Listamaður – Marius DC

Katalognummar: HJF791
Útgávuár: 2024
Sangir: 7

Vørunummar: HJF791 Bólkar: , , , Tag:

Lýsing

Listamaður

Triðja studioútgávan hjá Marius DC kemur úr 23. november, hetta verður samstundis hansara fyrsta heildarútgáva við nýskrivaðum tónleiki á móðurmálinum. Eftir fimm ár á føroyska tónleikapallinum, er hetta ein djørv og sjálvreflektarandi útgáva frá unga rapparanum. Tittulin “Listamaður” hevur verið eitt kent orð í lívinum hjá unga listamanninum.

Sum 10 ára gamal hevði Marius sína fyrstu listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík, tá undir navninum *Marius Listamaður”, ein fjølbroytt framsýning við yvir hundra listaverkum. Men longu sum 7 ára gamal luttók hann í “Lova mær við” hjá Barnaútvarpinum, har hann tosaði um sína list, sama ár sýndi hann sína list fram á Skúlanum við Løgmannabreyt. Við tíðini var pensilin og tusjirnar skiftar út við rím og rapp, og støðugt er tónleikurin og ikki minst tekstirnir mentir. Við sínum tveimum fyrstu EP’um, The MZA EP og Westender, hevur Marius vunnið sær nógvar rósur frá bæði lurtarum og ummælarum. Hann hevur verið róstur fyri sítt altjóða ljóð og ungdommiligu tekstir.

Á “Listamaður” setur hann eina djarva kós við einum nýggjum, synth-tungum ljóði og eini tekstliga tungari søgugongd. Á teimum 7 løgunum setur ungi rapparin spurningar um sína samleika, listarligu leið og sína støðu á tónleikapallinum og tilveruni. Hann kemur styrktur út hinumegin, tá EP’in endar við eini paradoksalari samrøðu millum 20 ára gamla Marius DC og 7-ára gamla Marius. Høvuðsspurningurin á EP’ini er: “Hvør ert tú, tá ið eingin annar hyggur?” Og svarar unga útgávan av Marius: “Listamaður.”

EP’in er øll sjálvframleidd. Marius hevur sjálvur skrivað, framleitt, ljóðblandað og mastrað øll løgini. Tvey løg hava tó gestaluttøku frá øðrum. Guðrið Hansdóttir hevur skrivað og syngur niðurlagið í “Farin” og Marius Ziska syngur viðá tittul-lagnum “Listamaður”. Á hesum lagnum eru eisini synth og klaver spælt av Vinjari Egilsnes Petersen, sum eisini spælir í bólkinum hjá Marius DC. “Listamaður” er uttan iva ein ambitiøs verkætlan. Ein 7-laga elektronisk ferð gjøgnum eina eksistentiella kreppu á einum máli, sum færri enn 100.000 fólk tosa, sær kanska ikki út sum tað mest handilsliga skilabesta valið. Men tað er eingin ivi um, at Marius DC hevur lagt alt sítt í hesa nýggjastu EP’ina.

Sangir:
1. HVØR ERT TÚ, TÁ IÐ EINGIN ANNAR HYGGUR
2. EGO
3. ÓNØGDUR
4. EYGLEIDDUR
5. FARIN (feat. Guðrið Hansdóttir)
6. EINGIN
7. LISTAMAÐUR (feat. Marius Ziska)

Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her: https://bfan.link/listamadur

HVØR ERT TÚ, TÁ IÐ EINGIN ANNAR HYGGUR

1. HVØR ERT TÚ, TÁ IÐ EINGIN ANNAR HYGGUR

Orð og lag: Marius Dam Christophersen

Marius-

Góðan morgun Føroyar
Onkur spurdi um eg steðgaði, tað kann eg gott forsvørja
Eg havi ikki tíð til at bíða eitt bil
Fuck pausur, eg kann hvíla tá eg hvíli í frið
Blív við at flyta teg, tað er eitt eg havi lært
Ikki lat tað blíva friðaligt, tí tá verður tað hart
Tað einasta sum er lovað tær, tað er deyðin
So vit svimja bara víðari, sum Mac Miller segði
Segði “eg kundi vant meg við hetta her”
Men fimm ár seinni, so er kenslan ser
Tað skal ikki ljóða, sum eg grenji her
Men tað er fucking syra, tá fólk eg ikki kenni kenna meg
Og hava eina ímyndaða mynd av mær
ið ikki líkist tí eg eri, ella tí eg var
Spyrja hvat eg geri
Og spyrja hvat eg vil
Ein rúgva av spurningum, eg ikki kenni svarið til

Og tey spyrja-
Hvør ert tú, tá ið eingin annar hyggur
Hvør ert tú, tá ið eingin annar-
Hvør ert tú, tá ið eingin annar hyggur
Hvør ert tú, tá ið eingin annar (eingin annar)
Hvør ert tú, tá ið eingin annar hyggur
Hvør ert tú, tá ið eingin annar-
Hvør ert tú, tá ið eingin annar hyggur
Hvør ert tú, tá ið eingin annar (eingin annar)

So nógvir spurningar, so lítil tíð at svara teimum
Hvør ert tú tá tú bara situr har aleina
Hvør ert tú tá tað heila er fucked
Og tá tú hevur alt, men tað stadigvekk ikki er nokk
Shit man, eg haldi at eg eri MDC

Ringt at svara, so eg royni at supplera við success
Og eg føli eg havi víst, at eg eri betri enn restin
Men er tað veruliga nokk, at bara vera tann besti?
Eg havi nógv uppá hjarta, og enn meira um oyrini
Eg havi sagt tað 20 ferðir, men har er eingin, ið hoyrir meg
Hasin spurningurin fylgir mær frá Keflavík til Kastrup

Fyri at finna svarið, hevði eg sikkurt givið alt upp
Tað er ikki ringt at ignorera, tá eg skrivi
Men tað er tað, tá eg liggi mitt um náttina, og ivist
Um alt shittið ið eg geri, og alt ið eg vil
Tað er bara ein rúgva av lortið, eg ikki kann fyrihalda meg til

Men tey spyrja enn-
Hvør ert tú, tá ið eingin annar hyggur
Hvør ert tú, tá ið eingin annar-
Hvør ert tú, tá ið eingin annar hyggur
Hvør ert tú, tá ið eingin annar (eingin annar)
Hvør ert tú, tá ið eingin annar hyggur
Hvør ert tú, tá ið eingin annar-
Hvør ert tú, tá ið eingin annar hyggur
Hvør ert tú, tá ið eingin annar (eingin annar)

2. EGO

Orð og lag: Marius Dam Christophersen

Hygga hvar eg eri, í mun til hvar eg var
Var akkurát í Rolling Stone, hvat við tær
Tað einasta sum er broytt, er eg havi vakrari klæðir
Og eitt par av damum, ið hava hug at para sær við mær
Tey stara bara, eingin sigur ein skit
Hoyra sikkurt nokk av mær, tá tey lurta eftir Biit
Beatið tað er tungt, lætt sagt
Aldrin armur tí mítt shit er fucking beinrakt
Eg smekki til, sum um eg royndi at blíva kattakongur
Og vit eru ikki í Kansas longur
Úti gott, men heima best
Ferðist heimin runt, men uttan havnina, er tað meiningsleyst
Einki stress, tilveran er fín
Damur massera meg, meðan eg sippi moserandi vín
Og eti kaviar og jomfrúhummar
Steðgi fyrst, tá mín salda líkist einum kontonummari

Mítt shit er lit, títt er elskuligt
Tú er blástur, um tú heldur at eg angri shit
Skilji væl at tú er stoyttur, eg havi eyka drip
Blank edrúur, men eg peaki á einum ego trip

Ego trip, ego trip
Ego trip, peaki á einum ego trip
Ego trip, ego trip
Blank edrúur, men eg peaki á einum ego trip

So uppi at koyra, at tað kitlar inni í kroppinum
Tey spyrja hvat eg eri á, eg segði “toppinum”
For høgt uppi, har er eingin, ið kann nema meg
Tað er ikki eitt alter ego fam, mítt ego altererar meg
Eg eri sjúkur, illa fyri; havi mein
Klumpfótaður, men alt liggur við mítt høgra bein
Kalla meg Heðin, eg eri kongurin av havn
Og tey spyrja hvør eg eri, men tey vita væl mít navn
Tað er MDC, eg geri hits sum MGP
So kendur, at tey gera filmar um meg fam, eg endi á IMDB
Onkuntíð so kennist tað, sum harrin sjálvur sendi meg
Men flowin er so brennandi, eg má vera frá helviti
Helviti, eg eri sjúkur, tú heldur teg vera ein shooter
Bara harður á telduni, sum pelsurin ert tú mjúkur
Fjeppararnir siga tekstirnir fanga tey sum ein húkur
Eg bresti harðari enn krút ger, tann besti, síðan eg kom út her tað eri eg

Mítt shit er lit, títt er elskuligt
Tú er blástur, um tú heldur at eg angri shit
Skilji væl at tú er stoyttur, eg havi eyka drip
Blank edrúur, men eg peaki á einum ego trip

Ego trip, ego trip
Ego trip, peaki á einum ego trip
Ego trip, ego trip
Blank edrúur, men eg peaki á einum ego trip
Ego trip, ego trip
Ego trip, peaki á einum ego trip
Ego trip, ego trip
Blank edrúur, men eg peaki á einum ego trip

3. ÓNØGDUR

Orð og lag: Marius Dam Christophersen

Alt kennist løgið
Síggi ikki ein annan MC á mínum støði
Skuldi verið klárt, men eg síggi ongan skilja tað her
Tað kennist sum at mála list í einari blindari verð
Eg havi ongastaðnis at vera, men eg føli har er skundur
Eg ego trippi nógv, men niðurtúrarnir eru tungir
Tað er ringt at traðka upp úr songini á rætta fóti
Tá eg síggi, hvussu øll høvið tala mær ímóti
Eg havi roynt forbannað nógv, fyri at prógva mítt virði
Men hetta egoið, eg beri, kennist mest sum ein byrða
Eg droymi, um at veruliggera mína visjón
Men ein dreymur er óveruligur, per definitión
Eg vil skapa ein the score, eitt verk ið er reint
Men at skriva hesar sangirnar, tað drepur meg seint
Hvat er gott nokk, er mín ambitión fucked up?
Nær skal mann steðga við at arbeiða nonstop

Ónøgdur, ónevndur
Vónbrotin og tómhentur
Ónøgdur, ókendur
Vildi bara ynskt at eg var góðkendur
Ónøgdur, ónevndur

Vónbrotin og tómhentur
Ónøgdur, ókendur
Vildi bara ynskt at eg var góðkendur

Alt kennist skeivt
Veit ikki um tað er ov tíðiliga, ella um tað er ov seint
Uppi alla náttina, eyguni eru víðopin og blóðsprongd
Royni at náa míni mál, og møti bara mótgongd
Eygleiddur allastaðnis, uppá ein ringan máta
Helt eg kundi gera alt, bara eg trúgvi uppá tað
Men tá eg hyggi eftir Silvurdrong og RSP
Byrji eg at ivast, hvar ið plássið er hjá MDC
Spæli djarvur, men hvat er tað vert um eg tori
Tá ið sjálvsálitið brestur av einum teskaðum orði
Gjøgnum sigrarnar og tapini, ið eingin annar sær
Tá hoyri eg tað tey siga, men lurta tey eftir mær?
Eg ivist, hvat er virðið í einum meistaraverki, ið eingin hoyrir?
Kanst tú skapa eina opus, uttan opin oyru?
Tað setur spurnartekn, við hvar mítt hjarta faktisk liggur
Hvat fari eg at gera, um eingin annar hyggur?

Ónøgdur, ónevndur
Vónbrotin og tómhentur
Ónøgdur, ókendur
Vildi bara ynskt at eg var góðkendur

Ónøgdur, ónevndur
Vónbrotin og tómhentur
Ónøgdur, ókendur
Vildi bara ynskt at eg var góðkendur

4. EYGLEIDDUR

Orð og lag: Marius Dam Christophersen

Hvønn fanin heldur hann seg vera
Hann vildi vera kendur, hatta er krossurin hann má bera
Síggi dreingin allastaðni eg fari
Hann rópar “hyggi eftir mær” og grenjar um at eg stari
Hatta er lívið hann hevur valt
Ringt at syrgja fyri einum menniskja, ið reypar sær um alt
Uppmerksemi er tað einasta hann søkir
Um tú ikki klárar hitan burdi tú farið út úr køkinum
Falskt smíl, følsk rím, følsk heild
Byrji at forvitnast um tingini, ið ikki vera deild
Síggi dreingin hvønn dag á einari nýggjari gøtu
Men eg havi ongantíð sæð hann í einari erligari løtu
Tað blívur seint nokkso skjótt
Bara feitt, einki søtt
Sjálvt tey tungu rímini tey kennast onkursvegnað løtt
Eg veit ikki um hann lýgur fyri okkum ella sær
Men har er stadigvekk ein spurningur, ið manglar eitt svar

Hvør er hann, tá ið eingin annar hyggur?
Hvør er hann, tá ið eingin annar hyggur?
Hann spælir so forbannað sjálvsikkur
Men hvør er hann, tá ið eingin annar hyggur?

Hvør fanin er hann veruliga
Hann tosar nógv, fyri ein ið einki hevur at siga
Hvør er hann, tá hann ikki stendur á einum palli
Hvør er hann, um hann hvørki verður hoyrdur ella sæddur
Hvat er aftanfyri alla arrogansuna og glansin
Tað líkist bara ósikkurheit, frá einari distansu
Hvat eru veruleikarnir, hann faktiskt stríðist við
Er har nakar Marius, uttan eitt DC?
Og kanska har eru ting, hann ikki burdi deilt
Men eygu vilja síggja, og tey vilja síggja alt
Vit burdu sikkurt bara tosa, um hansara vers eru feit
Men sovorðnir spurningar, teir koma um tú preachar erligheit
Veit hann hann er eygleiddur?
Veit hann hvør hann er?
Veit hann av at vit flenna at øllum ið hann ger?
Veit hann hvat vit hugsa, er tað tilvitað?
Tit vita longu, hvat eg veruliga vil vita

Hvør er hann, tá ið eingin annar hyggur?
Hvør er hann, tá ið eingin annar hyggur?
Hann spælir so forbannað sjálvsikkur
Men hvør er hann, tá ið eingin annar hyggur?

5. FARIN (feat. Guðrið Hansdóttir)

Orð og lag: Marius Dam Christophersen, Guðrið Hansdóttir

Eg bíðaði eftir svar, men eg fekk einki
Tú bíðaði eftir mær, eg var vekk leingi
Eg føldi tú var ein, eg kundi líta á
Stór orð, men tað føldist ikki líka tá
Royndi at krógva meg, blunda og spæla líkasælur
Misti fótafetið, tú var mín akilleshælur

Eg skilji væl at lortið gekk, sum tað gekk
Um tú rennur frá øllum, kann tað vera nemt at blíva vekk
Ikki lætt at siga, men tað var tungt til tíðir
Helt eg var klókur nokk at krógva mínar dummu síður
Tað einasta eg vildi, var tú vildi meg
Vit skildust at, tí eg ikki kundi skilja teg
Okkara ting var hálvhjartað sum heild
Vit vóru sum ein, nú eru vit deild
Vit høvdu lyftir og tú breyt øll
Tú segði ja, eg segði nei, nú eru vit tvey fólk

Tað einasta, eg vildi var
Frælsi at liva frítt, og vera tann, eg eri
Veit eg var har fyri teg
Og heilhjartað gjørdi alt við gleði
Men nú eri eg farin

Tú segði tú saknar meg, og spurdi hvat við mær
Eg segði tú saknar bara tann eg var við tær
Lítil munur men fyri meg hevði tað nógv at siga
Ongin ivi at eg angri alt tað keðiliga

Mítt ego var problematiskt frá byrjanini
Men tað gekk ikki, at tað gekk út yvir teg
So skjótt eg føldi teg broytast, so bleiv eg eyka blíður
Tað er ringt at særa ein, ið kennir tínar eymu síður
Tú vigaði valini væl og virðiliga
Farvæl var tað einasta, ið tú kundi siga
Stundisliga var tú farin og eg stóð eftir
Og hvør einasti góði tanki var mótsettur
Alt eg vil spyrja teg er hví
Helt hetta shittið átti, tað bleiv fragari við tíð
Tú segði, eg burdi farið og lært at elska meg
Men eg veit ikki hvør eg eri, um eg ikki elski teg

Tað einasta, eg vildi var
Frælsi at liva frítt, og vera tann, eg eri
Veit eg var har fyri teg
Og heilhjartað gjørdi alt við gleði
Men nú eri eg farin

6. EINGIN

Orð & lag: Marius Dam Christophersen

Eg tími ikki meira
Tey tendraðu mín sang, men har er ikki nógv at feira
Tað brennur innan í mær, og verðin er køld
Fái anfall hvørja ferð, eg eri í eini fjøld
Eygleiddur av øllum, tey kenna meg í teirra høvdum
Vildi ynskt eg ikki hoyrdi alt tað lortið tey søgdu
Og um eg ikki engageri er tað bara arrogansa
Ringt at posa fyri einum kamera, tá mann ikki fær anda
Eg eri sjúkur við angist og stress
Eg boyggi ikki, fam, eg knekki undir press
Tað er alt mín skyld, eg vildi alt hetta her
Gjørdi uppmerksomheitsmangul til eina karrieru
Tað heila gekk galið, skuldi havt steðgað tá eg dámdi hetta spælið
Klári ikki hitan, lortið er kvalið
Erligt veit eg ikki heilt, hvat eg skal gera
Tað burdi ikki verið, so tungt at bara vera

Eg helt meg vita tað, eg helt at eg var sikkur
Men í tí stóra bílætinum, eri eg bara ein prikkur
Eg prøvi og eg prøvi, men einki av tí riggar
Og eg veit ikki hvør eg eri, tá ið eingin annar hyggur
Eg veit ikki hvør eg eri tá ið eingin annar hyggur
Eg veit ikki hvør eg eri tá ið eingin annar hyggur

Alt kennist sum eitt stríð
Fillist upp við sorg, men eg eri tómur innaní
Mítt lív er bara ein røð av deprisivum episodum
Við ómetaligari gleði í stuttum periodum
Daprir tankar, daprari dagar
Tú sært tað á mær, at eg ikki eri til staðar
Eg eri bleikur og rakur, tað følist sum at eg følni
Sovi gjøgnum dagin og eg eri vakin um kvøldið
Tað kennist sum eg eri eingin, veruliga eingin
Tað einasta ið fevnir meg, er songin
Tað plagdi at vera hart, nú er tað kvirt
Tað plagdi at vera bjart, nú er tað myrkt
Frá har eg standi, er tað lítið eg kann líta á
Bíði inntil lívið endar, kanska eg kann hvíla tá
Føli meg blíva til ein eklari persón
Gjøgnum syrgiligar sumrar gjøgnum vetrardepressión
Tað riggar ikki longur, tað riggar ikki longur
Standi stillur, ikki spyr meg hvussu gongur
Tað er ringt at bara vera í nú’inum og her’inum
Tá tað kennist sum eg havi verðina á herunum
Hvør royni eg at vera? Hvat er hetta vert?
Hvønn skrivi eg til, tá ið eg skrivi míni vers?
Er tað onkur, ið hatar meg? Er tað ein fan?
Kalla tey meg ein tapara ella the man?
Er tað mær tey flenna eftir, tá eg gangi framvið?
Hvat halda fólk faktiskt um Marius DC?
Har er eitt ivamál, ið heila lortið grundar í
Og eg havi roynt forbanna nógv, at bara sleppa undan tí
Eg krógvaði meg í ego, tú sást hvussu tað gekk
Eg krógvaði meg í kærleikanum, til eg bleiv vekk
Eg havi krógvað meg í nógvum, og eg kom ongan veg
Eg kann ikki renna frá tí longur, hvør eri eg?

Eg helt meg vita tað, eg helt at eg var sikkur
Men í tí stóra bíløtinum eri eg bara ein prikkur
Eg prøvi og eg prøvi, men einki av tí riggar
Og eg veit ikki hvør eg eri, tá ið eingin annar hyggur
Eg veit ikki hvør eg eri, tá ið eingin annar hyggur
Eg veit ikki hvør eg eri

6. LISTAMAÐUR (feat. Marius Ziska)

Orð & lag: Marius Dam Christophersen

Tak tín kross, og ber hann heim
Meitla dreymin inn í stein
Og um tú ikki finnur ein
So leita í tín hugaheim

Uh, eg skinkli runt í myrkrinum
Og uppfinni mær styrki, inni í dygdarleysum yrkingum
Virkar, sum eg bara blívi verri við tíð
Eg veit at mamma mín, hon segði hon var errin, men hví?
Ein fullvaksin maður, og eg havi ikki klárað ein skit
Annað enn at spíta hálvvánaligar bars yvir beats
Eg veit mítt lív akkurát er byrjað, men tað følist ikki soleiðis
Havi feirað 20 ára dagin hjá øllum mínum boys
Eg føli øll blíva vaksin, øll uttan eg
Eg føli øll náa í mál, meðan eg enn eri á veg
Eg føli ikki so nógv, nei, eg føli ikki nakað
Antin føli eg einki, ella føli eg meg svakan
Hati persónin eg síggi, tá eg hyggi í speglið
Langt úti, men eg havi ongan vind í mínum segli
Listamaður var navnið, áðrenn eg var MDC
Men eg eri ikki ein maður, so hvør fanin eri eg?

Tak tín kross, og ber hann heim
Meitla dreymin inn í stein
Og um tú ikki finnur ein
So leita í tín hugaheim

Eg bólti gjøgnum árini
Og skrivi bara løg um konufólk, ið ikki dáma meg
Klári ikki at skapa, eg eri kreativt frystur
Einki eg geri er perfekt, og eg eri ein perfektionistur
Er hesin teksturin for tristur?
For yvirseriøsur? Ljóði eg erligur, ella bara pretentiøsur?
Fólk tey siga góð list, hon skal koma frá einum nemmum staði
So burdi eg gjørt hetta lagið?
Tann sjeynda dagin, segði Guð at tað var gott
Eg royni at síggja míni verk, á sama hátt
Eg viðurkenni 10 AM var fanime flott,
men eg eri sjáldan stoltur, sjálvt eftir 1001 dag og nátt
So verður nakað nokk?
Sama ger, eg klári ikki at klárgera nakað
Missi hár, spilli ár, felli tár, gerist svakur
Listamaður var navnið, áðrenn eg var MDC
Men eg geri onga list, so hvør fanin eri eg?

Tak tín kross, og ber hann heim
Meitla dreymin inn í stein
Og um tú ikki finnur ein
So leita í tín hugaheim

Hvør fanin eri eg
Hvør fanin eri eg?
Typan av spurningi, ið ikki skapar ein lort
Ivist um tað næstan hvønn dag, men svarið er klárt
Eg eri sonur Barbaru og Niels Una
Tað er hann, eg fucking eri
Eg eri hann, ið koyrir sítt alt, inn í alt eg fucking geri
So siti eg her, og ivist um eg geri tað gott nokk
Fuck off, fam, eg eri tann stóri maðurin í Voxbotn
Eg eri FMA vinnarin, eg eri hann, ið vann Sement
Eg eri hann, ið skítur á, um tú heldur tað var fortjent
Eg eri hann, ið skrivaði Gasoline, eg eri hann. ið skrivaði Feira
Eg eri alt tað, tú heldur um meg, og eg eri nógv meira
5 ár inn í gameið, eg standi enn og brøli
Spíti eld, í einum proppaðum konserthøli
Eg eri tann eg eri, og eg eri líkaglaður
Mítt navn er Marius, eg eri ein listamaður

Tak tín kross, og ber hann heim
Meitla dreymin inn í stein
Og um tú ikki finnur ein
So leita í tín hugaheim

Ja, tak tín kross, og ber hann heim (Tak tín kross, og ber hann heim)
Meitla dreymin inn í stein
Og um tú ikki finnur ein (Segði um tú ikki finnur ein)
So leita í tín hugaheim

Hvør ert tú, tá ið eingin annar hyggur? Listamaður.

Credits

Composers and Authors

Guðrið Hansdóttir

(orð og lag á 5)

Musicians

Production

Marius Dam Christophersen

(framleiðsla, ljóðbland, frumband og perma)

Other products by artist