Dania O. Tausen and Ragnar Finsson eru aftur við einum summarhitti! Síðsta summar var tað vælumtókta duettin “at siga ja er nei” og nú geva tey út eina aðra duett. “kanst tú fylgja mær” handlar um at syrgja gomul vinarløg, sum ikki eru til longur og at romantisera tankan um ein síðsta gongutúr heim úr skúlanum við viðkomandi.
Setningurin “kanst tú fylgja mær” kann skiljast uppá fleiri mátar:
1) kanst tú fylgja mær heim?
2) skilir tú meg?
3) kanst tú fylgja mær (tá eg einaferð skal jarðast)?
Gjøgnum sangin finna sangskrivararnir útav, at tey blíva við at detta aftur á hetta evnið, tá tey skriva sangir. Somuleiðis má tað eisini merkja, at tey ikki eru komin so langt víðari, sum tey hildu. Tey detta javnan aftur á gomul minnir, tá tey lukta ávís luktilsi og ganga á ávísum gøtum, og til síðst mugu tey viðganga, at tey kanska kundu tonkt sær ein síðsta gongutúr við viðkomandi, har tey fáa sagt tað ósagda og lagt lok á.
Dania og Ragnar hava eitt spælandi føroyskt yrkjaramál, sum er ávirkað av teirra umhvørvi við snildum og ítøkiligum myndamáli. Tá tað kemur til tað ljódliga, eru teirra sangir og framleiðslur eisini full í yvirraskilsum, óvæntaðum ljóðum og áhugaverdum listaligum avgerðum. Tónleikurin hevur eitt lætt huglag við sterkum melodium, sum fær fólk at steðga og lurta. Universið tey skapa saman er umhugsið og eksperimenterandi, fangandi og lætt at seta seg inn í, um ein vil.
Words: Dania O. Tausen, Ragnar Finsson Music: Dania O. Tausen, Ragnar Finsson
hendan gøtan burdi itið eftir mær
segði tú og rættaði uppá hárið
vit hava gingið her fleiri 100 ferð um árið
og í mínum dreymi týsdagin
spurdi tú
um eg vildi við tær inn
til tá ið framtíðin
ikki var til
tí tað var tú og eg
hendan troyggjan hevði riggað væl á tær
segði eg og rætti tær akslatræið
helt nokk at tað skjótt fór at vera kalda lagið
og í míni teldu sama kvøld
spurdi eg
um tú vildi við mær inn
til tá ið framtíðin
ikki var til í løtuni
sum vit
eg helt eg skrivaði um meg
men mitt í øllum síggi eg
eg tosi við teg
kanst tú fylgja mær heim?
eg helt eg skrivaði um teg
men mitt í øllum síggi eg
eg tosi við meg
har eg var komin víðari
kanst tú fylgja mær?
kanst tú fylgja mær
heim?
títt yndis luktilsi eg keypti tær áveg
úr taxfree handlinum í vágum
tað stóð í kø við mær í dag í onkrum bláum
og í øðrum lívi spurdi eg
minnist tú
tá tú vildi meg mær inn
til har ið framtíðin
ikki var til í løtuni
men vit
eg helt eg skrivaði um meg
men mitt í øllum síggi eg
eg tosi við teg
kanst tú fylgja mær heim?
eg helt eg skrivaði um teg
men mitt í øllum síggi eg
eg tosi við meg
har eg var komin víðari
kanst tú fylgja mær?
kanst tú fylgja mær?
kanst tú fylgja mær?
kanst tú fylgja mær? (EN)
Words: Dania O. Tausen, Ragnar Finsson Music: Dania O. Tausen, Ragnar Finsson
this street should be named after me
you said and fixed your hair
we’ve walked here a couple hundred times a year
and in my dream tuesday night
you asked
if I wanted to come with you
to where the future
still wasn’t real
‘cause it was you and me
this sweater would suit you well
I said and handed you the hanger
thinking that a cold-front was coming
and that night on my computer
I asked
if you wanted to come with me
to when the future
still wasn’t real
‘cause it was you and me
I thought I was writing about me
but suddenly I see
I’m talking to you
would you follow me home?
I thought I was writing about you
but suddenly I see
I’m talking to me
where I had moved on
would you follow me home?
that perfume I got you
in the tax free at the airport
stood in line with me today
wearing something blue
and in another life I asked
do you remember
when you wanted to come with me
to where the future
still wasn’t real
‘cause it was you and me
I thought I was writing about me
but suddenly I see
I’m talking to you
would you follow me home?
I thought I was writing about you
but suddenly I see
I’m talking to me
where I had moved on
would you follow me?
would you follow me?
would you follow me?