nú æt eg Spælidrongur / Shamandrongur – Silvurdrongur

Producer catalog: HJF694b
Production year: 2024
Tracks: 2

Lýsing

nú æt eg Spælidrongur / Shamandrongur

English: This is the second set of singles from the upcoming album “nú æt eg eftir ánni” (now I was named after the river) by Faroese multi-artist Silvurdrongur, performed entirely in one of the world’s smallest languages.

These two, Spælidrongur and Shamandrongur (Game Kid and Shaman Kid), are both dance/club oriented, but in quite a different way. Spælidrongur has a brainmeltingly fresh synth mixed with watery drums and shouting vocals about “my God sings / my God plays / my God dances”,  while Shamandrongur is earthly with a steady beat that explodes into two seperate crescendos – with a lot of lyrics in different styles of singing and rapping.

“Now I was named after the river” is a poetic and symbolic throughline in the album, as all the song titles refer to different names of creatures that reside by the river, the first ones being Sóljudrongur and Miðjørðdrongur, now with Spælidrongur and Shamandrongur added to the mix.

The starkly alien sounds of the music inspire new genre definitions such as Extinction Punk, Doomer Pop, Haunted House, and Art Rap.

___

Føroyskt: Hesi bæði løgini eru bæði dansivinarlig og klubbut í stíli, hóast tey eru heilt hvør sítt lag. Spælidrongur nýtir heilabráðnandi synthljóð og vatntrummur, sum byggja upp eitt sterkt klimaks, meðan róputi vokalurin snýr seg um ein spælandi, rennandi, syngjandi og dansandi Guð. Shamandrongur er meira jarðbundin við tí støðuga beatinum og grønlendska sangaranum, sum stuðlar uppundir. Tó fer lagið sanniliga eisini á flog, meir enn so, í tveimum umførum, tá tað rytmiska spælið eksploderar, og vit fáa nýggjar samplingar inn í ljóðmyndina, m.a. av syngjandi hvalum.

Alt í alt tvey merkisverd løg við sterkum eksperimenterandi stílum, ið noyða tann forvitna lurtaran at geva sær far um ljóðmyndirnar. Silvurdrongur kallar stílin m.a. Extinction Punk, Doomer Pop, Haunted House og Art Rap.

Tað er Eyðfinn B. Lamhauge, eisini kallaðar Ayphin, sum hevur framleitt plátuna í samstarvi við Trygva Danielsen. Fleiri stakløg kunnu væntast næstu mánaðirnar, áðrenn heildarútgávan verður til sølu í Tutl í juli.

Released on the following formats:
Digitally on all major platforms (Spotify, Apple Music, etc.). You can check it out with this link: https://bfan.link/spaelidrongur-shamandrongur

nú æt eg Spælidrongur / Shamandrongur

1. Spælidrongur

Words: Trygvi Danielsen
Music: Trygvi Danielsen, Eyðfinn B. Lamhauge

MÍN GUÐUR SPÆLIR
MÍN GUÐUR FLENNIR
MÍN GUÐUR HOPPAR
MÍN GUÐUR RENNUR
MÍN GUÐUR DANSAR

2. Shamandrongur

Words: Trygvi Danielsen
Music: Trygvi Danielsen, Eyðfinn B. Lamhauge

tað finnast 1000 ymsir mátar at krossfesta ein mann
men bara ein grund til tað at gera tað
ein grund til at gera tað

lyft hann upp

tað finnast bara tríggir mátar at brenna eina heks
og bara ein grund til at gera tað
ein grund til at gera tað

lyft hana upp

tað finnast 100.000 mátar at høgga niður ein skóg
men bara ein grund til at gera tað
ein grund til at gera tað

lyft tey upp

mín samvitska er ein hvalur sum svølgir meg
mín samvitska er ein ormur sum bítur meg
mín samvitska er eitt súrepli sum svíkir meg
mín samvitska er mín pápi sum ofrar meg
mín samvitska er bókin sum skrivar meg

lyft tey upp

tey sum sova
men hvørki hvíla
ella lekja

lyft tey upp

tey sum detta
og aldrin lenda
men altíð brotna

lyft tey upp

tey sum geva
og mugu stjala
ella geva upp

lyft tey upp
lyft tey upp
lyft tey upp

lyft tey upp

tey sum stríðast
tey sum royna
at vera sonn

lyft tey upp

tey sum syngja
tey sum biðja
tey sum lyfta

lyft teg upp

tú sum stríðist
tú klárar tað

lyft teg upp

tí tú kanst ikki
krógva teg

lyft tey upp
lyft teg upp
lyft tey upp
lyft teg upp

lyft teg upp

tú sum roynir
at finna tað

lyft teg upp

tí tú mást ikki
missa tað

lyft teg upp

tí tú elskar
at gera tað

lyft teg upp

tí tú gert tað
av kærleika

lyft tey upp

tí tú gert tað
av kærleika

fuck eg angri at eg ikki drap teg tá eg hevði kjansin
men um ábel drap káin
rann blóðuta áin
enn breidri enn gjógvin
sum kloyvdi
hin skøltin
sum rann út á sjógvin
har áin hjá káin
bleiv grøvin
hjá ábel

ein samvitskusandwich
við fortíð og angran
hvar fórt tú
vit fanga hann
við blaka hann
í fongslið
vit døma hann
við framtíð
sum ikki er komin
vit drepa hann
við hondini
sum ikki hevur hol

enn breidri enn gjógvin
er reiðrið hjá spógvinum
sum svølgdi hin ormin
ið skapti tann stormin
sum druknaði jørðina
við samvitskufjøruna
har tú fangaði krabbar
við spannuni hjá abba

krossfest hann
brenn hana
tey skulu ikki kenna tað
líkið
sum finna tað
í skóginum
hon gandaði
í gávuni
hon handaði
drep hana
hon andaði
hong hann
hann saltaði
vegin
við sandin
har
aldurnar
skola upp
sannleikan
samvitskan
etur meg
morgun og
kvøld

lyft meg upp
lyft meg upp
lyft meg upp
lyft meg upp
lyft meg upp

Credits

Composers and Authors

Trygvi Danielsen

(author, composer)

Musicians

Trygvi Danielsen

(vocals, samples, synths)

Eyðfinn B. Lamhauge

(beats, samples)

Production

Trygvi Danielsen

(co-producer)

Hans Poulsen

(mastering)

Other products by artist