Leggur tú enn í – Marius DC

Producer catalog: HJF691b
Production year: 2024
Tracks: 1

SKU: HJF691b Categories: , ,

Description

Leggur tú enn í

Føroyskt: Følin rappari syngur. Á nýggja lagnum hjá Marius DC vísir ungi rapparin eina síðu, ið vit ikki eru von at hoyra. Vanliga beinharða rappið er eina løtu lagt til viks, og skift út við sangrødd. “Leggur tú enn í” er ein sangur um mistan kærleika og tað, ið fylgir við. Hetta er inniligt og nakið og kenslurnar verða lagdar á blik. Lagið er skrivað, sungið og spælt av Marius. Hann hevur eisini framleitt tað í samstarvi við Ragnari
Finsson, ið eisini spælir gittar og bass á lagnum. Ragnar gevur, við sínum eksperimenterandi spæli og sterku røtum í fólkatónleiki, lagnum ein heilt serligan dám. Saman við hjartaligu falsettini hjá Marius, verður eitt heilt serlig ljóðlandslag skapt. Fyrr í summar gav Marius DC live EP’ina “Marius DC í Luftini”, og í heyst kemur EP’in “Listamaður” út.

———

Leggur tú enn í

English: Faroese rapper is heartbroken on new track “Leggur tú enn í” Marius DC is breaking new ground with the release of his latest single, “Leggur tú enn í” Marking a significant departure from his usual hip-hop roots, this track sees Marius embracing a softer, more introspective sound. With influences spanning R&B, indie, and shoegaze, “Leggur tú enn í” promises to captivate listeners with its heartfelt melody and poignant lyrics. Marius DC, known for his dynamic rap performances and compelling lyricism, ventures into new territory with this ballad. Sung entirely in Faroese, “Leggur tú enn í” showcases Marius DC’s versatility as an artist. The song delves deep into themes of heartbreak and emotional vulnerability, with the usually boisterous performer singing about love lost in a heartfelt falsetto. The track features an exquisite guitar and bass performance by Ragnar Finsson, one of the biggest names in the Faroese indie folk scene. Finsson’s soulful yet experimental instrumental work perfectly complements Marius’s evocative vocals, creating a rich, immersive soundscape. Additionally, both Marius and Ragnar collaborated on the production of the song, blending their unique musical perspectives to craft a truly distinctive track. “Leggur tú enn í” is a testament to DC’s artistic growth and willingness to explore new musical horizons. While some may be put off by the change of pace, many will find the evolution refreshing and indicative of Marius DC’s artistic range.

Released on the following formats:
Digitally on all major platforms (Spotify, Apple Music, etc.).
You can check it out by using this link: https://bfan.link/leggur-tu-enn-i

Leggur tú enn í

Words and music: Marius Dam Christophersen

Leggur tú enn í
Tú plagdi at vera so blíð, min góða
Leggur tú enn í meg, ella
Er tað bara farin tíð

Kennist sum eg eri tann óndi í mínum egna filmið
Og tað er einki skeg
Einki í mínum lív er gingi akkurát sum eg vildi
Men tú ert stadigvekk frek
Plagdi at síggja teg, og siga “hygg, har er daman”
Tímdi ikki meg, tú fann tær bara ein annan
Hopi hann er góður við teg, fari ikki at tosa í runding
Hopi hann er góður við teg, men eg havi bara ein spurning

Leggur tú enn í
Tú plagdi at vera so blíð, min góða
Leggur tú enn í meg, ella
Er tað bara farin tíð

Fyrradagin droymdi eg, at verðin hon gekk undir
Og hvat betíður tað
Onkur spurdi um tú hevði knúst mítt hjarta sundur
Eg segði ikki ja, men
Tað hevði veri lygn at sagt at hetta ikki var strævið
Veit ikki hvat hann hevur, sum eg ikki havi
Men eg hopi tú ert væl nøgd, fari ikki at tosa í runding
Hopi tú ert fucking væl nøgd, men eg havi bara ein spurning

Leggur tú enn í
Tú plagdi at vera so blíð, min góða
Leggur tú enn í meg, ella
Er tað bara farin tíð

Tá eg bíðaði eftir tær í næstan tvey ár
Tá tú helt meg tætt at tær fyrst í februar
Tá tú segði hann var ein vinur fyri teg
Legði tú nakrantíð í meg

Leggur tú enn í
Tú plagdi at vera so blíð, min góða
Leggur tú enn í meg, ella
Er tað bara farin tíð

Credits

Composers and Authors

Marius Dam Christophersen

(author, composer)

Musicians

Ragnar Finsson

(vocals, guitar, bass, programming)

Production

Other products by artist

Related products