Sagnir & Ævintýr – Annfinnur Heinesen & hettarher

Katalognummar: FKT975a
Útgávuár: 2024
Sangir: 3

Lýsing

Sagnir & Ævintýr

Hey øll børn (og vaksin). Kom inn í ein hugsveimandi ævintýraheim, har tað følist sum man er mitt í einum filmi. Frá ár 1898 ferðaðist tann kendi og høgt metti vísindamaðurin, Dr. Jakobsen um í oyggjunum og skrivaði sagnir og ævintýr upp, sum heimildarfólk fortaldu honum. Longu í 1901 hevði tað eydnast honum at givið alt tilfarið út í heftum. Saman við Annfinni Heinesen og hettarher, opnað vit oyrini og nýta hugflogið, ferðast 100 ár aftur í tíðina og inn í ein ævintýraheim, har nógvar hugsandi verur livdi í Føroyum. Visiónin við hesari verkætlan, er at framføra og innspæla alt “sagnir og ævintýr” eftir Jakob Jakobsen. Hetta verður við ymiskum gestaleikarum og í ymiskum hami. Næstu ferð: “Sagnir & Ævintýr” við Mariann Hansen & hettarher

Sangir: 
1. Purkhúsið
2. Undarligi
3. Risans klóta

Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her: https://bfan.link/sagnir-aevintyr

Credits

Composers and Authors

Traditional

(lisið søgurnar)

Jakob Jakobsen

(skrivaði søgurnar)

Musicians

Annfinnur Heinesen

(søgusigari)

Andreas Tykjær Restorff

(cello, elektronikkur)

Torleik Mortensen

(kontrabass, elektronikkur)

Production

Other products by artist