Description
About A Taka
Original compositions, a traditional Bulgarian folk song and free improvised music with Faroese lyrics. Performed by Valeri Dimchev (tamboura), Desislava Dimcheva (vocals) and Kári Sverrisson (vocals & acoustic guitar). Recorded in Bulgaria, September 2003.
Tracklist:
1. A taka
2. Fyrsta eikinøtin
3. Sedi Magda
4. Fuglamál og mið
5. Ein øld ella tvær
6. Mari Fatminko
7. Til eina flugu
8. Uttan orð
Released on the following formats:
As CD (now) and digitally (December 15th) on all major platforms (Spotify, Apple Music, etc.). You can check it out by using this link: https://bfan.link/a-taka
Faroese
A taka (“Soleiðis!”) er ein ógvuliga vanlig bulgarsk máliska.
Sedi Magda (“Magda sat”) er ein sangur hjá Desi, men er líkur fólkasangsstílinum ur bulgarska landslutinum Trakia: Magda sat vid porturdyr og broderaði við silkitráði. Niðan brekkuna kom keypmaðurin Peter. Hann segði við Magdu: ‘Eg fari ikki at gifta meg við tær, Magda. Tú ert ov ung enn, Magda. Tú ert ikki før fyri at venda hoynum, hesum grøna hoynum. Magda svaraði: ‘Á, tú Peter. Hví ert tú so býttur? Eg eri hin vakrasta og mest hábærsliga gentan í bygdini.‘
Mari Fatminko (“Á, Fatminko”) er ein siðbundin sangur hjá muslimska fólkinum, ið býr í Rodopa økinum í landsynningspartinum av Bulgaria. Sangurin er um ein ungan mann, ið kemur oman úr fjøllunum og spyr gentuna, Fatminko, um eygu hennara eru eins svørt, og tey vóru. Hon svarar honum, at tey eru tríggjar ferðir svartari nú, og um hann leggur í, kann hann koma inn í garðin at síggja tey sjálvur.
1. A taka
Music: Valeri Dimchev
2. Fyrsta eikinøtin
Words: Kári Sverrisson
Music: Valeri Dimchev, Kári Sverrisson
Fyrsta eikinøtin datt í dag.
Eg vaknaði av brestinum.
Dúgvur fóru á flog.
Tær flestu hvurvu skjótt
úr tíð og stað.
Tvær settu seg i træið,
ið lútar móti jørðini
við tungari, glógvandi byrðu
hinumegin vegin.
Asfaltið er avtakið
við rotnandi fruktum,
knústum kjarnum,
kleiggjutum og hálum.
Vespurnar surra,
litirnir svíða sum leykur
í eygunum.
Gulir og gløðandi reyðir,
grønir.
Og ein farri av døkkum.
Ein ferskja hongur
í eini brotnari grein;
nertur eisini vegin.
Hýggjuskotin í einum hyli
við bensini og søtum sevjum.
Her tilvild gjørdi av,
at okkurt mátti henda?
Hvør fann uppá
at planta eitt undur
beint har?
Millum bilar,
teg og meg,
tveir óunniligar kassar
úr tonsum av betongi.
Millum menniskju, ið bara vilja
víðari, víðari,
fram, aftur,
avstað onkustaðni.
Mundi vera har
áðrenn húsini;
ella varð plantað
sum ein sorgblíður sangur,
ein floytutóni,
í vindurin bar higar
úr fjøllunum.
Loypti hvøkk
á onkra dúgvu,
tá hann lendi.
3. Sedi Magda
Words: Desislava Dimcheva
Music: Desislava Dimcheva
Arrangement: Valeri Dimchev
4. Fuglamál og mið
Words: Kári Sverrisson
Music: Valeri Dimchev, Kári Sverrisson
Skrivi og láti
á einum fremmandum máli,
eg lærdi sum barn.
Eitt ljóð og so eitt annað.
Dugi tað eins væl
og tey flestu nú.
Brúki tað í heilum,
men tað er mær fremmant
sum egni andadráttur mín.
Eins fremmant og lotið,
ið leitar eftir trøum
at yrkja fullkomnu sangir sínar í.
Sangir, sum eingin skilir.
Sum eingin nakrantíð keypir.
Fremmant sum skógurin,
tú fyrstu fer gongur í.
Veitst ikki hvussu
tú kemur úr honum aftur.
Fremmant sum móðir og faðir,
systir og bróðir,
og sum konan hinumegin diskin.
Sum holdið.
Sum eygnalokini,
ið enn eru sum fyrsta dagin;
mekanisk og troyttilig.
Siga tær, at okkurt fer at koma.
Spønirnar detta ósæddar
niður í dustið,
og tu fært ein møguleika afturat.
Sum føtur tínir.
Sum fótafetini niðan á fjallið
og oman aftur,
framvið svínum og hundum,
seyði og krákum,
ferføtlum og fólki, ið spyr
hvaðani fremmandamaðurin kemur,
hví hann leitaði sær higar
og um hann eigur børn.
Og so okkurt afturat,
ið fer at standa i tjykstu bókini
av bókum.
Í henni, ið aldri verour upplatin
ella lisin.
Hví lærdi tú teg at ganga, drongur?
Hví sat tú undir hvørjum orði,
sum ætlaði tú sjálvur
at siga okkurt onkuntið?
Keypa eitt breyð ella tala onkrum ímóti.
Geva fólki okkurt,
tey ikki høvdu biðið um.
Hví vildi tú skilja fuglamál?
Tú, ið ert so ólikur fugli.
Hvat vilt tú við tínum láti?
Vera Móses og leiða fólk títt út av eggini?
Vera sum vindurin á heysti,
ið fær skuggarnar á gongubreytini
at liva?
Fari at læra meg
hetta málið av nýggjum.
Fyrst eitt ljóð,
so eitt annað.
5. Ein øld ella tvær
Words: Kári Sverrisson
Music: Valeri Dimchev, Kári Sverrisson
Ein onnur øld
í dalinum
hesumegin fjallið.
Fyrsta øld.
Kanska hevur hon einki tal.
Tveir dreingir
koma oman úr fjøllunum,
setast at rinda møðina,
leggja byrðarnar frá sær.
Greinar og kjarr til veturin.
Eg leggi mína byrðu frá mær,
larmin i høvdinum,
og seti meg í avsvidna grasið.
Geitahirðin syngur í líðini,
okkurt seigligt frygiskt
við einum longum fyrsta tóna.
Dreingirnir lurta,
eg lurti – haldi ondini –
geitirnar nærkast honum.
So er tøgn aftur.
Bert ljóð frá suðandi trækrúnum
og bjøllunum hjá geitunum.
Dreingirnir taka greinarnar á seg aftur
og fara til gongu, prátandi,
nú næstan komnir oman í bygdina.
Eg siti eina løtu enn
og lurti eftir goyggjandi hundum,
skrukkandi hønum
og barnarøddum
niðri úr túnum og kroysum.
Hirðin liggur í grasinum,
sovnaður, haldi eg.
Fari at spáka mær
oman aftur í hina øldina.
Øld mína,
har bilarnir hvína í svingunum,
tí alt hevur so stóran, stóran týdning,
og kann ikki bíða
eina øld ella tvær.
6. Mari Fatminko
Music: Trad.
Arrangment: Valeri Dimchev
7. Til eina flugu
Words: Kári Sverrisson
Music: Valeri Dimchev, Kári Sverrisson
Hjarta mítt er um at bresta av gleði
nú eg veit, at vit hoyra saman, fluga!
Pinnastill stendur tú upp og niður
á indisku vesigardinum okkara
við bæriligum riddarum á prúðum gangarum.
Var eg bulgari og dugdi at leika á tambora
vart tú endað sum ein metskjótur dansur
íellivu áttandapørtum
og bygdarfólk míni vóru farin hurlandi um geilar,
kát, rúsaði av gleðini um eitt gott heyst,
og um ikki at vera verulig,
dansandi við vitleysum yvirjørðiskum stevum,
sum i dreymi. Surrandi.
Men eg eri føroyingur,
og hvør tímir at kvøða um eina skinnflugu
á fiólbláari gardinu á heystnátt?
Kann vera, at eg kundi kroyst teg inn i eitt lag onkustaðni.
Kann vera, at eg skuldi byrjað at yrkt uttan rím,
onkustaðni skalt tú sleppa at surra um ævir.
Tí hjarta mítt er um at bresta av gleði.
8. Uttan orð
Music: Valeri Dimchev, Kári Sverrisson