Lýsing
Royni enn at gloyma
“Royni enn at gloyma” er fyrsta staklagið frá komandi debut-heildarútgávuni hjá Benjamin Rajani, ið eitur “Tá hvørt ljós líkist tær”.
Kensluborna røddin hjá Benjamin sigur frá royndini at gloyma ein mann elskar, men eisini royndini at fevna eini nýggjari framtíð. Gittarin og banjoin spæla í samljóði, men blásararnir tykjast at gráta.
Benjamin Rajani er ein føroyskur singer/songwriter við serligum evnum til at skapa rørandi yrkingar og fangandi melodiir. Hansara tónleikur er eyðkendur av norðurlendskum sorgblídni og hevur íblástur frá tónleikarum sum Sufjan Stevens og Sigur Rós. Í einum ummæli av konsertini á G! Festivalinum í 2023, skrivaði KVF : “Benjamin hevur veruligt X-factor, ið er trupult at seta orð á… eitt huglag, ein sjarma og ein grundleggjandi musikalitetur.”
Útgivið:
Á fløgu, plátu og talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her: https://bfan.link/royni-enn-at-gloyma