Í aldingarðinum – Marius Ziska

Katalognummar: HJF556c
Útgávuár: 2022
Sangir: 1
Vørunummar: HJF556c Bólkar: , Tags: ,

Lýsing

Marius Ziska er aftur við einum nýggjum staklagi av komandi fløgu síni, RÚM, eftir at hava spælt The Great Escape í Brighton, og 3 útseldar konsertir við Symfoniorkestri Føroya og komandi konsertferð í Danmark 23. til 25. november.

Við nýggju fløguni, RÚM, megna Marius Ziska at taka tónleikin upp á enn eitt hægri støði innan elektriskan tónleikaskap. Umframt seksmannabólkin, sum hevur verið Marius Ziska seinastu mongu árini, sær hendan fløgan eitt íkast frá heimskenda Rob Moose, sum hevur yrkt og spælt streingjaútsetingarnar á nøkrum av løgunum. Fløgan hevur heitið RÚM, sum kann merkja bæði rúm (stova, høli) og rúm (øki, umhvørvi) á føroyskum. Heitið fangar kjarnuna í føroysku tekstunum væl, við tað at teir sveiggja millum tað heilt persónliga og inniliga til teir stóru eksistentiellu spurningarnar um modernaðu tilveruna í eini seinmodernaðari tíð.

Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her: https://bfan.link/i-aldingardinum

 

Í aldingarðinum

Orð: Hans Jacob Kollslíð
Lag: Hans Marius Ziska, Mikael Blak

Grindin er fyri tær
Tú eigur lykilin
Til tín

Óvissan ræðir teg
Tá ið hon vísir seg

Tú ert einsamallur nú
Ongin kann hjálpa tær
Uttan tú

Tankin vil temja teg
Ræðslan er lemjandi
Á veg

Fylgi við streyminum
Livi í dreyminum
Har ið eldurin bræðir meg enn

Aftur sum óborin
Eri eg komin inn
Har alt byrjar av nýggjum

Eg gavst brátt at kýta meg
Av mínum eintingum
Við eitt so var eg har

Tilveran nælandi
Andin so spælandi
Í mær nú

Eg síggi nýggjan aldingarð
Taka skap í hjartanum
Ólidna lívið spælir sær
Veit ikki hvat varð lagað mær

Eg vendi oyðuni bakið nú
Og eg vinni fram á leið
Eg taki dagin sum hann er
Sama hvat ið kemur

Ferðist í huganum
Leidd ur av kenslum
Sum koma og fara allatíð

Reinsanareldurin
Varpar meg longur inn
Í eitt ríki, ið veksur í mær

Eg sá ein brotnan mann í gjár
Hann vóð í díkinum
Mól runt í klingur fyri mær
Sum eitt, ið ongan vegin sær

Men so við eitt hann hugdi upp
Og lamsligin eg sá
Tað var mín egna skuggamynd
Ið har stardi at mær

Oyðimørk
Vatn og blóð
Djúpir dalar og grátur

Náttin svørt
Sólin bjørt
Bláur himmal og látur

Alt er mítt
Alt er títt
Kroppurin er ein bátur

Krøki meg
Haldi fast
Í ein veg sum er hálur

Eg síggi nýggjan aldingarð
Taka skap í hjartanum
Ólidna lívið spælir sær
Veit ikki hvat varð lagað mær

Credits

Composers and Authors

Musicians

Hans Marius Ziska

(sang, gittar)

Heðin Ziska Davidsen

(elektronikkur, programering)

Mikael Blak

(bass, vocoder, synth)

Allan Tausen

(gittar)

Magnus Johannesen

(synth, klaver)

Production

Hans Marius Ziska

(samframleiðsla)

Mikael Blak

(samframleiðsla)

Heðin Ziska Davidsen

(samframleiðsla)

Addi 800

(ljóðbland, frumband)

Other products by artist