Lýsing
About RÚM
Við nýggju fløguni, RÚM, megna Marius Ziska at taka tónleikin upp á enn eitt hægri støði innan elektriskan tónleikaskap. Umframt seksmannabólkin, sum hevur verið Marius Ziska seinastu mongu árini, sær hendan fløgan eitt íkast frá heimskenda Rob Moose, sum hevur yrkt og spælt streingjaútsetingarnar á nøkrum av løgunum. Fløgan hevur heitið RÚM, sum kann merkja bæði rúm (stova, høli) og rúm (øki, umhvørvi) á føroyskum. Heitið fangar kjarnuna í føroysku tekstunum væl, við tað at teir sveiggja millum tað heilt persónliga og inniliga til teir stóru eksistentiellu spurningarnar um modernaðu tilveruna í eini seinmodernaðari tíð.
“Meðan vit bíða” er at taka saman favn í kalda vindinum. Tú kanst hoyra náttúruna liva og røra seg í tónleikinum. Tað kemur og fer, vísir seg og fer avstað aftur við týdninginum av hvørjum orði.
Eins og málarar, sum royna at mála hesa einu ávísu kensluna men enda við at mála túsund ymiskar málningar, “Meðan vit bíða” er eitt tónleikastykki og orðasavn, sum leitan eftir einari ávísari kenslu sum vit avgjørt øll kenna men hava ringt við at lýsa. Ein lýsing verður ongantíð júst tann sama kenslan, men hon kann fáa teg nær.
Lagið byrjar við setninginum: “Eg visti ongantíð, hvat tað var eg føldi”. Orðið “andaligt” hevur sínar samanhangir, og henda samlaða upplivingin er so surrealistisk, at tú hevur lyndi til at ivast í tí, tá tú ert í henni. Men tá tú ert har, hevur alt eitt annað ljós og lit. “Tað” er har, hóast tú hevur ringt við at geva teg yvir. Eins og kórið sigur: “Tað er í ljósinum, sum bara er til í sær sjálvum. Tað er í myrkrinum, at einki er uttan ljós. Eg síggi tað glitra í tær og mær í dag. Í øllum tí, sum tíðin legði til rættis. Tá kærleikin rak óttan út og vit kendu okkum sum um vit áttu okkurt livandi og onkursvegna vistu so væl.”
Sangir:
1. Síggja av nýggjum
2. Í Aldingarðinum
3. Ekkókamarið
4. Skuggaspæl
5. Falli til jarðar
6. Reyn
7. Klovin
8. Meðan vit bíða
Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her: https://bfan.link/-rum-
1. Síggja av nýggjum
Orð: Hans Jacob Kollslíð
Lag: Hans Marius Ziska
Tú vart hjá mær, tá ið eg var
Fullur av óró
Niðurbrotin
Hjálpti mær at síggja ein veg
Eg helt var horvin
Burturfarin
Eg var sokkin, sá onga vón
Var bara ræðsla
Alt var pína
Tú fekk meg at síggja av nýggjum
– Tá ið alt tyktist myrkt, vónleyst, oyðið og kalt –
At vit liva
Og hava hvørt annað
Beint her
Júst nú
Tað var sum at vakna av nýggjum
– Tá tú segði, at eg fór at finna ein veg –
Tí vit liva
Og hava hvørt annað
Beint her
Júst nú
Deyðin stardi kaldur at mær
Hann vildi taka
Ljósið, lívið
Kærleiksfulla røddin hjá tær
Var sum ein kelda
Átti friðin
Tankarnir, sum leikaðu í mær
– tá ið hugi mín var sum ein illveðursnátt –
Hæstu av
Og eg kendi eitt frælsi
Ið altíð var
Leinkjurnar, sum bundu meg niður
– tá ið hjarta mítt var sum eitt innilæst djór –
Stukku sundur
Og brátt sá eg frælsið
Ið altíð var
Tú fekk meg at síggja av nýggjum
– Tá ið alt tyktist myrkt, vónleyst, oyðið og kalt –
At vit liva
Og hava hvørt annað
Beint her
Júst nú
Tað var sum at vakna av nýggjum
– Tá tú segði, at eg fór at finna ein veg –
Tí vit liva
Og hava hvørt annað
Beint her
Júst nú
Vit liva og hava hvørt annað
Vit liva og hava hvørt annað
Vit liva júst nú
2. Í aldingarðinum
Orð: Hans Jacob Kollslíð
Lag: Hans Marius Ziska, Mikael Blak
Grindin er fyri tær
Tú eigur lykilin
Til tín
Óvissan ræðir teg
Tá ið hon vísir seg
Tú ert einsamallur nú
Ongin kann hjálpa tær
Uttan tú
Tankin vil temja teg
Ræðslan er lemjandi
Á veg
Fylgi við streyminum
Livi í dreyminum
Har ið eldurin bræðir meg enn
Aftur sum óborin
Eri eg komin inn
Har alt byrjar av nýggjum
Eg gavst brátt at kýta meg
Av mínum eintingum
Við eitt so var eg har
Tilveran nælandi
Andin so spælandi
Í mær nú
Eg síggi nýggjan aldingarð
Taka skap í hjartanum
Ólidna lívið spælir sær
Veit ikki hvat varð lagað mær
Eg vendi oyðuni bakið nú
Og eg vinni fram á leið
Eg taki dagin sum hann er
Sama hvat ið kemur
Ferðist í huganum
Leidd ur av kenslum
Sum koma og fara allatíð
Reinsanareldurin
Varpar meg longur inn
Í eitt ríki, ið veksur í mær
Eg sá ein brotnan mann í gjár
Hann vóð í díkinum
Mól runt í klingur fyri mær
Sum eitt, ið ongan vegin sær
Men so við eitt hann hugdi upp
Og lamsligin eg sá
Tað var mín egna skuggamynd
Ið har stardi at mær
Oyðimørk
Vatn og blóð
Djúpir dalar og grátur
Náttin svørt
Sólin bjørt
Bláur himmal og látur
Alt er mítt
Alt er títt
Kroppurin er ein bátur
Krøki meg
Haldi fast
Í ein veg sum er hálur
Eg síggi nýggjan aldingarð
Taka skap í hjartanum
Ólidna lívið spælir sær
Veit ikki hvat varð lagað mær
3. Ekkókamarið
Orð: Hans Jacob Kollslíð
Lag: Hans Marius Ziska
Leiti mær inn í ein heim
Har ið øll halda tað sama
Finni har øll míni svar
Har er bara svart og hvítt
Har kann eg kenna meg tryggan
Gloyma mín iva
Ekkókamarið
Er nú mín verð
Kenni bara tey
Sum eru inni her
Vit hava funnið
Svarini, ið greiða alt sum er
Hava sæð ljósið
Vildi at øll sóu tað
Lagi mær ein høgan múr
Byrgi meg inn i frá øllum
Onki kann skala meg har
Handan múrin búgvi eg
Har havi eg mína holu
Fylli í hvørja rivu
Verði skræddur sund ur
Íóteljandi bitar
Eg svinni í onki og missi meg burtur
Er nakað eftir av mær?
Ein villiniborg er mítt innasta hjarta
Bara blindar gøtur har
Finni ongan útveg
Ekkókamarið
Vísir mær veg
Kenni bara tey
Sum eru júst sum eg
Vit hava funnið
Tað sum fer at gera alt so gott
Hava sæð ljósið
Vildi at øll sóu tað
4. Skuggaspæl
Orð: Hans Jacob Kollslíð
Lag: Hans Marius Ziska
Náttarbál
Eg hoyri mannamál
Runga hart
Tosa svart
Blaktrar har
Uppi á vegginum
Heimurin
Leikurin
Hann er tað vit síggja í nátt
Hann er tað vit halda er til
Meðan tíðin rennur avstað
Har ið onki er
Vit doyggja ein og ein
Tjóðraði
Vit sita bundin her
Býtt og sæl
Skuggaspæl
Tað er tað vit síggja í nátt
Tað er tað vit halda er til
Meðan tíðin rennur avstað
Har ið onki er
Vit hvørva eins og …
Men tað tykist sum okkurt
Vísir mær veg
Men eg kann ikki siga
Hvat ið tað er
Tað er okkurt sum er her
Altíð á ferð
Og tað er sum eitt lítið fræ
Ið brátt verður til ljósan dag
Og so koma vit til eitt stað
Har ið frælsi er
Og liva ein og ein
Ein og ein
5. Falli til jarðar
Orð: Hans Jacob Kollslíð
Lag: Hans Marius Ziska
Okkurt flutti meg yvirum ánna
Sett i fótin trygt á nýggja strond
Hoyrdi hvussu flóðin fór at vaksa
Loysnaðu øll hugans vanabond
Fingurin, sum peikar upp á mánan
Vísir bara hvar eg hyggja skal
Eg má sjálvur læra meg at síggja
Um mítt foldarlív skal eydnast væl
Eg falli til jarðar
Røkki ei upp
Enn eingin sigur
Komin at vera
Glottar av lívi
Geva mær vón
At eg skal fáa
Sannari sjón
Men alt í einum ert tú bert eitt útskot
Øll tilveran ein fløkja er
Tað er sum hjartað stendur til at bresta
Tú sært hin frælsa fuglin flúgva
Sært at alt so vakurt er
Men tú ert uttanfyri, røkkur ikki
Inn har, ið friður er
Falli til jarðar
Røkki ei upp
Enn
eingin sigur
Komin at vera
Glottar av lívi
Geva mær vón
At eg skal fáa
Sannari sjón
6. Reyn
Orð: Hans Jacob Kollslíð
Lag: Hans Marius Ziska, Mikael Blak
Vaði har eg ikki grynni
Á ferð inn í hitt ókenda
Eg vil finna aðrar leiðir
Leiti inn í ljósið, sum er myrkur
Uttan hugtøk ella orð
Ferðist inn í okkurt, sum er onki
Hand an tankan
Har ljóst er ljósari
Og myrkt er myrkari
Er tað
Rúm, dýpd og skuggar eru
Sansi anga, ljós og ljóð
Leiti eftir mær í øllum
Finni meg í tí, sum ei kann sigast
Bróti niður, byggi upp
Loysi meg frá øllum, sum kann skipast
Litir glógva
Har ljóst er ljósari
Og myrkt er myrkari
Er tað
Ivin er allatíð her
Tori eg longur
Tráandi óróin ber
Meg inn á gøtur
Har ljóst er ljósari
Og myrkt er myrkari
Reiki eg
7. Klovin
Orð: Hans Jacob Kollslíð
Lag: Hans Marius Ziska
Fari upp og skund i mær
Út í ein annan dag
Har ið alt er júst sum tað var í gjár
Gangi skjótt í regninum
Undir myrkagráu skýggjunum
Meðan bilar trokast á vegunum
Og tá djórið øsist í mær
Gríslar tenn
Knýtir nevar til teir hvítna
So eg ræðist sjálvan meg
Tá ið vónbrotið bylgist í mær
Hópast upp
Til eg verði frá mær sjálvum
Av mær sjálvum
Tá kenni eg meg sum eg eri
Í eini falnari dómadagsverð
Og eg lati alt tað støkka av mær
Sum eg haldi kann særa meg
Og eg taki hvørt bil sum tað kemur
Eg eygleiði alt sum er
Og tað tykist sum okkurt tá nemur
Einum samljóði ið brátt er
Í mær
So nær
Havi lært at temja meg
Og tá eg síggi teg
Havi eg júst sett mína sál í veð
Ikki nógv at lata fyri at fáa grið
Tá ið tú klovin ert glataður
Uttan nakran frið
Og tá djórið øsist í mær
Gríslar tenn
Knýtir nevar til teir hvítna
So eg ræðist sjálvan meg
Tá ið klárskygni vekist í mær
Sigur nokk
Og eg verði frá mær sjálvum
Av mær sjálvum
Tá kenni eg meg sum eg eri
Í eini falnari dómadagsverð
Og eg lati alt tað støkka av mær
Sum eg haldi kann særa meg
Og eg taki hvørt bil sum tað kemur
Eg eygleiði alt sum er
Og tað tykist sum okkurt tá nemur
Einum samljóði ið brátt er
Í mær
So nær
8. Meðan vit bíða
Orð: Hans Jacob Kollslíð
Lag: Hans Marius Ziska
Eg visti ongantíð júst hvat tað var eg kendi
Men tað var sum um okkurt so nógv meir var her
Sum vildi grógva
Vildi liva
Okkurt sum bara mátti vera
Kanska tað er her
Kanska ikki
Ivaleys vissa
Í eitt stokkut bil
Sum brátt er horvið
Tað er í ljósinum
Ið bara er av sær sjálvum
Tað er í myrkrinum
Sum onki er uttan ljósið
Og eg síggi tað glógva í tær og mær í dag
Í øllum, sum tíðin fekk í lag
Tá kærleikin óttan rak avstað
Og vit kendu tað sum áttu vit
Okkurt sum livdi
Tí at vit kendu tað
Eg hoyri suff ini frá teimum, sum enn líða
Og síggi eyguni sum stara út í verð
Heimleys á vegnum
Horvin í degnum
Offur í endaleysa krígnum
Sum er í teimum
Meðan tey bíða
Eftir einum
Frelsara ið skal
Koma aftur
Tað er í ljósinum
Ið bara er av sær sjálvum
Tað er í myrkrinum
Sum onki er uttan ljósið
Og eg síggi tað glógva í mær og tær í dag
Í øllum, sum tíðin fekk í lag
Tá kærleikin óttan rak avstað
Og vit kendu tað sum áttu vit
Okkurt sum livdi
Tí at vit kendu tað