Á Sigursferð – Benjamin Rajani

Katalognummar: HJF532c
Útgávuár: 2024
Sangir: 1

Lýsing

Á Sigursferð

Kom í ítrottarhýr við “Á Sigursferð” – ein sangur, sum fagnar føroyskum landsliðsítrotti.
Jú, Føroyar eru pinkulítlar, men eisini krútsterkar. Hetta sæst aftur, tá vit ferð aftaná ferð taka stór lond á bólið, og avrikað tað, sum umheimurin helt vera ógjørligt.
Tjóðskaparkenslurnar runga, tá Benjamin, við skálkabrosi og skemti, syngur um serføroyskar eginleikar og dygdir.
Staklagið er ein síðuverkætlan, og rokkuti tónleikurin víkjur eisini frá eyðkenda folk/singer-songwriter stílinum hjá Benjamin Rajani, sum eftir ætlan kemur út við sínari debut heildarútgávu seinni í ár.

Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her: https://bfan.link/a-sigursferd

Á sigursferð

Orð: Benjamin Rajani
Lag: Benjamin Rajani

Føroyskt grót,
versgóð!
Vit knúsa tykkum nú!

Føroyskt krút,
framúr!
Vit bresta tykkum nú,
vit bresta tykkum nú!

Hetta lítla landið
– sterkt sum ættarbandið –
er á sigursferð.

Banka allar tjóðir,
hýrurin er góður,
tí at Føroyar eru her
á sigursferð.

Regn og vind,
sum brim
vit storma tykkum nú!

Seyðarhøvd
og grind,
vit eta tykkum nú,
vit eta tykkum nú!

Hvítt og reytt og blátt
trína innum gátt.
Gev okkum bert ein vøll,
eina høll,
nøkur fjøll,
tykkum øll!
Og vit vinna tykkum har,
vinna tykkum har!

Credits

Composers and Authors

Benjamin Rajani

(orð, lag)

Musicians

Hans Poulsen

(gittar, synth, tangentar)

Production

Hans Poulsen

(framleiðsla, ljóðbland, frumband)

Óli Poulsen

(sang upptøka)

Other products by artist