Seinferð – Lea Kampmann

kr. 103kr. 160

Katalognummar:
Útgávuár: 2024
Sangir: 8

Lýsing

Seinferð

 

Sangir:
1. EITT LAG EG HEVÐI GLOYMT
2. NÚ ERT TÚ MOLDIN
3. PAPPÍRSTUNN
4. MÍTT EGNA RÚM
5. TELJI UPP Í HUNDRAÐ
6. VESTMANNA Í KAVA
7. EG FARI NIÐUR
8. FRIÐARLAG

Útgivið:
Á fløgu, plátu og talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her: https://orcd.co/leakampmannseinferd

Meiri kunning

VektN/A
Product

CD, LP

2. Nú ert tú moldin

Nú ert tú moldin, sum liggur í stað
Tú kanst hvíla teg í ævir
Søtt angar hagin av summardá
So gott at síggja teg í øllum
Nú ert tú lagið, sum tær dámdi væl
Tað er mín yndis landaplága
Á Oyggjarvegnum, ein gerandisdag
Eg mátti blinka inn og gráta

Kom, gang ein túr
Eg trongi til fríska luft

Nú ert tú regnið, eitt vinaligt æl
Meðan eg stari upp í loft
Tú dryppar á mítt aluminiums tak
Eg skilji alt, tú sigur við meg

Nú ert tú kavin, sum eg ynskti mær
Á mínum føðingardegi
Tú kom á vitjan og legði teg har
Eg veit, at tú ert altíð hjá mær

Hygg, svarti sandurin
Kom og kasta ein stein

Nú ert tú stovan, har eg haldi til
Tú ert ein óbundin troyggja
Eg hiti meg, drekki svart te við mjólk
Eg blívi meir og meir sum tú

Nú ert tú farin, men ikki langt vekk
Tú býr á triðju gongustjørnu
Tú fylgir við, og tú hoyrir mína rødd
Eg gangi túr á tínum gøtum

Kom, svim við mær, omma, havið er silvur í dag

3. Telji upp í hundrað

Andi inn og telji
Heilt upp í hundrað
Royni at halda ondini
Royni at gloyma

Her er ljóst nú
Sjálvt um náttina
Hvussu skal eg sovna
Tá eg ikki minnist afturá
Hvussu tað er at droyma

Eg royni, eg royni
Men gloymi
Gloymi teg ikki

Eg royni, eg royni at skumpa tað burtur
Men altíð, ja, altíð kemur tú aftur, aftur
Sjálvt regnið minnir meg eisini um teg
Eg royni, eg royni at skumpa tað burtur

Hoyrdi onkran siga
Einhvør endi er ein byrjan
Og okkurt um opnar dyr
Eg bað hann um at tiga

Eg royni, eg royni
Men gloymi
Gloymi teg ikki

Eg royni, eg royni at skumpa tað burtur
Men altíð, ja, altíð kemur tú aftur, aftur
Sjálvt regnið minnir meg eisini um teg
Eg royni, eg royni at skumpa tað burtur

Men altíð, altíð, altíð, altíð, altíð, altíð, altíð, altíð….
Kemur tú aftur
Kemur tú aftur
Nær kemur tú aftur?

4. Pappírstunn

Tú sær ígjøgnum meg, sum var eg úr pappíri
Tað er, sum einki er ósjónligt meir
Tú lesur tankarnar, teir, sum eg annars goymi
Í myndamáli millum reglurnar

Tú skrivar sangirnar við rími og við meining
Eg tári hvørja ferð, tú syngur teir
Tað følist akkurát, sum eg havi kent teir leingi
Eg troyttist ikki, eg vil hoyra meir

Havi tað, sum um eg akkurát eri vaknað
Eg byrji mín dag uppá ein spildurnýggjan máta

Tú sigur, at tú sær meg heila, ikki hálva
Tað kitlar djúpt í míni beinagrind
Jú meir eg elski teg, meir elski meg sjálva
Tú ert mítt heim, nú vil eg flyta inn

Veit tú ert bangin, hoyri tað í tínum sangum
Eg havi eisini altíð sungið í moll
Tað er mítt ørindi, tað býr í mínum fingrum
At gera óttan til eitt vakurt lag

Pappírstunn, tað er tað, eg eri
Um tú skræðir meg, so blívi eg bara fleiri

Eg ynski mær, at mínir toluligu sangir
Teir lekja teg, sum tínir lekja meg
At tú skal vita, at tú longu hevur veingir
Tú ert nóg mikið, akkurát, sum tú er

Eg gevi upp, tí eg veit, eg havi vunnið
Eg loypi útí,tí eg veit, at eg kann sveima
Pappírstunn, tað er tað, eg eri
Um tú skræðir meg
So verið eg bara fleiri og fleiri og fleiri og fleiri og fleiri (…)

5. Vestmanna í kava

Nú hevur kavin lagt seg
Bygdin, hon hvílir í friði
Enn er nógv eftir at siga
Í tøgnini mangli eg orð

Hugsi um vetrardagin
Vit gingu hond í hond
Í hálku á Niðaravegi
Tú lærdi meg um kulda og kava
Eg sveimi í keldum av ljósi
Síggi alt úr erva
Løkini hanga sum veingir á snór
Frostbitnu orðini syngja í kór
Dansandi í silvitni
Flykrurnar eru ein dýna
Eg vil leggja meg í
Skumpi mín smágentuótta
Langt, langt vekk

6. Eg fari niður

Í seinferð gjøgnum vindeygað
Nemur hvíta sólin
Hárini á míni húð
Ahhh

Himmalin, grái himmalin
Er ein tunn mjólkabløðra
Í eini skál av bóndamjólk
Er um at bresta
Eg priki hol á

Á borðinum stendur eitt glas
Hálvtómt og tyst
Á, tað føroyska vatnið
Tað fari eg at sakna mest

Eg umhugsi at fylla í fløskur
Og taka tær niður við mær
Kanska ein dropi smakkar av heim
Tá eg eri farin
Tá eg eri farin

7. Mítt Egna Rúm

Mítt rúm
Pinnastilt
Mítt rúm
Litfarnir veggir

Mítt rúm
Eitt borð og tveir stólar
Klæðini hanga ov trongligt á rað
Stuttfluttar skjúrtur og hálvstórir frakkar
Nakrir fáir kjólar

Mítt rúm
Mítt egna rúm
Eitt friðskjól mitt í býnum
Tá ið eg hyggi út
Ongin fear of missing out
Mín egna verð, mítt egna rúm

Mítt rúm
Tað einasta sum sær meg
Mítt rúm
Tú er alt eg havi

Mítt rúm
Eg skrivi og eg skrivi
Á títt hvíta veggjarpappír
Eitt óskrivað blað
Ein vakur tómleiki
Eg fylli teg við tónleiki

Mítt rúm
Mítt egna rúm
Ein steðgur mitt í býnum
Tá eg hyggi út
Hugsi eg við mær sjálvari
Altíð má eg hava
Mítt egna rúm

8. Friðarlag

Tað er altíð kvirt, um eg lurti nóg væl
Friðurin er altíð her
Um eg gloymi tíð og stað

Tá eg seti ljós í vindeyga
Tá ið vetur verður vár
Tá ein dagur er ein vika og ein mánaði er eitt ár

Er til í millum orðini og aftanfyri larmin er:
Friðurin ið altíð er

Credits

Composers and Authors

Lea Kampmann

(Orð & lag)

Teitur Lassen

(Orð & lag)

Musicians

Lea Kampmann

(sang & gittar)

Teitur Lassen

(klaver & synthesizers & lap steel gittar & slagverk & ljóðheim)

Daniel Rye

(klarinett & bass klarinett)

Kern Westerberg

(strúkarar)

Thea Jørgensen

(strúkarar)

Martyna Kulpinska

(strúkarar)

Lone Meinich

(fimm-streingja bratsch)

Production

Teitur Lassen

(framleiðsla & útseting)

Philip Weinrobe

(ljóðbland)

Josh Bonati

(frumband)

Jens L. Thomsen

(ljóðteknikkari)

Other products by artist