Lýsing
Live í Luftini
Føroyskt: Í fjør spældi Marius DC live í Kringvarpssendingini í Luftini, nú er útgávan komin á stroymingartænasturnar.
Nú ber endiliga til at hoyra sangin Hugsi alt ov nógv, ið hevur verið fastur partur av spæliskránni hjá Marius DC seinastu árini. Eisini ber til at hoyra konsertútgávur av stakløgunum: Slættaratindur, Fleks, Babyrockari og Feira, ið Marius DC gav út í fjør.
Tað er Kringvarpið, ið hevur staðið fyri upptøkuni og Finnur Hansen hevur ljóðblanda og mastra.
Við sær á útgávuni hevur Marius Dam Christophersen: Vinjar Egilsnes Petersen á keyboard, Benjamin Tausen á Lava á gittar, Dan Eyðun Karbech Saxov á synthbassi og Harald Fonsdal Johannesen á trummum og samplara. Marius hevur sjálvur forrita og rappar.
Hendan útgávan verður fylgd upp av útgávuni av staklagnum Leggur tú enn í, seinni í summar. Síðan er ætlanin at geva eina EP við nýskrivaðum tónleiki út í heyst.
Sangir:
1. Hugsi alt ov nógv (Live)
2. Slættaratindur (Live)
3. Fleks (Live)
4. Babyrockari (Live)
5. Feira (Live)
Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her: https://bfan.link/live-i-luftini