Klovin – Marius Ziska

Katalognummar: HJF556d
Útgávuár: 2022
Sangir: 1

Vørunummar: HJF556d Bólkar: , Tags: ,

Lýsing

About Klovin

“Klovin” er 5. staklagið hjá Marius Ziska av komandi fløguni “RÚM” sum kemur út í mars. Tað er eitt av teimum meira upptakt stakløgunum frá Marius har bólkurin er í einum lívligum popp groove av reinum góðum vibes. Við hjálp frá røsku kvinnuligu vokalistunum (Marianna Winter, Katrina Olsen, og Jasmin Mote), er framleiðslan fylt við vocoders, synth og basslinjum úr øðrum heimi.

“Klovin” sum merkir “Cleft” snýr seg um at seta seg sjálvan til viks – ikki fyri pengar, evnagávur ella umdømi – men fyri frið. Robert Johnson seldi sál sína til djevulin í býti fyri gittaraførleikar. Faust seldi sál sína til Mefistofeles í býti fyri óhefta njóting og frælsi. Fyri at vaksa mást tú seta niður fræ títt og lata tað doyggja, áðrenn tú kanst síggja tað spíra og fáa lív.

Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her: https://bfan.link/klovin

Klovin

Orð: Hans Jacob Kollslíð
Lag: Hans Marius Ziska

Fari upp og skund i mær
Út í ein annan dag
Har ið alt er júst sum tað var í gjár

Gangi skjótt í regninum
Undir myrkagráu skýggjunum
Meðan bilar trokast á vegunum

Og tá djórið øsist í mær
Gríslar tenn
Knýtir nevar til teir hvítna
So eg ræðist sjálvan meg

Tá ið vónbrotið bylgist í mær
Hópast upp
Til eg verði frá mær sjálvum
Av mær sjálvum

Tá kenni eg meg sum eg eri
Í eini falnari dómadagsverð
Og eg lati alt tað støkka av mær
Sum eg haldi kann særa meg

Og eg taki hvørt bil sum tað kemur
Eg eygleiði alt sum er
Og tað tykist sum okkurt tá nemur
Einum samljóði ið brátt er
Í mær
So nær

Havi lært at temja meg
Og tá eg síggi teg
Havi eg júst sett mína sál í veð

Ikki nógv at lata fyri at fáa grið
Tá ið tú klovin ert glataður
Uttan nakran frið

Og tá djórið øsist í mær
Gríslar tenn
Knýtir nevar til teir hvítna
So eg ræðist sjálvan meg

Tá ið klárskygni vekist í mær
Sigur nokk
Og eg verði frá mær sjálvum
Av mær sjálvum

Tá kenni eg meg sum eg eri
Í eini falnari dómadagsverð
Og eg lati alt tað støkka av mær
Sum eg haldi kann særa meg

Og eg taki hvørt bil sum tað kemur
Eg eygleiði alt sum er
Og tað tykist sum okkurt tá nemur
Einum samljóði ið brátt er
Í mær
So nær

Credits

Composers

Composers and Authors

Musicians

Hans Marius Ziska

(sang, gittar, trummu-programering)

Heðin Ziska Davidsen

(gittar, elektronikkur)

Mikael Blak

(bass, synth, vocoder, elektronikkur)

Magnus Johannesen

(klaver, synth)

Allan Tausen

(gittar, kór)

Other products by artist