Portur – Marius Ziska

kr. 103kr. 127

Katalognummar: HJF456
Útgávuár: 2018
Sangir: 8

Lýsing

Portur

’Portur’ verður einans sungin á móðurmálinum hjá Hans Mariusi, við tekstum skrivaðum av sera evnaríka Hans Jacob Kollslíð.

‘Portur’ er ein konseptfløga um, at menniskju hava tvey ymisk sløg av veruleika, ein innara og ein ytra, har teir fimm sansirnir eru portur millum hesar báðar veruleikarnar.

Fløgan varð framleidd av Mikael Blak, ljóðblandað av Fred Ruddick, og mastrað av Greg Calbi.

Sangir: 
1. Silvurlín
2. Góðvarin Mynd
3. Til Kærleikan (with Guðrun & Bartal)
4. Longsul
5. Dansa Í Náttini
6. Flóttin
7. Vald
8. Ongin Er Orsøk

Útgivið:
Á fløgu, plátu og talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her:

Meiri kunning

Label

CD, LP

1. Silvurlín

Broytti aftur skap
og varð eitt annað
hatta, ið tykist
vera í mær
Júst, tá ið eg helt
at eg tað kendi
var tað sum um tað
als ikki var
Hey Silvurlín
vilt tú vera mín
tí eg sakni teg
vil vera tín
men tú skýggjar meg
tá eg jagstri teg
hopar undan mær
tí tú býrt har
Har, sum villar blómur vaksa frítt
røkki ikki tær
og alt er nýtt
røkki ikki tær
har, sum hvør ein løta er eitt svar
røkki ikki tær
í sjálvum sær
Innibyrgdur her
handan fimm portur
slitin millum hestar
ið renna blint
Hey Silvurlín
kanst tú vera mín
tí eg sakni teg
vil vera tín
men tú skýggjar meg
tá eg jagstri teg
hopar undan mær
tí tú ert har
Hey Silvurlín
kanst tú verða mín
tí mær leingist so
at vera har
Har, sum villar blómur vaksa frítt
røkki ikki tær
og alt er nýtt
røkki ikki tær
har, sum hvør ein løta er eitt svar
røkki ikki tær
í sjálvum sær

2. Góðvarin mynd

Onkuntíð kann eg bara ganga 0g
leingjast
eftir einum stað har alt gevur meining
har verðin er góð
uttan neyð, uttan líðing
eitt fullkomið stað
uttan fjáltur og ræðslu
Ein góðvarin mynd, jú eg veit tað væl
kanska ov bláoygd til ein kaldan heim
men orsakið meg, tá eg flýggi í
fjákutar dreymar
Hvat um vit nú øll bara valdu at verða
tað vit droyma um, innast inni í okkum
eitt lív uttan tvang
ber væl til um vit vilja
har eg eri eg
0g tú ert tú uttan iva
Ein góðvarin mynd, jú eg veit tað væl
kanska ov bláoygd til ein kaldan heim
men orsakið meg, tá eg flýggi í
fjákutar dreymar

3. Til kærleikan

Kærleikin
er alt, sum eftir skal vera
tá dynar eru lætnar upp
upp á víðan vegg
og tú sært at tú droymir
her er alt við tað sama enn
og tú ert enn beint her
júst so sum tú vart tá
tá eg sá við tínum brá
Vit bráðna nú í moldini
og søkka í sandin
vit kikka eftir ondini
tá vit eru niðurbundin
Kærleikin
er nú
kærleikin
er tú
Hann er ímillum líkini
sum halda tey eru
hann endurføðir ríkini
sum tey søgdu frá í forðum
Og sum klára vatnið rennur hann
undir spegilsblanka glerinum
og hann knýtir saman droparnar
í tí endaleysa havinum
og vit kenna at vit eru mót
millum tað sum var og kemur
og vit eru øll av somu rót
tað er hon sum okkum fremur
Vera uttan iva
kærleikin er nú
vera uttan iva
kærleikin er tú

4. Longsul

Hoyrir tú meg nú
kalla á teg
her eru portur
tú ert beint har
men hoyrir meg ei
hoyrir meg ei
Ein longsul er í mær
stavar frá fornari tíð
tað er ein flótandi kensla
sum skiftir skap allatíð
hann tølir og dømir
er hvørvin og opin í senn
hann er ein loyndarfull gáta
sum eg ikki rúmi heilt enn
Ferðist við tær nú
alskyns myndir
birtast í okkum
tú ert beint har
eg síggi teg ei
síggi teg ei
Ein longsul er í mær
stavar frá fornari tíð
hann letur seg ikki skilja
tí hann birtist støðugt av ný
hann tølir og dømir
er hvørvin og opin í senn
hann er loyndarfull gáta
sum eg ikki rúmi heilt enn
og tú kanst bara fyrigeva
fyrigeva mær

5. Dansa í náttini

Minnist eina tíð
full av vøkrum vónum
heimurin lá opin fyri mær
vildi sleppa út
fjakka púra frælsur
kenna tað at liva
uttan bond
bara vera
Óskyldin og fávitskan
vóru mínar
Drakk av tí sum kom
fjøtraður av ongum
so líðandi birtist rødd í mær
og hon segỏi
tú kanst vera
tað tú vilt
tú ert fríur
Tað er myrkt og kalt í nátt
býurin ræðir meg
hann vil eta meg livandi
ongin flýggjan er møgulig
náttarmyrkrið eltir meg
sýgur meg inn í seg nú
Tey síggja út sum spøkilsi
fólkini ið støplast har
tómir hamar í ørviti
tær minna mest um eiturorm
grýmurnar ið skríggja at mær
eg hvørvi inn í myrkrið nú
Dansa í náttini
eiga hana nú
til tað lýsir í
dansa í náttini
eiga hana nú
líka til tað lýsir í

6. Flóttin

Dugir tú
at vera kaldur,
tá ið tú sært á skíggjanum
hjartkipt flýggjandi fólk
druknaði børn
tað er nú tað er her
tað er sum jørðin er í stríð
við sjálva seg
bæði gudar og menn
berjast í senn
Tú sigur
slappa av
hvat er galið her hja tær
tú sigur slappa av
vit hava tað jú fínt
og teirra neyð
er onki tú kanst gera við
tú skalt passa teg
Dugir tú
at yppa øksl og venda blinda eygað til
lata tey vera tey
livandi deyð
har er líðing og neyð
tað er sum mannaættin
vill og frumkend er
ampin sum er í mær
er har í tær
Eg kenni máttloysi
taka búgv í míni sál
og dapra vónloysi
er um at vinna tá
Tú sigur
slappa av
hvat er galið her hjá tær
tú sigur slappa av
vit hava tað jú gott
og teirra neyð
er onki tú kanst gera við
tú skalt passa teg

7. Vald

Hoyrir tú ordrarnar
runga so hart har úti nú
valdsharrar náðileyst
gera sær dælt av hatrinum
blindaðu trælirnir
trampa í takt har eg og tú
teskaðu vónríkar tankar
í kalda vetrinum
Og vit eygleiða bara verðina
tá hon
sum ein dreymur fer framvið
eygleiða hana mestsum burturfrá
so vit
kanska fáa sálarfrið
Klædningsmenn tita
og halda seg hava funnið svarið nú
pengamaskinan varð hold
og tók búgv í hjartanum
forritað mappudýr
fylgja teim fegin klædd í skrúð
ringt er at hóma
ein glotta í bølamyrkrinum
So vit eygleiða bara verðina
tá hon
sum ein dreymur fer framvið
eygleiða hana mestsum burturfrá
har vit
kanska fáa sálarfrið

8. Ongin er orsøk

Náttin er ljós nú
summar er
sannkenni løtuna í mær her
siti bert kvirrur og hyggi út
Fuglurin hoyrist
stákast nú
bygdi sær reiður har eg og tú
sóu bilarnir koyra hvør sín veg
alt er á ferð
í hesi verð
Ongin er orsøk at stúra nú
alt er júst tað sum tað altíð var
skýggini reka og skjótt er eisini tú
partur av teim
farin heim
Roðar í eystri
fyri sól
reisist og fari at finna ból
dagurin krýpur nú inn í heim
byrjar mín ferð
í dreymaverð
Ongin er orsøk at stúra nú
alt er júst tað sum tað altíð var
skýggini reka og skjótt er eisini tú
partur av teim
farin heim
Ongin er orsøk at stúra nú
alt er enn tað sum tað altíð var
skýggini reka og skjótt er eisini tú
partur av teim
farin heim
partur av teim
farin heim

Credits

Composers and Authors

Musicians

Hans Marius Ziska

(sang, gittar (1, 2, 3, 5, 6, 7, 8) )

Heðin Ziska Davidsen

(gittar (1, 2, 3, 4, 5, 7), elektronikkur (1, 4), klokkuspæl (4, 8), vocoder (7), kór (2, 3, 7))

Allan Tausen

(kassagittar (1, 2, 3, 7, 8), vocoder (4), bass synth (5), kór (1, 2, 3, 5, 7, 8) )

Mikael Blak

(bass (1, 3, 5, 7), synth (1, 2, 3, 4, 5, 7), synth trummur (8), vocoder (1, 4, 7), bass synth (2,4), mellotron (4, 8), el. slagverk (5))

Magnus Johannesen

(klaver (2, 7, 8), viðgjørt klaver (2, 5, 7, 8), hammond orgul (7), rhodes (1, 2, 5, 7), synth (3), vocoder (4), strúkara útseting (4, 6), kór (3))

Brandur Jacobsen

(trummur (2, 3, 4, 5, 7), el. trummur (1), kór (2, 3, 7))

Per Ingvaldur Højgaard Petersen

(trummur (1, 2, 4, 7), el. trummur (3, 4, 5))

Benjamin Petersen

(kór (2,7))

Leslie Parker Johannessen

(1. violin (4, 6))

Jón Festirstein

(2. violin (4, 6))

Angelika Nielsen

(bratsj (4, 6))

Klabbes Bank

(horn og horn útseting (5))

Thomas Backman

(alto saksofon (5))

Pontus Hedström

(alto saksofon (5))

Kristoffer Alehed

(trombon (5))

Production

Mikael Blak

(samframleiðsla)

Fred Ruddick

(ljóðband, engineered)

Greg Calbi

(frumband)

Högni Egholm Magnussen

(permumynd, uppseting)

Other products by artist