Lýsing Live from Nordatlantens Brygge Í vøkru hølunum hjá Nordatlantens Brygge í Keypmannahavn, framførir Benjamin Rajani eina minimalistiska live-session av sangunum “Mánakvøld” og “Bláfryst og kvirr,” saman við evnaríka klaverleikaranum Aksel Remmel.
Sanglisti: 1. Mánakvøld (Live from Nordatlantens Brygge) 2. Bláfryst og kvirr (Live from Nordatlantens Brygge)
Útgivið: Á fløgu, plátu og talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.). Lurta her: https://bfan.link https://bfan.link/live-from-nordatlantens-brygge
Sí framførsluna her:
VIDEO
1. Mánakvøld Orð & lag: Benjamin Rajani
Leiðast gjøgnum Kirkjubø – gummiknø – undir mánanum, sum svølgir enn ein dag.
Koyra gjøgnum Velbastað. Stjørnurnar hava gjøgnumskoðað, hetta verður tað.
Mín Corolla skifti lit, tá tú komst inn. Eri speedarin, og tú ert koblingin.
Hundraðtúsund míl við tær er ikki nokk. Hesin dieseltangin hevur ongan botn.
Vegurin blívur við. Stjørnuklárt – himmalsymfoni.
Kom avstað! Alt ber til! Mánakvøld – tú við mína lið.
Vegurin blívur við. Mánakvøld – tú við mína lið.
2. Bláfryst og kvirr Orð & lag: Benjamin Rajani
Hvat hendir her? Hendur sum gler. Hitaðu fyrr. Bláfryst og kvirr.
Eitt sløknað ljós. Stumm spælidós. Vit livdu fyrr. Bláfryst og kvirr.
Eg veit, at tú veitst tað, og eg síggi, at tú sært tað, at vit renna runt og beistast, men vit standa tó enn í stað.
Hjørtu brotna, søkka, botna. Vit svumu fyrr. Bláfryst og kvirr.
Svartskygd sum sót. Hvít lygn við rót. Litaðu fyrr. Bláfryst og kvirr.
Eg veit, at tú veitst tað, og eg síggi, at tú sært tað, at vit renna runt og beistast, men vit standa tó enn í stað.