tað, ið dimt er – Katari

Producer catalog: HJF626b
Production year: 2023
Tracks: 1

Vørunummar: HJF626b Bólkar: , Tag:

Lýsing

About tað, ið dimt er

Føroyskt:
Tað, ið dimt er” er næsta staklag hjá folk-pop duo’ini Katari. Lagið tulkar sorgblíðu árstíðina, har náttúran syndrast og gevur pláss til nýtt lív. Veturin er myrkasta árstíðin av árinum, men tað er eisini tíðin, har fólk sameinast og skapa sær hita gjøgnum livandi ljós, jólahugna og við at vísa kærleika og umsorgan fyri hvørjum øðrum. Ljóðmyndin í lagnum er rá og myrk, har klokkurnar hjá Gøtu kirkju verða brúktar at lýsa tað sorgblíða og eitt kór syngur sálmasligar ljómar. Katari leggur stóran dent á at nýta akustisk ljóðføri fyri at vísa á tað organiska og menniskjaliga við tónleiki.

English:
In ‘Tað, ið dimt er,’ Katari aspires to present a contemporary interpretation of the winter season. The single delves into the melancholic phase of the year, marked by nature’s disintegration, paving the way for the emergence of new life. Winter, the darkest season, unites people in the creation of their own illumination through gatherings, festivities, and love for one another. The soundscape is characterized by a raw, dark ambiance complemented by subtle melodic lines. The warmth of holiday spirit emanates from the resonance of church bells and a psalms-like choir. Striving for an authentic connection to nature, the musical arrangement exclusively incorporates acoustic elements, giving the piece a folk-inspired and delicate tonality.

Released on the following formats:
Digitally on all major platforms (Spotify, Apple Music, etc.).
You can check it out by using this link: https://bfan.link/tad-id-dimt-er

tað, ið dimt er

Words: Katrina Olsen
Music: Katrina Olsen, Ari Johannesen

Flykrur seta seg á
Hvørt eygnahár, eg blundi
Og sólin strálar á
Hvíta sjógvin, eg vakni

Trøini stirðna
Dagarnir kvølda
Makur eldur
Kastar neistar

Tað, ið dimt er
Tekur meira
Tað, ið dimt er
Tekur meira
Enn tað, ið bjart er

Moldin tekur um blað
Sum fellir til jarðar, eg sakni
Og kuldin heilsar blítt
Tað kavar av møkum, í kvirru

Síggi tað sum var
Eingin annar sær
Tað, sum er eftir
Í lívd av myrkri

Tað, ið dimt er
Tekur meira
Tað, ið dimt er
Tekur meira
Enn tað, ið bjart er
Enn tað, ið bjart er

Credits

Composers and Authors

Katrina Olsen

(author & composer)

Ari Johannesen

(composer)

Musicians

Ari Johannesen

(guitar, percussion, mandolin, bells)

Jon Ingvi Seljeseth

(piano, xylophone)

Production

Ari Johannesen

(production & mix)

Katrina Olsen

(production)

Fred Ruddick

(mastering)

Other products by artist