Lýsing
Port of Thor
Hendan live útgávan av Port Of Thor endurspegla bæði felagsskap og individualismu. Hetta hoyrist á mátanum, sum kvintettin framførdi hetta kvøldið á Maggies. Samspælið millum hesar 5 tónleikararnar er ordiliga sublimt til tíðir, sum ein væl virkandi felagsskapur. Soloirnar hjá hvørjum tónleikara endurspegla individuelt listarligt úttrykk og persónligar tulkingar av kompositiónunum. Tað er ein sonn gleði at lurta eftir spæligleðini á hesum lagnum.
Hetta er faktiskt galdandi fyri allar øll tey 7 løgini sum kvintettin spældi hetta kvøldið. Øll hesi 7 løgini koma út sum talgild heildarútgáva eftir útgávuna av staklagnum.
Port Of Thor, sum Arnold Ludvig hevur skrivað, er rótfest í keltiskum fólkatónleiki, sum kanska stavar innaní frá egna dna tónaskaldsins. Í øllum førum er tað eitt av teimum løgunum, í millum nøkur, sum bara kom til hansara sum eitt snarljós, “sum omanfrá”, við hansara egnu orðum. Tað tók Arnoldi bert nakrar fáar minuttir at skitsa tað niður á pappír eftir íblásturin.
Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, v.m.)
Lurta her: https://bfan.link/port-of-thor