur heiðrar Niels Midjord, sála, við fleiri samplingum úr tónleiki hjá fuglfirðinginum. Tað er eitt andaligt lag um hydrogenatomir og bønarsang, sum ferðast við títtum rytmum og eksploderar í eitt spirituelt crescendo.

Tað er Eyðfinn B. Lamhauge, eisini kallaður Ayphin, sum hevur framleitt plátuna í samstarvi við Trygva Danielsen. Fleiri stakløg kunnu væntast næstu mánaðirnar, áðrenn heildarútgávan verður til sølu í Tutl í juli.

Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her: https://bfan.link/nu-aet-eg-soljudrongur-midjorddrongur

nú æt eg Sóljudrongur / Miðjørðdrongur

1. Sóljudrongur

Orð: Trygvi Danielsen
Lag: Trygvi Danielsen, Eyðfinn B. Lamhauge

sóljudrongur
síladrongur
sildadrongur
soppadrongur
ein brunafongdur millumfingur
flaggar fyri kærum børnum
í heilum stongum
við nógvum nøvnum
og ongum ognum

tað er logn
blikastilli
pinnastilt
pinnabrenni
beinagrindin kyndir í brenniovnin
og veittrar við drotningahond
til fjøldina sum er samlað í rsp keppum
zombies
tey eta heilarnar úr høvdunum og syngja send mær meira
send mær meira
send mær

hetta fer út til alt føroyar
tær drukna í hvørjum
tær lukta av gørnum
tær søkka á skák
tær standa ikki mát
tær eru í skák mát
tær detta millum bát
ímillum russarar og danskarar og reiðarar og oljuna
vís mær sóljuna, drongur
sílið, drongur
sildina, drongur
soppin, drongur

EG VIL HAVA MEIR
EG VIL HAVA MEIR
INNTIL ALT SØKKUR
EG VIL HAVA MEIR
INNTIL ALT SØKKUR

18 oyggjar liggja í hørðum streymi og søkka
golf
hann heldur neyvan til 18 hol afturat
tað eru brennihol í merkinum
bara molar á tallerkinum
tað glitsjar í skapanarverkinum
hvør fann ormarnar í speltinum?

mítt samband viknar
mínar kyknur flokkast
um mín kyknandi flokk
her tað lekur millum teori og praksis
meðan ísfjøllini smelta í antarktis

nah
sovrit sosialistiskt piss
vit koyra seinkapitalistiskt apokalyps
í óparaðum sokkum
og mentalum apukoppum
dansa tann síðsta apudansin
við skiparanum á brúnni

meðan drongur hentar sóljuna
meðan drongur fiskar sílið
meðan drongur fangar sildina
meðan drongur etur soppin

alt í lagi, síggjast
heilsan silkidrongur
heilsan aknedrongur
heilsan eingladrongur
heilsa taxadrongur

2. Miðjørðdrongur

Orð: Trygvi Danielsen
Lag: Trygvi Danielsen, Eyðfinn B. Lamhauge

mín skjaldbøka
er tín hústøka
graffitimálð við ð

títt ástøði um mánan bleiv skotið niður av sólini
og rakti yvirflatuspenningin hjá ísbjørnini í mimir

eg telji hydrogenatomini
í vatninum
hydrogenatomini
í vatninum

eg telji kelidjórini
í rúmdini
eg keli kelidjórini
í rúmdini

set eld á mína ilt
set eld á mína ilt

beiggi mín tú flýgur
systur mín tú flýgur

ljósið skínur á meg
ljósið tað lekir

Credits

Composers and Authors

Musicians

Trygvi Danielsen

(sang, sampla, synths)

Eyðfinn B. Lamhauge

(beats, sampla)

Production

Trygvi Danielsen

(co-samframleiðsla)

Eyðfinn B. Lamhauge

(samframleiðsla)

Jens L. Thomsen

(ljóðbland)

Hans Poulsen

(frumband)

Other products by artist