Mánakvøld – Benjamin Rajani

Katalognummar: HJF662b
Útgávuár: 2024
Sangir: 1

Lýsing

Mánakvøld

Sangurin inniheldur eina dualismu: Tá tann tú elskar er við tína lið, og mánin lýsir, kann eitt gerandisligt mánakvøld brádliga umbroytast til eitt undursamt “mána-kvøld”, har mánin og stjørnurnar tykjast livandi.

Lagið fangar og lýsir kensluna av frælsi og óendaligum møguleikum. Við fangandi og sissandi gittarmelodium, trummum og ambientum ljóðlandsløgum, er “Mánakvøld” júst tað rætta lagið til tíni komandi heystævintýr.

Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her: https://bfan.link/manakvold

Mánakvøld

Orð & lag: Benjamin Rajani

Leiðast gjøgnum Kirkjubø
– gummiknø –
undir mánanum,
sum svølgir enn ein dag.

Koyra gjøgnum Velbastað.
Stjørnurnar
hava gjøgnumskoðað,
hetta verður tað.

Mín Corolla skifti lit,
tá tú komst inn.
Eri speedarin,
og tú ert koblingin.

Hundraðtúsund míl við tær
er ikki nokk.
Hesin dieseltangin
hevur ongan botn.

Vegurin
blívur við.
Stjørnuklárt –
himmalsymfoni.

Kom avstað!
Alt ber til!
Mánakvøld –
tú við mína lið.

Vegurin
blívur við.
Mánakvøld –
tú við mína lið.

Credits

Composers and Authors

Benjamin Rajani

(orð & lag)

Musicians

Benjamin Rajani

(sang & klassiskan gittar)

Esben Svane

(elgittar & trummir & bass & hørpu)

Production

Esben Svane

(framleiðslu & ljóðbland)

Other products by artist