Lýsing
dóttir kong
Annað staklagi av stuttfløguni brimhvítt, eitur dóttir kong. Vit hava øll hoyrt ævintýrini um kongsdøtur, sum sita fyri einki, inntil tann dagin ein biðil trínur fram fyri kong og ber fram
bønarorð. Kongur og drotning játta hjartans fegin, og nú byrjar lívið veruliga hjá neyðars kongsdóttrini – á, sum lívið áður var grátt. Men hendan kongsdóttirin er ikki sum hinar. Hon vil
ikki leggjast undir eina siðvenju, sum ikki tekur hædd fyri hennara kenslum og dreymum. Hon vil bróta siðvenjuna og taka sínar egnu avgerðir.
Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her: https://bfan.link/dottir-kong
dóttir kong
Orð: Bjørk S. Lamhauge & Bartal Augustinussen
Lag: Ari Johannesen, Bjørk S. Lamhauge & Bartal Augustinussen
hygg teir renna eftir vindinum
bláoygdir teir bøna um at sleppa innum
borgin stendur sum
mynd ið hongur skeivt
tekur sjálva seg í hondina
trilvandi á veg og heldur ondini
leitar vónrík eftir
tí sum gongur fremst
tí hon tímir ikki longur
tað var ikki rætti drongur
lítla hjartað vil nógv meir enn tað
nógv meir
so nógv meira enn tað
sært tú ikki stóru heildina
prinsurin skal fáa hina helvtina
sýt nú ikki góða
verð nú ikki tvør
eg vil velja rætta dreingin
yvir mær bestemmar eingin
leggi einki í
mín siðaarv mín arv
leggi einki í mín arv
tí eg vil ikki hava at onkur tekur ræði á hvat eg skal spæla uppá
tí eg vil ikki hava at onkur tekur ræði á hvat eg skal spæla uppá
skal spæla uppá
skal spæla uppá
skal spæla uppá
tí eg tími ikki longur
sjálvt um pápi hann er kongur
lítla hjartað vil nógv meir enn tað
nógv meir
so nógv meira enn tað