Tá hvørt ljós líkist tær
Tá hvørt ljós líkist tær
1. Orð eru fátæk
Words & music: Benjamin Rajani
Orð eru fátæk, og gittarin grenjar.
Orð eru fátæk viðvíðkjandi tær.
“Baby I love you” er steindeytt og kiksað.
“Baby I love you” er reint mjørkatos.
Men her er mín hond, hon er tín í ævir.
Her er mín hond, hon er tín í ævir.
Kári P eigur ein blýant, sum riggar.
Kári P hevði nokk átt orðini.
Hvat kann eg skriva, sum lýsir títt lyndi?
Hvat kann eg skriva, sum skínur sum tú?
Men her er mín hond, hon er tín í ævir.
Her er mín hond, hon er tín í ævir.
Her er mín hond, hon er tín í ævir.
Orð eru fátæk, og gittarin grenjar.
Orð eru fátæk viðvíðkjandi tær.
Men her er mín hond, hon er tín í ævir.
Her er mín hond, hon er tín í ævir.
2. Royni enn at gloyma
Words & music: Benjamin Rajani
Eg royni enn at gloyma, at tú segði,
eg var tín,
bara tín.
Eg royni enn at gloyma tað, eg hevði;
tú vart mín,
bara mín.
Elskaði alt,
summarið, veturin –
saman við tær.
Sakni enn alt,
heystið og várið við,
saman við tær.
Eg royni enn at gloyma tað, eg føldi,
tá tú helt
fast í mær.
Eg royni enn at gloyma teg um kvøldið,
tá hvørt ljós
líkist tær.
Elskaði alt,
summarið, veturin –
saman við tær.
Sakni enn alt,
heystið og várið við,
saman við tær.
Gloymi ikki teg –
hugsar tú um meg?
Mær er fortalt,
summarið, veturin
finst uttan teg.
Gev mær so alt,
heystið og várið við –
sjálvt uttan teg.
Eg royni enn at gloyma tað, eg hevði;
tú vart mín,
bara mín.
3. Lívsins balkong
Words & music: Benjamin Rajani
Sparkaðu
mánan í song –
náttin var okkara.
Loftaðu
summarinum –
ljósið var okkara.
Fjaldu hann nokk,
tankan á gátt:
Hvat er sum vinir?
Søgdu ei tað,
vit vistu av:
Onki sum vinir.
Kastaðu
okkum út í
tað, sum var ræðandi.
Beklaðu
larmandi, tí
vit vóru livandi.
Fjaldu hann nokk,
tankan á gátt:
Hvat er sum vinir?
Søgdu ei tað,
vit vistu av:
Onki sum vinir.
Kósin var sett,
sólin var mett –
aldrin í song,
aldrin í song.
Vit vistu ei tá,
at vit stóðu á
lívsins balkong,
lívsins balkong.
Kósin var sett,
sólin var mett –
aldrin í song,
aldrin í song!
Vit vistu ei tá,
at vit stóðu á
lívsins balkong,
lívsins balkong.
Fjaldu hann nokk,
tankan á gátt:
Hvat er sum vinir?
4. Bæði so og so
Words & music: Benjamin Rajani
Alt er fremmant nú,
tú ert farin frá mær.
Sofan argar meg,
spyr meg hví tú rýmdi.
Loftið eltir meg,
meðan gólvið søkkur.
Her er deyðakvirt,
sjálvt um teldan geylar.
At elska er altíð dýrt,
bæði so og so,
bæði so og so,
so og so.
Sakni láturin
og tín hita, góða.
Áin rennur enn –
veit hon, tú ert farin?
Gev mær bert ein dag;
og so ein dag aftrat.
Eg vil elska teg,
til mítt hjarta slóknar.
At elska er altíð dýrt,
bæði so og so,
bæði so og so,
so og so,
bæði so og so,
so og so.
Alt er fremmant nú,
tú ert farin frá mær.
5. Sig mær
Words & music: Benjamin Rajani
Nú tú sigur, alt er júst sum vant,
siga eygu tíni meir enn vant.
Hyggur niður, togar í títt hár.
Sig, hvat bagir, vinur mín,
sig mær,
sig mær.
Vinur, lat nú upp títt hjarta,
lat tað bara koma út.
Vinur, sig tað, sum tú sært tað.
Eg vil bara lurta nú.
Nú tú sigur, væl er statt hjá tær –
gongur roknistykki upp? Sig mær.
Vøkunætur, pútuskríggj og tár –
følist høvdið tungt sum blýggj?
Sig mær,
sig mær.
Vinur, lat nú upp títt hjarta,
lat tað bara koma út.
Vinur, sig tað, sum tú sært tað.
Eg vil bara lurta nú.
6. Minnist
Words & music: Benjamin Rajani
Minnist, tá toran slóð,
og gamli hanin gól.
Minnist mong ljóð, ið lógu
sum ein sjógvur yvir mær.
Minnist í silvitni,
tá ið tú nam við meg,
og sjálvur Skaparin í himli
vísti mær ein veg.
Tvey túsund tungir dropar
bresta á mín rút.
Leið meg til betri dagar,
har sólin bóltar rút.
Minnist væl stjørnugrús,
har ivin fór í knús.
Minnist eitt hús, har kærleiki
og friður hildu til.
Minnist eitt oyðið stað,
har ongin segði “Ja”,
og landsins lóg var bert, at
stempla seg inn dag um dag.
Tvey túsund tungir dropar
bresta á mín rút.
Leið meg til betri dagar,
har sólin bóltar rút.
7. Greinar sum svørð
Words & music: Benjamin Rajani
Tú Legolas,
eg Aragorn,
vit drópu trøll.
Trøllvaksnir nú,
hví drópu vit
eitt ævintýr?
Minnist tú
greinar sum svørð?
Á bólunum,
við búkilsku
og nokk av saft.
Alt ov nógv bomm,
vit flentu býtt –
og ótu meir.
Sovnaðu –
áttu ein vin.
Tú vardi meg,
eg vardi teg
sum beiggja mín.
Vit deildu alt,
hvørja krónu
og teldutíð.
Lovaðu
aldrin mussa
eina gentu
og blíva til
tvey gomul trøll.
Tú svíkti meg,
eg svíkti teg,
áh, Legolas!
Minn meg á
greinar sum svørð.
8. Býttur
Words & music: Benjamin Rajani
Siti her við bálið,
mítt skroypiliga skjól.
Skilti, tú vart sólin,
so skjótt, tú græt og fór.
Samli pinnabrenni
og hugsi bert um teg.
Hvat um tú tókst aftur
ein býttan mann sum meg?
Býtti gull um við kopar,
býtti sól um við bál –
býttur kann man vera!
Valdi koparrørið
– eitt tært og ljótt metal –
framum reyðargullið,
ið lá á tær sum sjal.
Her hjá mær er alt rustað;
tú gyllir enn tín veg.
Hvat um tú tókst aftur
ein býttan mann sum meg?
Býtti gull um við kopar,
býtti sól um við bál –
býttur kann man vera!
9. Bláfryst og kvirr
Words & music: Benjamin Rajani
Hvat hendir her?
Hendur sum gler.
Hitaðu fyrr.
Bláfryst og kvirr.
Eitt sløknað ljós.
Stumm spælidós.
Vit livdu fyrr.
Bláfryst og kvirr.
Eg veit, at tú veitst tað,
og eg síggi, at tú sært tað,
at vit renna runt og beistast,
men vit standa tó enn í stað.
Hjørtu brotna,
søkka, botna.
Vit svumu fyrr.
Bláfryst og kvirr.
Svartskygd sum sót.
Hvít lygn við rót.
Litaðu fyrr.
Bláfryst og kvirr.
Eg veit, at tú veitst tað,
og eg síggi, at tú sært tað,
at vit renna runt og beistast,
men vit standa tó enn í stað.
10. Stjørnuhav
Words & music: Benjamin Rajani
Náttin var kolasvørt;
títt hjarta mín glóð.
Ein ísakøld oyðimørk;
tín varmi mítt skjól.
Ein rúsur av dopamin,
nú vit gerast eitt.
Eg fevni mín hjartavin;
her inni bleiv heitt.
Tínar frøknur eru eitt stjørnuhav,
Orion veiðir mítt hjarta.
Tínar varrar kynda ein eld í mær –
Eyguni fúkandi neistar.
Mánin, hin trúfasti,
í myrkrinum sær,
at brátt leggur náttin seg
at speglast í tær.
Ei longur sum botnleyst nám,
sum kolasvart hav,
men glitrandi glampandi,
sum títt stjørnuhav.
Tínar frøknur eru eitt stjørnuhav,
Orion veiðir mítt hjarta.
Tínar varrar kynda ein eld í mær –
Eyguni fúkandi neistar.
Stjørnuhav,
áh-áh!
Stjørnuhav,
áh-áh!
Stjørnuhav!
11. Morgunljóð
Words & music: Benjamin Rajani
Hómi sólina,
hoyri, at tú setur ketilin útá.
Stjelur mína blus,
trýsti aftur snooze.
Morgunljóðini –
eg vil aldrin aftur vakna uttan teg.
Vatnar plantunum,
ger ein kaffimunn.
Morgunljóð við tær,
morgunljóð við tær.
Morgunljóð við tær,
morgunljóð við tær.
Tann løtan, sum ei er ring, er góð –
morgunljóð.
Og tú rembir tær.
Sólargeislar arga, nema við títt lær.
Bara vit bæði,
undir dýnuni.
Fari heilt uppfrá,
tá eg føli, tú vilt hava omaná.
Morgunljóðini
eru væl á veg.
Morgunljóð við tær,
morgunljóð við tær.
Morgunljóð við tær,
morgunljóð við tær.
Tann løtan, sum ei er ring, er góð –
morgunljóð.
12. Mánakvøld
Words & music: Benjamin Rajani
Leiðast gjøgnum Kirkjubø
– gummiknø –
undir mánanum,
sum svølgir enn ein dag.
Koyra gjøgnum Velbastað.
Stjørnurnar
hava gjøgnumskoðað,
hetta verður tað.
Mín Corolla skifti lit,
tá tú komst inn.
Eri speedarin,
og tú ert koblingin.
Hundraðtúsund míl við tær
er ikki nokk.
Hesin dieseltangin
hevur ongan botn.
Vegurin
blívur við.
Stjørnuklárt –
himmalsymfoni.
Kom avstað!
Alt ber til!
Mánakvøld –
tú við mína lið.
Vegurin
blívur við.
Mánakvøld –
tú við mína lið.