Live @ Maggies ’18 – Arnold Ludvig Quintet

Katalognummar: HJF746
Útgávuár: 2025
Sangir: 7

Vørunummar: HJF746 Bólkar: , , Tags: ,

Lýsing

Live @ Maggies ’18

Hendan live upptøkan av Arnold Ludvig Quintet á Maggies Café í Nólsoy í Føroyum endurspeglar bæði felagsskap og individualismu. Hetta hoyrist aftur á mátanum sum kvintettin framførir allar tær 7 kompositiónirnar hjá Arnold Ludvig hetta kvøldið. Flow’ið og samspælið í millum allar 5 tónleikararnar er rættiliga sublimt til tíðir. Bólkurin er sum ein familja, ein sera væl virkandi eind. Soloirnar hjá hvørjum tónleikara endurspegla individuelt listarligt úttrykk og tónleikararnir geva okkum persónligar tulkingar av løgunum. Tað er ein sonn fragd at lurta eftir spæligleðini hjá kvintettini á hesi live upptøkuni.

Allar 7 kompositiónirnar hjá Arnold Ludvig eru skrivaðar á ymisk tíðspunktum og í ymiskum býum, í Reykjavík, Montreal, Keypmannahavn og í Tórshavn í millum árini 1993 og 2014. Løgini føra lurtaran á eina tónleikaliga ferð, frá keltiskum fólkatónleika íblástri, í gjøgnum nútímans norðurlendskt ispireraðan jazz, og aftur til afro-amerikanskan bleus inspireraðan jazz. Kompositiónirnar endurspegla leitanina hjá tónaskaldinum, eftir hansara egna innasta og sanna sjálvs-úttrykki sum jazztónaskald. Nakrar av kompositiónunum komu bara til hansara sum snarljós, “sum oman í frá”, sagt við hansara egnu orðum. Framførslan hjá kvintettini endurspeglar tann sama tilvitskustreymin á Maggies hetta kvøldið í 2018.

Sangir:
1. Port Of Thor
2. Journey To Copenhagen
3. Midnight Lullaby
4. Desire
5. Gróthúsvatn
6. Miles Beyond
7. I Feel Better

Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, v.m.)
Lurta her: https://bfan.link/live-maggies-18

Síggj konsertina í Maggies her:

 

Viðvirkandi

Orða- og tónasmið

Arnold Ludvig

(orð & lag)

Tónleikarar

Sigurður Flosason

(altsaksofon)

Jóel Pálsson

(tenor- og sopransaksofon)

Framleiðsla

Arnold Ludvig

(frumband)

Terji Rasmussen

(ljóð og videoupptøkur, redigering, ljóðbland)

Hans Christian Eyðunsson Hansen

(videoupptøkur, redigering)

Stuðul

(Mentanargrunnur Landsins)

Aðrar útgávur við sama listafólki