Lýsing
Brestis kvæði
Brestis kvæði er eitt av teimum kendu kvæðunum úr Føroyinga søgu. Tað sigur, við sínum 60 øðrindum, frá bardaganum millum Brestir, Beinir, Havgrím í Hovi, Bjarna bónda og Trónd í Gøtu.
Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her: https://bfan.link/brestis-kvaedi
Brestis kvæði
Orð: siðbundið
Lag: siðbundið
Dagurin skínur so fagurliga,
komið er hægsta summarið.
Árla var um morgunin,
sólin roðar í hav
Beinir gekk í skálan inn,
har Brestir sterki svav
Treðum lættliga dansin!
Dagurin skínur so fagurliga,
komið er hægst á summarið.
Svaraði Sigmundur Brestisson,
snimma vaks hans hugur:
“Hann ið alist við øsku inni,
lítið í leikum dugir!”
“Sætt hann sigur, sonur mín,”
Brestir tók til orða,
“Eingin skal hjá ungum alva
bragdarhugin forða.”
Eldur reyk úr eggjateinum,
stál mót stáli smellir,
fimm so fullu kroppar niður,
heilin støkk um hellur
Beinir tveir til heljar hjó,
og tríggjar Brestir sterki;
ota undan allir aðrir,
gleðast ei við verkið
Tóri runnu tár á kinn,
harðnar Sigmunds sinni:
“Grátum ikki frændi mín,
vær goymum væl í minni!”