Lýsing
brimhvítt – EP
brimhvítt er fyrsta stuttfløgan, sum bólkurin BRIMHVÍTT letur úr hondum.
“Hetta við menniskjans upphavi hevur altíð hugtikið meg. Hvaðani eru vit komin, og hví eru vit júst blivin soleiðis, sum vit eru? Hava vit ávirkan á okkara egnu lagnu, ella eru tað menniskjuni
rundan um okkum, sum forma hana?
Eftir míni meting, so eru tað okkara egnu avgerðir og tess avleiðingar, ið forma okkum. Men hvat hendir so, tá vit hava tikið eina avgerð, sum stríðir móti okkara egna siðalag, bara fyri at tekkjast øðrum? Missa vit tá eitt petti av okkum sjálvum? Og er tað tá nokk bara at angra?”
Allir hesir spurningarnir verða vendir á fyrstu stuttfløguni brimhvítt eftir BRIMHVÍTT.
Løgini er 6 í tali og eru skrivað heima hjá Bjørk í Havn og síðani framleidd í kamarinum hjá Ari í Norðagøtu.
“Hittir man okkum í bólkinum, er fyrsti tankin allarhelst, at vit eru opin menniskju við løttum sinni, sum hugna okkum, tá vit upptraðka, venja og spæla inn. Sangirnir lýsa hinvegin ta
melankolsku síðuna, sum býr í bólkalimunum, eins og í øllum øðrum menniskjum.”
Vit í BRIMHVÍTT – Ari, Bjørk, Ingmar, Karl Andrias
Sangir:
1. upphav
2. jesus talar
3. í einum dreymi
4. iðran
5. dóttir kong
6. tøgn
Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her: https://bfan.link/brimhvitt
jesus talar
Orð & lag: Bjørk S. Lamhauge
Lag: Ari Johannesen
hann skapti tey í síni mynd
líkjast allarhelst sær
men gera tey tey tá somu synd
við tokka fyri tær
kann evna alt við síni hond
úr sínum hugaheimi
men tá hann sigur verðið ljós
fylgir myrkrið eisini við
tá eg síggi tvey sum ganga
orni eg innaní
tí eg sakni nærveru kærleika
men eingin nærkast
havi havt tað so í fleiri ár
síðan tíðarinnar tíð
gav teimum alt tey ynsktu sær
var einki eftir til mín
tá eg síggi tvey sum ganga
orni eg innaní
tí eg sakni nærveru kærleika
men eingin nærkast
tá eg síggi tvey sum ganga
orni eg innaní
tí eg sakni nærveru kærleika
men eingin nærkast
tey líkjast mær
tí tey líkjast mær
tí tey líkjast mær
í einum dreymi
Orð & lag: Bjørk S. Lamhauge
Lag: Ari Johannesen
í tínum dreymi
tá vart tú reinur
í tínum dreymi
tá vart tú heilur
í tínum dreymi
sløkti tú tostan
hann fór í einum
men fór við øllum
men tá eg vakni
tá vil eg vita
at tann tíð sum eg fái
skal verða rein aftur
eitt brotið ynski
knúst alla vón
enn svikið álit
øll lyfti tóm
tað tekur yvir
tú hevur mist alt
nei eg havi tamarhald á tí
eg fái stýrt mær nú
iðran
Orð & lag: Bjørk S. Lamhauge
Lag: Ari Johannesen
leyp útí
segði ja
onga tíð
at føla eftir um tað var rætt
angri nú
at tað var tú sum ikki kundi vita
hoyrir tú
visti tú
ikki av
at tíðin hon var runnin fyri meg
gekk ov skjótt
flugu høgt
eg gjørdi alt eg kundi men
vil at tú kanst fyrigeva mær
hugsi at eg kann fyrigeva tær
føldist rætt
akkurát tá
fór framvið
men rýmdi undan sannleikanum
tí eg veit
at alt fer
at sløkna tá eg vakni men
vil at tú kanst fyrigeva mær
hugsi at eg kann fyrigeva tær
vil at tú kanst fyrigeva mær
hugsi at eg kann fyrigeva tær
vil at tú kanst fyrigeva mær
hugsi at eg kann fyrigeva tær
dóttir kong
Orð & lag: Bjørk S. Lamhauge & Bartal Augustinussen
Lag: Ari Johannesen
hygg teir renna eftir vindinum
bláoygdir teir bøna um at sleppa innum
borgin stendur sum
mynd ið hongur skeivt
tekur sjálva seg í hondina
trilvandi á veg og heldur ondini
leitar vónrík eftir
tí sum gongur fremst
tí hon tímir ikki longur
tað var ikki rætti drongur
lítla hjartað vil nógv meir enn tað
nógv meir
so nógv meira enn tað
sært tú ikki stóru heildina
prinsurin skal fáa hina helvtina
sýt nú ikki góða
verð nú ikki tvør
eg vil velja rætta dreingin
yvir mær bestemmar eingin
leggi einki í
mín siðaarv mín arv
leggi einki í mín arv
tí eg vil ikki hava at onkur tekur ræði á hvat eg skal spæla uppá
tí eg vil ikki hava at onkur tekur ræði á hvat eg skal spæla uppá
skal spæla uppá
skal spæla uppá
skal spæla uppá
tí eg tími ikki longur
sjálvt um pápi hann er kongur
lítla hjartað vil nógv meir enn tað
nógv meir
so nógv meira enn tað